týsdagur 4. november 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
kurvum og skurðum vit
hava gjørt síggja, hvussu in
nflúgvingarmøguleikarnir
eru, hvussu lendið kann
brúkast osfr. Sjálvur haldi
eg, at hetta er ein góð verk
ætlan og er betri undirbygd
av Munin og Rambøll enn
fleiri aðrar alternativar út
byggingar.
Alt ov dýrt at umsita tveir
vøllir
So vit tosa um at sláa
tvær flugur við eitt?
Tað, sum er so týdn
ingarmikið, tá man tosar
um slíkar útbyggingar er
sjálvandi, at tað kostar at
byggja tvs. tað hetta kostar
eina ferð. Men tað, sum tað
kostar hvørt ár at reka.
Vága floghavn hvørt ár,
tað er tað, sum í veruleik
unum merkir nakað fyri
Føroya land. Um ein flog
vøllur kostar 30 mill. kr. at
reka, so kostar hann tað
hvørt ár. Og hava vit tveir
flogvøllir, sum skulu rekast,
so hava vit tvær ferðir 30
mill. hvørt ár, og tað hevur
Føroya land ikki ráð til. Tí
haldi eg, at ein alternativur
flogvøllur, ein hjáflogvøllur
ella hjábreyt til verandi vøll
við verandi facilitetum gev
ur tað rætta til Føroya land,
tí vit eru ikki so nógv í
Føroyum, sum skulu gjalda
alt hetta.
Sørvágur
og
Sørvágs
kommuna er mítt hjartamál,
men tað ger ikki, at man
fyri landið alt eisini hevur
ábyrgd fyri at gera tað rætta.
Nú hevur man í so nógv ár
tosað um henda og handa
og hin vøllin, og tað vilja
altíð vera argumentir fyri
og ímóti. Men sjálvur haldi
eg, at um tað er so, at vit
kunnu prógva, at flogbreyt í
Klovanum er ein góð loysn,
so hevur synergiineffektin
tvs. hjábreytin til verandi
vøll ein sera stóran týdning
í rakstrinum eisini, og tað
haldi eg vit øll í Føroyum
mugu taka við. Tað er eing
in meining í at gera tveir
vøllir bara fyri at gera tað.
Jákup Sune Lauritsen
sigur, at tey hava verið og
tosað við nevndina fyri
flogvøllin og greitt teimum
frá Klovaprojektinum. Mál
ið liggur hjá nevndini fyri
Vága Floghavn, sum eigur
fasilitetirnar í Vágum. Hon
stendur fyri útbyggingini.
Soleiðis sum eg kundi
hugsað mær tað, hóast hetta
ikki liggur hjá Sørvágs
kommunu, so haldi eg tað
hevði verið skilabest, um
man hugdi eftir hesi hjá
breytini sum eitt alternativ.
Og at vit kanna teir møgu
leikar, sum liggja í hesum
projektinum og siga, at
hetta er tað vit stíla móti í
framtíðini. Og líkasum gev
ast við at tosa um allar
møguligar aðrar loysnir og
heldur konsentrera okkum
fult út um hetta projektið,
at longja verandi flogvøll
og síðani at hyggja eftir
hjábreytini og fáa optimal
viðurskifti í Føroyum. Før
oyar hava brúk fyri einum
porturi út í heim, og tað er
sera týdningarmikið, at tað
porturið er gott.
Gloymið Glyvursnes
Men tað eru jú sterkar
kreftir í eitt nú høvuðs
staðarøkinum at fáa ein
flogvøll á Glyvursnesi so
tætt upp at Havnini, har tey
flestu fólkini búgva og ar
beiða.
Sjálvur haldi eg, at tein
urin frá flogvøllinum til
meginøkið er so mikið lítil,
at tað er ikki vert at tosa
um, tí tá man tosar um, hvat
er økonomiskt best fyri
okkara land, so er tað, at vit
øll skulu gjalda. Nú er Vága
Floghavn so væl fyri, vit
hava ein undirsjóvartunnil,
sum hevur kostað nógv, og
vit hava eitt infrakervi, sum
er rættiliga gott, og tí haldi
eg ikki, at vit skulu tosa um
at leggja ein nýggjan flog
vøll aftrat her ella har. Ger
ið Vágoynna til flogvallar
oynna burturav.
Jákup Sune Lauritsen
sigur at enda, at Sørvágs
fjørður er ikki poppulerur
at flúgva inn í gjøgnum, tað
vita vit øll, men við at gera
eina hjábreyt í Klovanum,
so koma vit at minka um
innflúgvingarnar gjøgnum
Sørvágsfjørð við eini helvt
kanska. Tvs. at man kemur
at brúka Klovan í teimum
ringu ættunum, og á tann
hátt kemur man at supplera
so øgiliga væl við verandi
vøll. Fólki dáma ikki væl at
flúgva inn gjøgnum Sør
vágsfjørð, og tá tú hevur
ein nýggjan vøll eisini, hev
ur tú møguleika til at broyta
tað so, at innflúgvingar
verða
gjøgnum
Klovan
ístaðin.
Eins deyð annans breyð
Í donsku fyritøkuni Rambøll Olie & Gas kemur fíggjarkreppan ikki so
illa við, tí nú fleiri fyritøkur repa seglini, fær Rambøll Olie & Gas
kanska teir verkfrøðingar, sum felagið hevur sóknast eftir leingi, men
uttan úrslit. Dan Madsen, stjóri, sigur við blaðið JydskeVestkysten, at
eins og aðrar frálandafyritøkur hevur Rambøll Olie & Gas havt stóran
tørv á verkfrøðingum, men nú kann fyritøkan fáa nakrar frá sínum egna
dóttirfelag í Bretlandi. Tað felagið er í byggivinnuni, sum er minkað
munandi í Bretlandi eins og aðrastaðni.
Jákup Sune Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs
kommunu, Jákup Lauritsen, flogskipari og Bogi
Jacobsen, stjóri í ráðgevarafyritøkuni, Munin.
Her saman við teldugjørdum myndum av nýggja
flogvøllinum í Klovanum í Vágum
Mynd Jens K Vang