týsdagur 4. november 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
- Tað fyrsta, sum vit
nú fara at fyrireika, er
grundarlagið undir
projekteringum, sum
skal leggjast. Hetta
arbeiðið fer helst
at strekkja seg yvir
komandi vár, men
um eitt ár ella hálvt
annað er væntandi,
at útbyggingarnar
eru komnar í gongd
á flogvøllinum,
sigur Dávur Reinert
Hansen, forstjóri í P/F
Vága Floghavn
Flogvøllur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Dávur Reinert Hansen, ið
tók við starvinum sum for
stjóri í P/F Vága Floghavn
1. oktober í ár, sigur, at
hann er væl móttikin av
starvsfólkunum og fallin
væl til, hóast tíðin í starv
inum enn hevur verið stutt.
Næsti maður hansara er
Finnbogi Niclasen, sum
hevur verið flogvallaovasti
og fremsti maður í Vága
Floghavn í mong ár. Teir
báðir hava kenst leingi, og
eingin ivi er um, at sam
starvið teirra millum verður
gróðrarríkt – til frama fyri
tænastuna í Vága Floghavn
og tey út við 40 starvsfólk
ini, sum dagliga starvast
har.
Almennu Føroyar eiga
Vága Floghavn, sum gjør
dist alment partafelag í
2007, og í summar er so alt
virksemi formelt lagt yvir í
partafelagið.
Tað er soleiðis vinnumála
ráðið og landsstýrismaður
in í vinnumálum, Jóhan
Dahl, sum umsitir ognirnar
á flogvøllinum fyri lands
stýrið.
Avbjóðandi
útbygging
Dávur Reinert Hansen er
verkfrøðingur
og
hevur
áður verið stjóri í báðum
undirsjóvartunlunum, Vága
tunlinum og Norðoyatunlin
um, eins og hann eisini
hevur verið stjóri í privata
partafelagnum, P/F Skála
fjarðartunnilin.
Nú stendur so avbjóðing
in hjá honum í Vága Flog
havn, har stórar og spenn
andi útbyggingar standa
fyri framan.
Landsstýrið hevur gjørt
av at brúka tær 365 miljónir
krónurnar, sum eru í Ílegg
ingargrunninum, til leingjan
av flogvøllinum og útbygg
ing av terminalinum. For
stjórin heldur avgjørt, at
hetta eru ógvuliga spenn
andi verkætlanir.
Málið er at leingja flog
vøllin úr 1250 metrum upp
í 1600 metrar, samstundis
sum terminalurin skal víðk
ast, soleiðis at vit kunnu
veita viðskiftafólki eina
uppaftur betri tænastu.
Dávur Reinert Hansen
sigur, at enn er ógjørligt at
siga, hvussu langt hesin
peningurin fer at røkka, og
nevnd
og
leiðsla
fara
sjálvsagt at arbeiða sambært
politiska viljanum, sum fer
at vísa seg so hvørt, sum
útbyggingarætlaninar gerast
meira ítøkiligar og kostnað
armetingar fara at fyri
liggja.
Tað fyrsta, sum vit nú
fara at fyrireika, er grundar
lagið undir projekteringum,
sum skal leggjast. Hetta
arbeiði fer helst at strekkja
seg yvir komandi vár.
Byggja paralelt
Forstjórin sigur, at ætlanin
hjá nevnd og leiðslu er, at
leingjanin av sjálvum flog
vøllunum og víðkanin av
terminalinum ætlandi skulu
fara fram um somu tíð –
ella paralelt, sum hann
tekur til.
Tað er tó ikki óhugsandi,
at onnur verkætlanin polit
iskt kann fara at taka longri
tíð enn hin, men vit miðja
sum nevnt eftir, at báðar
verkætlaninar
verða
framdar í senn.
Hann leggur aftrat, at
Vága Floghavn helst ikki
skal koma at brúka ov
nógva tíð upp á at bíða eftir
nøkrum myndugleika.
Gongst, sum vit ætla og
miðja eftir, er hugsandi, at
leingjan av flogvøllinum og
víðkanin av terminalinum
er komin í gongd um eitt
ella hálvt annað ár, sigur
Dávur Reinert Hansen.
Ein avviging
Forstjórin sigur, at sum frá
líður, og projekteringsar
beiði fer í gongd, samstund
is sum felagið fer at síggja
kostnaðarmetingar,
fæst
eisini ein betri og týðiligari
mynd av, hvussu langt tær
365 miljónir krónurnar fara
at røkka.
Samlaða verkætlanin
verður ivaleyst ein avviging,
sum byggir á, at jú longri
vøllurin verður, tess minni
peningur verður til víðkan
av terminalinum – og øvut.
Dávur Reinert Hansen
sigur seg í løtuni ikki vilja
geva eitt boð upp á, hvussu
stórur partur av samlaðu
íløguni verður vøllur, og
hvussu hvussu stórur partur
verður terminalur.
Vit ynskja okkum ein
longri vøll, og vit hava ein
ov trongan terminal, sum
má útbyggjast. Í útbygging
ini er ætlanin at hava fleiri
fráfaringarstøð, soleiðis at
avgreiðslan av ferðafólkum
verða lættari.
Forstjórin sigur, at við
útbyggingini kemur Vága
Floghavn at kunna veita
viðskiftafólki eina uppaftur
betri tænastu, og hetta er
høvuðsmálið við at útbyggja
terminalin.
Útbyggingin ein
stór og spennandi
avbjóðing í Vágum
Dávur Reinert Hansen er
verkfrøðingur og hevur
áður verið stjóri í báðum
undirsjóvartunlunum, eins og
hann eisini hevur verið stjóri
í privata partafelagnum, P/F
Skálafjarðartunnilin
- Vit ynskja okkum ein longri
flogvøll, og vit hava ein ov
trongan terminal, sum má
útbyggjast, sigur Dávur
Reinert Hansen, forstjóri
Eldur í trolara í Kollafirði
Í dag kom eldur í ein russiskan trolara, ið liggur í Kolla
firði. Talan er ikki um heilt stóran eld, men í tíðindunum á
Rás 2 kom fram, at eldur er í ovara dekkinum, og hann
hevur spreitt seg út gjøgnum nøkur av kúgvaeygunum. Tað
er eftir øllum at døma so mikið trygt at vera umborð, at
nakrir av russisku manningini hjálpa Tórshavnar
sløkkiliðið at halda tamarhald á eldinum. Talan er um
hvítan royk, ið kemur upp frá skipinum, so vitni á staðnum
meta, at fult tamarhald er á eldsbrunanum, hóast tað enn
ríkur illa.