týsdagur 4. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 212 - 4. november 2008
tíðindi
Forsetaval
Janus á Ryggi
janusryggi@yahoo.com
Skjótt hevur USA ein nýggj
an forseta, og viðkomandi
er at spyrja, hvørji viður
skifti kunnu hava ávirkan á
valúrslitið í dag. Búskapar
liga støðan í landinum og
vantandi undirtøkan fyri
sitandi republikanska for
setinum George W. Bush,
hava verið nevndar sum
orsøkir til, at demokratiska
forsetavalevnið,
Barack
Obama, kann vinna valið.
Fleiri meiningarkanningar
hava víst, at ein meiriluti av
veljarum halda, at Barack
Obama er betri førur fyri at
loysa
búskaparkreppuna.
Seint í oktober mánaða
varð hildin ein ráðstevna,
ið
sonevndi
Brookings
stovnurin
fyriskipaði.
Endamálið við ráðstevnuni
var,
at
greina
hvørji
demografisk
viðurskifti
kunnu hava størstu ávirkan
á forsetavalið. Talan var
serstakliga um rasu, átrúnað
og yngra ættarliðið av
møguligum
veljarum.
Týðandi er at hava í huga,
at ein stórur partur av teim
um ið hava valrætt luttaka
ikki á valinum, við seinasta
val var talan um umleið 54
prosent. Ábendingar eru tó
um, at luttakan á hesum
valinum verður metstór.
Etniskir minnilutar
Forsetavalevnini bæði eru á
mangan hátt mótsetningar.
Fleiri hava víst á, at veljarar
ikki bert lurta eftir søgdum
orðum og grundgevingum
tá teir skulu taka støðu,
men eisini tilvitað ella ótil
vitað leggja dent á til
dømis persónsmensku og
stíl hjá valevnunum. Barack
Obama og John McCain
eru tvey valevni við stórum
aldursmuni
og
ymsum
húðarliti. Av somu orsøk
hava fleiri spurt hvørja
ávirkan etniskir minnilutar
kunnu hava á valið. Í USA
eru um 14 prosent latín
amerikanarar, 13 prosent
amerikanarar av afrikonsk
um uppruna og umleið 5
prosent asiatar. Niðurstøðan
á ráðstevnuni sum Brook
ings stovnurin skipaði fyri
var, at í roynd og veru er
tað bert ein lítil partur av
latín
amerikanarum
og
asiatum, ið kunnu atkvøða,
tí
at
hesi
ikki
hava
amerikanskan
ríkis
borgaraskap, umframt at
fleiri eru ov ung til at
atkvøða. Hesir minnilutar
kunnu tó hava avgerandi
týdning fyri úrslitið í stat
um, har teir eru vaksandi.
Ein meiriluti tykist stuðla
demokratunum,
helst
orsaka av búskaparstøðuni
og lyftunum um broyting.
Tølini vísa, at amerikanarar
av afrikonskum uppruna í
stóran mun stuðla Obama,
hesin bólkurin kann gera
stóran mun í sonenvdu
sveiggj statunum, har javnt
er millum partarnar.
Átrúnaður
Seinastu tíðina hevur ikki
verið nógv tosa um sonevnd
ar átrúnaðarligar og etiskar
spurningar í valstríðnum.
Niðurstøðan á Brookings
ráðstevnuni
var
tó,
at
átrúnaðarlig
viðurskifti
framvegis hava stóra ávirk
an. Eitt nú vóru sekulari
sering, kristna evangeliska
røslan átrúnaðarligt fjøl
broytni nevnt sum týðandi
viðleikarar. Sekularisman
ger um seg í amerikanska
samfelagnum
og
mong
hava einki alment tilknýti
til etableraðan átrúnað. Har
umframt elvir immigra
tiónin til, at átrúnaðarliga
landslagið gerst meiri fjøl
broytt. Hóast hetta hevur
kristna evangeliska rørslan
framvegis stóra ávirkan og
kann hava ávirkan á úrslitið.
Niðurstøðan á Brookings
ráðstevnuni var, at hvítir
katólskir veljarar kunnu
flyta seg mest, ímeðan
evangelisku
veljararnir
støðufast velja republikan
ararnar. Ábendingar eru
um, at fleiri katolikkar
førka seg yvir á demo
kratisku síðuna, ein orsøk
til hetta kann vera, at
katólski átrúnaðurin hevur
eina sterka sosiala traditión,
ið leggur dent á, at hjálpa
teimum, ið eru komin illa
fyri. Sostatt kann búskapar
støðan elva til, at fleiri
katólskir
veljarar
velja
demokratarnar, av tí at hesir
tosa meiri um sosialar
ábøtur.
Aldur
Eygleiðarar vænta, at eitt
størri lutfall av ungum fara
á val hesaferð enn vanligt
er. Veljarakanningar hava
víst, at Barack Obama
hevur stóra undirtøku hjá
ungum millum 18 og 29.
Ein veljarakanning vísti, at
63 prosent av hesum sam
eina seg við demokratarnar
og bert umleið 33 prosent
við
republikanararnar.
Orsøkirnar
kunnu
vera
fleiri. Brookings ráðstevnan
vísti eitt nú á, at sitandi for
setin hevur lítla undirtøku
og hevur gjørt republikanska
boðskapin torføran at selja,
umframt at ung um heild
eru meiri broytingarsinnaði
enn eldra ættarliðið.
Amerikanska forsetavalið:
Rasa, átrúnaður
og yngra ættarliðið
Um greina
skrivaran:
Janus á Ryggi er í løtuni
staddur í USA, har hann
lesur stjórnmálafrøði á
California State Uni
versity í San Diego.
Valevnini í ný
stovnaðu Eystur
kommunu fara at
hitta veljararnar á
almennum fundi
mikukvøldið
valFundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í sambandi við valið til
kommunustýrini
kring
landið um eina viku, verður
nú almennur fundur í
nýggju Eysturkommunu,
har veljarin fær høvi at
hitta valevnini.
Fundurin verður í bygdar
húsinum í Leirvík miku
kvøldið klokkan 20.
Í kommununi, sum fevn
ir um Leirvík og Gøtu,
hava 43 valevni bjóðað seg
fram.
Fyri fyrstu ferð verður
stillað upp á politiskum
listum og tað eru teir fýra
stóru flokkarnir, A,B,C og
E, sum bjóða seg fram.
Á fundinum fær hvør
flokkur fyrst 10 minuttir til
eina framløgu og síðani
fimm minuttir afturat.
Eftir framløgurnar fær
fundarfólkið 40 minuttir at
spyrja valevnini um ymisk
mál og at enda fáa og
flokkarnir so fimm minuttir
í part afturat til at taka
samanum.
Valevni í nýggjari kommunu hitta veljaran
Tey bæði forsetavalevnini, republikanarin
John McCain, og demokraturin Barack
Obama