týsdagur 4. november 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
Atlantsflog kann liva
við, at ongar ábøtur
verða gjørdar í Vága
Floghavn - men tað
kunna Føroyar og
føroyingar ikki, ljóðar
tað frá stjóranum
Magna Arge
flogvøllur
Edmund Jacobsen
Tað hevur alstóran týdning,
at ábøtur sum skjótast verða
gjørdar í Vága Floghavn.
Annars er vandi fyri, at før
oyingar gerast eftirbátar
innan flogferðslu.
Soleiðis ljóða boðini frá
Magna Arge, stjóra í Atlants
flog.
Ongar ábøtur eru framd
ar á verandi undirstøðukervi
til flúgving í eini 25 ár. Og
kappingarførið viknar mót
vegis øðrum tjóðum, sum
støðugt hava gjørt íløgur í
betri flogumstøður. Um vit
ynskja at betra um regulari
tetin og at hækka trygdina,
so hava vit ikki ráð til at
bíða við ábótum. Hetta má
og skal raðfestast ovast, sig
ur Magni Argi.
Rímiligt ynski
Magni Arge hevur onga
avgjørda meining, tá ið tað
snýr seg um framhaldandi
tjakið um nýggjan flogvøll,
ella eina eyka lendingarbreyt
í Klovanum, tætt við ver
andi floghavn. Hann vísir á,
at sum felag fer Atlantsflog
altíð at virka undir teimum
umstøðum og fortreytum,
sum nú einaferð eru gald
andi.
Hetta merkir sostatt eis
ini, at vit gott kunnu virka,
hóast ongar ábøtur verða
framdar í Vága Floghavn.
Men eg haldi ikki, at tað er
órímiligt at ynskja sær ábøt
ur á føroyska undirstøðu
kervi til flogferðslu, tá ið
havt verður í huga, hvussu
stórar íløgur eru framdar í
føroyska ferðslukervi sum
heild hesi seinastu 25 árini,
sigur Magni Arge.
Hann hevur áður víst á, at
bæði trygd og regularitetur
kunnu
hækkast
við
at
fremja íløgur í betri inn
flúgvingartól,
nýmótans
ljós og eina longri lending
arbreyt. Hesar íløgur eiga
at verða framdar sum skjót
ast, so til ber at nýta fleiri
ymisk sløg av flogførum
tyngri sum lættari og at
hesi kunnu lenda undir tor
førari veðurlíkindum enn í
dag.
Skeivt at tengja
saman
Magni Arge vísir eisini á, at
jú støðugari arbeiðstreytir
Atlantsflog hevur, tess lætt
ari er tað hjá felagnum at
gera álítandi framskrivingar,
og síðani at fremja íløgur í
tráð við hesar.
Eg má bara vóna, at av
gerðin um at leingja flog
vøllin í Vágum stendur við,
so vit kunnu koma víðari
innan lutfalsliga stutta tíð.
At man seinni møguliga tek
ur avgerð um at gera eina
størri floghavn, tað er fín
asta slag. Men ábøtur á ver
andi undirstøðukervi, sum
eftir mínum tykki eiga at
verða gjørdar sum skjótast,
mugu ikki verða tengdar at,
hvørvítt vit í Føroyum
skulu hava ein nýggjan flog
vøll ella ei, heldur Magni
Arge.
Hann vísir á, at íløgur inn
an undirstøðukervi til flog
ferðslu sum oftast verða
avskrivaðar yvir eitt langt
áramál kanska eini 50 ár
og at føroyingar fáa stórt
gagn av verandi flogvølli,
um ein nýggjur flogvøllur
verður lagdur soleiðis, at
veðurumstøðurnar
kom
pensera hvønn annan..
Sum felag fer Atlantsflog
framhaldandi at virka undir
teimum umstøðum, sum nú
einaferð eru galdandi. Men
sum føroyingur hevði eg
ynskt, at viðurskiftini vóru
betri, sigur Magni Arge.
Ábøtur meira átrokandi
enn nakrantíð
Tað er torført hjá Atlantsflog at leggja ætlanir fyri
framtíðina undir núverandi umstøðum, har ið
ongi útlit eru til eina politiska semju um eitt betri
føroyskt undirstøðukervi innan flogferðslu, heldur
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog
Russar sett fleiri lond á svartalista
Tað eru sanniliga ikki bara føroysk virkir, sum russiska matvørueftirlitið heldur eygað
við. Nú hava russisku myndugleikarnir boðað íslendingum frá, at tær 41 íslendsku
fyritøkurnar, sum hava havt útflutningsloyvi til Russlands, eru settar á svartalista og
hava mist loyvið. Somu boð hava útflutningsfyritøkur í Argentina, Kili, Peru, Uruguay
og Kasakstan fingið. Samstundis hava fyritøkur í Avstralia, Týsklandi, Grikkalandi,
Kanada, Indonesia, Niðurlondum, Portugal, Fraklandi, Japan og Svøríki fingið boð um,
at tær eru góðkendar sum útflytarar. Í Danmark hava allar fyritøkurnar við undantak av
trimum fingið góðkenning, skrivar NTB.
Eitt lítið KT-virki
er blivið 1 ár
Vit hava loyst uppgávur innan Microsoft SharePoint fyri smáar kundar
við 10 starvsfólkum og fyri stórar kundar við 1.6 mió brúkarum á teirra
ekstraneti.
Hava eisini verið ráðgevar og undirveitarar í sambandi við verkætlanir
á 1.3 mia krónur.
Stutt sagt, so elska vit at loysa uppgávur í SharePoint!
SkráSettur MicroSoft Partnari
Grafikmaster tel 227000
Intra er leiðandi innan Microsoft SharePoint við kundum á privata og almenna økinum, bæði í
føroyum og í Danmark. Vit hava hollar royndir innan Microsoft, .net, SharePoint og office 2007.