Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 212 - 4. november 2008 - Vit mugu kon­sen­- trera okkum um at lon­gja veran­di flogvøll og síðan­i at hyggja eftir hjá- breytin­i í Klovan­um, n­ærhen­dis veran­di vølli og harvið fáa optimal viðurskifti í Føroyum. Føroyar hava brúk fyri ein­- um porturi út í heim, og tað er sera týdn­in­garmikið, at tað porturið er gott sigur Jákup Sun­e Lauritsen­, borgar- stjóri í Sørvágs kommun­u Flogvallaroyggin Jan Müller jan@sosialurin.fo Jákup Sune Lauritsen er ein maður, sum hevur nógv at síggja til. Hann er ikki bert borgarstjóri í Sørvágs kommunu, men sum vera man, so so fyllur Vága Flog­ havn nógv í hansara arbeiði og ikki minst í hansara hugaheimi. Floghavnin er ikki bert ein lívæðr fyri Føroyar, hon er lívÆÐRIN hjá Vágoynni. Og nú tosað verður um møguleikan at gera eina alternativa flog­ breyt í Vágum, í longsta dalinum í landinum, Klova­ num, so er greitt, at flog­ vallarviðurskifti fylla sera nógv í dagsskránni hjá borg­ arstjóranum. Vit spurdu Jákup Laurit­ sen, hvussu gongur við út­ byggingini av flogvøllinum. Hann sigur, at partafelagið Vága Floghavn arbeiðir ítøkiliga við at fyrireika útbygging av flogvøllinum. Tað arbeiði liggur rættiliga nær, kanska eitt ár frammi. Uppá fyrispurning hvønn týdning útbyggingin kann fáa fyri oynna og hvørjar ringar í vatnið hon kann gera til frama fyri vinnulívið í oynni sigur hann: Størsta arbeiðspláss ­ Flogvøllurin í dag er okk­ ara størsta arbeiðspláss, og tí hevur Vága Floghavn rættiliga stóran týdning fyri alla Vágoynna. Vága Flog­ havn og ein útbygging her fer at økja um tað virksemi, sum verður rundan um flog­ vøllin munandi, tí nú er ætlanin eisini at gera aðrar fasilitetir, sum kunnu draga fólk til. So alt, sum fer at verða ein fyrimunur fyri Vága Floghavn verður eis­ ini ein fyrimunur fyri okk­ ara kommunu, okkara øki og alla oynna. ­ Talan er um eina íløgu uppá umleið 360 mill. Kr. Hvussu fer hetta ítøkiliga at síggjast aftur. ­ Tað at arbeiði fer at vera í eini trý ár í sambandi við útbygging fer at síggjast aftur í arbeiðsplássum og eftirspurningi eftir vørum og tænastum sum heild. Vit sum kommuna skulu síggja uppá økið longri enn trý ár fram, vit skulu hyggja uppá framtíðina. Fyri okkum hev­ ur tað tí havt sera stóran týdning, at vit eru við í tí, sum Vága Floghavn tekst við. Vit hava sagt okkum viljað hjálpa til við tí vit kunnu. Men fyri góðum ári síðani byrjaðu vit við eini verkætlan við floghavnina, sum er eitt vinnuøki. Tað liggur tætt uppat okkara floghavn. Og fer tað at ávirka tey, sum skulu brúka økið, at floghavnin er so tætt við. Tí fer tað at vera eitt attraktivt øki. Alt í alt haldi eg, at við at vit arbeiða saman við Vága Floghavn fyri, at hetta projektið kann gerast veruleiki, kann tað hava eina positiva ávirkan fyri okkum. Í løtuni eru tveir bygn­ ingar á nýggja økinum, ein timburmansfyritøka og ein gólváleggingarfyritøka. Vit hava so einar 2­3 umsóknir liggjandi, og vit hava pláss fyri kanska eini tíggju aftr­ at. Økið er eisini nóg stórt til at byggja út víðari. Alternativ flogbreyt í Klovanum Tá vit tosa um flogvallarút­ bygging, so er tað fyrst og fremst útbygging av verandi vølli. Men tosað verður eis­ ini um at byggja nýggjan flogvøll, og her eru fleiri pláss kring landið nevnd. Í seinatuni hava vit so hoyrt um eina ætlan at gera ein alternativan vøll í Vágum, nær verandi flogvølli, so­ leiðis at man eisini kann fáa synergiir burtur úr at brúka verandi vøll. Hvar liggur tað málið spurdu vit Jákup Suna Lauritsen! ­ Tað var soleiðis, at und­ an bæði fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum kom Sørvágs kommuna við upp­ skoti um ein nýggjan flogvøll í Klovanum. Tað er so eitt uppskot, sum kemur frá okkum og er nógv gjørt við at fáa illustrerað hetta og hevur ráðgevarafyritøkan Munin gjørt eitt stórt ar­ beiði. Munin er farið víðari til Rambøll í Danmark, sum nettupp arbeiðir við flog­ vallarútbyggingum, og eftir tær kanningarnar, so síggja vit, at hetta er ein verkætlan , sum er rættiliga áhugaverd og væl undirbygd. Vit kunnu við teimum hæddar­ Tveir flogvøllir í Vágum eru porturið út í heim Vinnutema – Flogvallaroyggin Í næsta ár verður helst hol sett á útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Flogbreytin skal longjast og haraftrat verða íløgur eisini gjørdar í betri hølisumstøður fyri ferðafólkini. Spurningurin um at byggja ein alternativan flogvøll í Føroyum hevur eisini leingi verið á tí politisku dagsskránni, tó at eingin avgerð er tikin í tí málinum. Nógv uppskot hava verið um slíkan flogvøll í Suðurstreymi, í Sandoynni og í Eysturoynni. Eisini hevur uppskot um Nólsoy verið frammi. Tað seinasta og møguliga tað mest spennandi uppskotið er at gera alternativa flogbreyt í Vágum, nærhendis verandi flogvølli, í longsta dali í Føroyum, Klovanum. Vinnan fer í dag at taka upp hesi málini og fara vit m.a. at tosa við borgarstjóran í Sørvági, Jákup Suna Lauritsen, Boga Jacobsen, stjóra í ráðgevandi fyritøkuni Munin, Jákup Lauritsen, flogskipara og Dávid Reinert Hansen, stjóra í Vága Floghavn.