týsdagur 4. november 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
- Latið okkum læra
av fortíðini og ikki
gera skeivar og
dupultíløgur. Eitt
grótbrot í Klovanum,
sum skal útvega grót
til longjan av verandi
vølli, vil samtíðis
geva eina ómetliga
synergiieffekt, soleiðis
at tað tá verður skapt
grundarlag fyri
eini alternativari
flogbreyt um somu
tíð heldur stjórin í
ráðgevarafyritøkuni
Munin, Bogi Jacobsen
Flogvallaroyggin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sørvágs kommunu heitti
fyri tíð síðani á ráðgevara
fyritøkuna Munin um at
gera kanningar í sambandi
við uppskotið at gera nýggja
flogbreyt í Klovnum, dal
urin, sum gongur inn í
oynna frá Vatnsoyrum. Bogi
Jacobsen er stjóri í ráð
gevarafyritøkuni
Munin.
Vit spurdu hann um tað ber
til at sannføra politikarar og
onnur um, at alternativ flog
breyt í Klovanum í Vágum
er tann besta loysnin í flog
vallarmálinum?
Tað er nokk ein stór upp
gáva at kunna prógva og
dokumentera út frá tí vitan
vit hava nú. Tann orka, sum
Sørvágs
kommuna
og
Munin hava lagt í hetta
higartil er gjørt uppá stutta
tíð, og tað fyriliggur ikki
nakar statistikkur um vind
aftanfyri, tá man tosar um,
at man skal kanna hetta nið
ur í æsir. Vit hava havt sam
band við donsku ráðgevara
fyritøkuna
Rambøll,
og
Verkfrøðingastovan og Mun
in eru farin saman um at
hyggja nærri at hesum
viðurskiftunum,
har
vit
hava hugt eftir teimum krøv
um, sum verða sett einum
altjóða flogvølli. Tað er ein
frágreiðing, sum eitur Anex
14, og har standa m.a. øll
tey geometrisku krøvini,
sum skulu vera gingin á
møti rundan um ein vøll.
Vit, sum fyritøka hava at
leggja okkum eftir at hava
stýr uppá at visualisera í
3D, og vit hava so gjørt
sokallaðar
upstructions
flatur, sum eru forðingar
flatur og lagt tað inn á Vág
oynna og inn yvir økið
Klovin. Vit hava so fingið
verkfrøðingar hjá Rambøll
at hyggja eftir hugskotinum,
og tað sær út til, at øll krøv
ini meira ella minni eru
uppfylt.
Synergiir
Tað sær út til, at man kann
flúgva inn á vøllin sunnaní
frá og sleppa burtur sunn
anífrá, og norðanífrá eru
eisini møguleikar at fara út
yvir Fjallavatn. Dalurin er
so mikið breiður, at tey
krøvini, ið verða sett, kunnu
uppfyllast við at leggja vøll
in niðan í Klovan. Synergii
effektin við at leggja eina
hjábreyt er í prinsippinum
sera einføld. Tað snýr seg
um at gera ein øgiliga stór
an veg og at hava ein veg,
ein taxaveg frá tí vøllinum
oman til teir verandi fasilitet
irnar á verandi vølli, tvs. at
tann útbyggingin, sum skal
gerast, her hugsi eg um
tær 365 mill. kr., sum eru
settar av til útbygging av
verandi floghavn, har hava
vit hjá Munin tosað um
nakrar praktiskar loysnir.
Hesar snúgva seg um, hvar
man skal leggja grótbrotið,
og hvar fær man tilfar til
útbygging av verandi vølli,
sum er tað týdningarmesta
her og nú, og sum størst
trýst er á at fáa gjørt.
Bogi Jacobsen vísir á, at
synergieffektin við at
leggja grótbrotið uppi í
Klovanum og leggja grót
brotið geometriskt soleiðis,
at tað lýkur krøvini til eina
Flogbreyt í Klovanum skilagóð
Teldugjørd mynd av nýggjari flogbreyt í Klovanum. Vit síggj Sørvágsvatn øðrumegin og Fjallavatn hinumegin
Mynd Munin
Verður flogbreyt gjørd í
Klovanum, verður óneyðugt
við øðrum fasilitetum.
Taxavegur verður gjørdur
til verandi floghavn framvið
Vatnsoyrum