týsdagur 4. november 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
Vinnu
kronikkin
Óli Samró
E
g vil heita á landsstýris
mannin í vinnumálum um
at fyrireika uppskot at
leggja skjótast møguligt fyri
Føroya Løgting um:
a. at steðga privatiseringini av
Atlantic Airways og keypa
seldu partabrøvini
b. at tryggja eitt regluligt rutunet
alt árið millum Føroyar og
Danmark, Ísland, Norra,
Stórabretland og beinleiðis til
europeiska meginlandið. Hetta
kann best gerast við, at landið
eigur og rekur sítt egna flog
felag Atlantic Airways ella
í øðrum lagi at ein konsessión
við einum kravdum rutuneti
verður boðin út (sami leistur
sum Bygdaleiðir)
c. at tryggja ein ferðakostnað,
sum ger, at tað ber til hjá
fólki, sum býr í Føroyum at
sleppa uttanlands, og hjá
fólki, ið býr uttanlands, at
koma til Føroyar.
Ásanning I: Føroyar eru ein
útoyggj
Føroyar eru ein útoyggj punkt
um. Infrastruktururin má tí
byggja á tann veruleikan. Fólka
talið er lítið og veksur ikki, og
fólkapýramidan er sum hjá hótt
um samfeløgum.
Teinurin niður á meginlandið
er útímóti 2.000 km tveir tímar
at flúgva og hálvtannað samdøg
ur at sigla!
Fjarleikan kann einki gerast
við!
Tað er veruleikin; eins og
Fugloy liggur fjarskotin frá Tórs
havn og Stóra Dímun liggur
avskorin mitt í Suðuroyarfirði.
Infrastrukturur knýttur at út
oyggjum má viðgerast ymiskt frá
vanligum fólkaumráðum. Eins og
Smyril knýtir Suðuroynna til
restina av Føroyum, mugu flog
førini knýta Føroyar saman við
restina av heiminum.
Ásanning II: Ikki liberalt
grundarlag
Tað er ein hvørvisjón, at vanlig
liberal flúgving er ella kemur á
føroyarutuni. Farleiðin kann ikki
rekast, har prísásetan, rutunet og
tænastur verða boðin út á van
ligum liberalum grundarlagi.
Maersk Air gavst at flúgva eftir
o.u. 35 ár. Tað skal undra nógv,
um eitt útlendskt flogfelag
nakrantíð fer at flúgva til Føroyar
aftur! Fólkagrundarlagið er lítið.
Bert rutan til Keypmannahavn er
fíggjarliga áhugaverd. Haraftrat
er stór óvissa knýtt at lendingar
viðurskiftum, og tí má leggjast
nógv uppfyri óvissum regulari
teti.
Faroe Jet helt í eitt hálvt ár, tá
var fíggjarliga grundarlagið
burtur, og er tað óhugsandi, at
nakar í Føroyum fer í holt við
flúgving aftur í bræði.
Ásanning III:
Ambulansutænasta
Flogførini hjá Atlantic Airways
eru flúgvandi sjúkrabilar. Eitt
stórt tal av fólki hava tørv á hesi
bráðfeingis ambulansutænasta.
Helst eru í hvørjum flogfari fleiri
fólk ávegis til sjúkraviðgerð
ofta í børu í fylgi við læknum
og sjúkrarøktarfrøðingum.
Tann flúgvandi ambulansu
tænastan eigur lívið í nógvum!
Ásanning IV: Álítandi og bílig
flúgving er lívsgrundarlagið
hjá nútímans fólki
Føroyar liva í nógv størri mun av
fólki, sum ferðast til og úr Føroy
um. Um fá ár hava inntøkurnar
frá fólki, sum selja sínar tænastur
uttanlands, helst fleiri ferðir so
stóran týdning fyri føroyska
búskapin sum fiskivinnan kring
Føroyar. Um tað verður 510 ella
20 ferðir, ja tað fer tíðin at vísa.
Longu í dag er flogleiðin
grundarlagið hjá helst túsundtals
føroyingum, ið vinna til lívsins
uppihald úti í heimi. Føroyingar
ferðast 28 vikur út at arbeiða og
flúgva so aftur til Føroyar. Hesi
eru siglandi, í oljuvinnu, í fiski
vinnu, fíggjarvinnu, serfrøðingar
hjá virkjum og ráðgevarar.
Í einum flogfari er ein vaks
andi partur av teimum ferðandi
nútímans føroyingar, sum pendla
út í heim at virka, meðan
familjan býr í Føroyum!
Vit tosa her um hálønt, útbúgv
in fólk og fleiri í leiðandi starvi!
Álítandi og bíligt ferðasam
band er ein fyritreyt fyri virk
seminum hjá hesum nýggja og
skjótt vaksandi bólki.
Hesi eru grundarlagið undir tí
nútímans føroyska búskapinum!
Ásanning V: Tyrluflúgving
Tyrluflúgvingin út á útoyggjarnar
og bjargingartænastan er
ófrávíkilig tænasta. Henda
tænasta má standa rimmarføst,
líkamikið hvussu vanligi
raksturin hjá einum flogfelag er.
Ásanning VI: Kann ikki halda
fram sum nú
Seinastu tíðina hevur verið nær
um ómøguligt at fáa ferðaseðil til
og úr Føroyum við stuttum skot
brái. Atlantic Airways skal vinna
pening, og tað gerst sjálvandi
best við fullum flogførum, og
sjálvandi við at so nógv ferðandi
sum møguligt gjalda fullan prís.
Landsins myndugleiki má við
konsessión ella við at eiga
Atlantic Airways 100% tryggja
eina príslegu, sum ger tað møgu
ligt hjá privatfólki og vinnuni at
ferðast til og úr Føroyum ikki
bara til og frá Danmark men
eisini Miðeuropa.
Endi
Væl veit eg, at liberalisering av
luftrúminum er ein av fyritreyt
unum hjá Føroyum fyri at koma
við í altjóða samstarv. Men tað
má bera til at fáa undantak, tá
hetta er ein lívæðr, og grundarlag
ikki er at reka leiðina vinnuliga.
Væl veit eg eisini, at ein
flogleið eins og tænastuveitingar
sum heild hóska illa at vera
almennar. Vónandi verða tað
fleiri enn eg, sum fara at ganga
uppá kompromis við teirra
liberalu hugsjón og búskaparligu
trúgv annars, og ístaðin síggja
sambandið út í heim, sum ein
part av almenna infrakervinum á
sama hátt sum vegasamband,
brýr og tunlar.
Ferðasambandið út í heim kann
ikki leggjast í hendurnar á felagi,
sum kann fara av knóranum, ella
sum byrjar at skelva í einum
lágkonjunkturi. Fíggjarkreppan
úti í heimi í dag kundi havt lagt
landið lamið!
Lívæðrin hjá føroyingum kann
ikki latast upp í hendurnar á
tilvildarligum rationellum
íleggjarum.
Flogleiðin út í heim er lív
æðrin og hóskar ikki at vera
privatiserað!
Ein lívæðr kann ikki privatiserast
Ferðasambandið út í heim kann ikki leggjast í hendurnar
á felag, sum kann fara av knóranum, ella sum byrjar at
skelva í einum lágkonjunkturi. Fíggjarkreppan úti í heimi í
dag kundi havt lagt landið lamið! Lívæðrin hjá føroyingum
kann ikki latast upp í hendurnar á tilvildarligum
rationellum íleggjarum. Flogleiðin út í heim er lívæðrin
og hóskar ikki at vera privatiserað, skrivar Óli Samró í
vinnukronikkini í dag