týsdagur 4. november 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
loysn
- Vit eiga at síggja eina
útbygging av verandi
vølli og gerð av eini
hjábreyt í Klovanum
í Vágum sum eina
heild. Hjábreyt í
Klovanum og verandi
vøllur fara at supplera
hvønn annan sera
væl. Uppskotið við
Klovanum er seriøst
og sera áhugavert
heldur flogskiparin,
Jákup Lauritsen.
Flogvallaroyggin
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Jákup Lauritsen er flogskip
ari og arbeiðir hjá Atlantic
Airways. Hann hevur drúgv
ar royndir í Føroyaflúgv
ingini og hevur flogið uppá
Vágar í 10 ár. Vit spurdu
hann, um tað ber til gera
hesa ætlanina við alternativ
um vølli í Klovanum til
veruleika.
Eg haldi vit eiga at tosa
um alt hetta sum eina heild
og ikki bara um Klovan
sum tann alternativa vøllin.
Vit mugu ikki gloyma tann
verandi vøllin. Hesir báðir
supplera hvønn annan sera
væl í mínum høvdi, við
teimum royndum eg havi.
Tað man oftani hoyrir um,
tá man flýgur uppá Føroyar
eru lágættirnar, sum eru
tiltiknar og sum kunnu hava
við sær eitt sindur av turbo
lensi. Nú vóru vit so hepnir,
at tann dagin vit vóru úti og
royndarflugu hetta projektið
í Klovanum, var vindurin
um 10 til 15 metrar av út
synningi, sum er tann ring
asta ætt at flúgva í, og tað
var ótrúliga behagiligt. Har
var eingin nevniverdugur
turbolensur at flúgva í. Ikki
tað man er vanur við í sam
bandi við verandi vøll, so
eg haldi, at nettupp hesir
báðir
vøllirnir
supplera
hvønn annan sera væl. Tá
Klovin er minni góður, tá er
hin fínur, og tá tann verandi
er minni góður, tá er Klovin
góður.
Supplera hvønn
annan
- Meinar tú harvið, at okk-
um nýtist ikki at hyggja eftir
einum nýggjum flogvølli
onkra aðrastaðni í Før-
oyum, tí verandi flogvøllur
saman við eini flogbreyt í
Klovanum kunnu nøkta tørv-
in?
Júst so. Tað er rætt og
slætt ein fyrimunur, tí tú
kemur ikki uttan um tað
faktum, at byggir tú ein
flogvøll onkra aðrastaðni í
Føroyum, so eri eg rættiliga
vísur í, at hann verður ring
ur á onkrari ætt. Her hava
vit so tann fyrimun, at tveir
vøllir her í oynni kunnu
supplera hvønn annan. Tosa
við um vetrarflúgving gene
relt, so er útsynningsættin
sera dominerandi hjá okk
um, tað er oftani buldraligt,
og tá vil ein vøllur í Klov
anum vera sera áhugaverdur.
Tosa vit um summarhálvuna,
so er tað mjørkin, sum nerv
ar. Mjørkin er eisini domi
nerandi á lágættinina og fer
man í gongd við ein vøll í
Klovanum, so hevur man
sjálvandi alla ta nýggjastu
tøknina til taks, og har er
ein stórur útviklingur fram
vegis. Tann skipanin man
brúkar í dag, ILS er ein
gomul skipan, og man
arbeiðir fram ímóti at taka í
brúk GPS ella RNP sum
tað verður kallað á flogmáli.
Tað er so ikki við í hesum
projektinum, sum eg skilji,
men tað er rættiliga áhuga
vert, eisini til verandi vøll.
Nýggj tøkni
Jákup Lauritsen sigur víð
ari, at tað vísir seg oftani, at
tað í útsynningsættinini í
Klovanum er klárt. Men
óansæð, er mjørki og tú
hevur nýggjastu tøknina, so
kanst tú koma langt niður
móti vøllinum, áðrenn tú
fer uppaftur. Tú kemur so
lágt, at tú kanst næstan
lenda í øllum veðri og í
mjørka. Tað er eisini sera
áhugavert. Jákup Lauritsen
sigur, at við tí nýggja vølli
num hevur tú møguleika at
brúka aðra útgerð, sum er
meira nágreinilig í hæddini.
Tú kemur nærri vøllinum,
áðrenn tú verður noyddur at
fara uppaftur, og av tí sama
kann sýnið vera verri fyri at
byrja uppá eina innflúgv
ing.
- Kanst tú siga út frá tín-
um royndum, at vit eiga at
kanna
Klovan
sum
ta
alternativu flogbreytina í
Føroyum?
Heilt avgjørt. Vit skulu
sjálvandi gera góðar kann
ingar. Og eg má endurtaka,
at tað góða við hesum er, at
Klovin supplerar so væl
verandi vøll.
Ganga ikki uppá
kompromi við trygd
- Tá vit tosa um alternativan
flogvøll, so er tað tí vit vilja
hava ein tryggari vøll og
ein vøll, sum kann taka
ímóti størri flogførum!
Trygdin er nakað, sum
vit ongantíð ganga uppá
kompromi við, og trygdin á
verandi vølli er 100%. Tað
má sláast fast við sjey
tummaseymi. So trygdin á
tí nýggja og verandi vølli
verður tann sama. Mær
dámar sera væl hetta upp
skotið, sum fyriliggur í
Klovanum. Tað er sera
seriøst. Tað er sera týdningar
mikið í mínum hugaheimi,
at man tosar um Klovan og
verandi vøll um sum eina
heild.
Flogskiparin: Byggið
út í Vágum og gerið
hjábreyt um somu tíð
nýggja hjábreyt, er so mik
ið áhugavert at kanna nærri,
at man ikki hevur ráð at lata
vera. Tað ger, at man kann
arbeiða 24 tímar um sam
døgrið, og man fær so bygt
verandi vøll út og tá hann
so er liðugur, hava vit fing
ið xantal hundrað metrar
gratis. Tann synergieffektin
í hvørjari vunnari krónur er
so øgilig. Og fasilitetirnir
fyri at fáa hesa eyka hjá
breytina er bara ein breiður
vegur. Taka vit samanum,
so hevur Rambøll úttalað,
at hetta er áhugavert at
kanna nærri, tí hvørki Mun
in ella Verkfrøðingastovan
eru serfrøðingar innan fyri
flogvøllir, og tað er tað vit
brúka Rambøll til, so tað
sær í hvussu er lovandi út.
Klovin mest seriøsa
uppskotið
Bogi Jacobsen sigur, at
hann hevur roynt at sett seg
inn í allar hinar flogvalla
loysnirnar, og út frá tí held
ur hann, at Klovin er so
nógv tað mest seriøsa upp
skotið higartil. Tvs. at gera
eitt grótbrot í Klovanum til
at útvega grót til leingjan av
verandi flogvølli, sum so
samtíðis er byrjanin til at
gera eina alternativa hjá
breyt í Klovanum.
Orsøkin til at tað er so
ómetaliga týdningarmikið,
at vit kanna Klovan bein
anvegin, er tann, at man
tosar um, at krøvini til ein
nýggjan flogvøll eru, at
hann skal vera 350 metrar
breiður og hann skal vera
1800 ella 2500 metrar lang
ur. Har er nokk av plássi, ja
entá til at gera ein tríggjar
kilometrar langan vøll, tí
Klovin er so mikið stórur.
Tað er so týdningarmikið
at gera forarbeiðið ordiligt,
tí tað eru so mong dømi í
Føroyum um, at man hevur
gjørt vegastrekki uttan at
hugsa um framtíðina, ella
fyri tað grótkøst. Gamlarætt
er kanska eitt klassiskt
dømi um, at politikarar taka
eina avgerð um, at man skal
gera eina havn, uttan at
hava ánilsi av, hvat tað er
teir hava sagt ja til. Taka vit
tann 350 metrar breiða
vegin, sum ein flúgvari skal
lenda á og sum er 1800
metrar langur og vit plasera
hann 10 cm skeivt í lendi
num, so tosa vit kanska
umn eini 80.000 kubikk av
gróti, tað eru 8500 lastbilar.
Vit tosa milliónir beinan
vegin, um vit ikki fyrireika
okkum og leggja vøllin rætt
í lendið beinanvegin. Tað
kostar nakrar hundraðtúsund
krónur í tí stóra bílætinum
at fáa ta vitanina.
Nú segði eg, at vit enn
mangla hagtøl fyri vind o.a.
Alternativið er, at um tað
vísir seg seinni, at tað er ov
nógvur turbolensur at leggja
flogbreyt her og Klovin ikki
er egnaður, so er kortini
nógv vunnið, tí tá fær Vág
oyggin eitt stórt planerað
øki. So synergiieffektin er,
at man kann gera eitt grót
brot, sum er tillagað ein
nýggjan vøll. Tað kann man
kanna, og vísir tað seg, at
tað riggar væl, so heldur
man fram við at gera eina
breyt, tí tað kostar ein trið
ing av prísinum, um tú
skuldi gjørt ein vøll eina
aðrastaðni. Tær 365 mill. kr
til at leingja vøll og út
byggja verandi terminal,
koma eisini eini hjábreyt
niðan í Klovan til góðar og
øvugt. Tað er har synergi
effektin liggur.
Tað vit hava kannað og
tosað við heimildarfólk um
er at taka vit eina vindrósu,
so hava vit fýra inngangs
vinklar til at seta flogfarið
niður á. Er tað ringt veður,
uttan mun til, hvar vindurin
kemur frá, um hann er út
synningur, sum er ringasta
ætt í dag, so hevur tú góðar
møguleikar at koma norð
anífrá inn í Klovan. Saman
umtikið er synergieffektin
sera stór geografiskt.
Bogi Jacobsen heldur ann
ars, at tann lítla milliardin
man hevur brúkt í infra
kervið at koma vestur í
Vágar nú fer at koma eini
heildarútbygging av flog
vallarviðurskiftunum
til
góðar og harvið øllum Før
oya fólki. Teir flogvøllir í
Vágum vilja supplera hvør
annan ómetaliga væl alla
vindrósuna runt, veður
messiga og operationelt.
∆
Klovin er longsti dalur í landinum og sambart flogkønum kann hann vera vælegnaður sum alterntivur flogvøllur at supplera
verandi vøll