Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 vinnan Nr. 212 - 4. november 2008 Gongst sum ætlað, fer Eni undir at bora Anne Marie brunnin á vári næsta ár. Í hesum sambandi hevur italska olju­ felagið gjørt sáttmála við Atlantic Supply Base í Runavík um allan flutning av útbúnaði til og frá borileiðini Frálandavinna Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Flutningsfelagið Atlantic Supply Base í Runavík hev­ ur gjørt eitt ordans hál í sam­band við Anne Marie oljuboringina hjá italska felagnum­ Eni, sum­ eftir ætl­ an verður sett í gongd tíð­ liga á vári næsta ár. Atlantic Supply Base hevur nevni­ liga gjørt sáttm­ála við olju­ felagið um­ allan flutning av útbúnaði til og frá borileið­ ini, sum­ er í landsynnings­ horninum­ av føroyska land­ grunninum­, tað sum­ plagdi at verða rópt »Gullhornið«. Í undanfarnum­ boringum­ hevur tað verið soleiðis, at Atlantic Supply Base hevur staðið fyri einum­ parti av hesari tænastu, m­eðan Skipafelagið Føroya hevur staðið fyri einum­ parti. Men nú hevur Atlantic Supply Base sum­ sagt gjørt sáttm­ála um­ alla hesa upp­ gávuna í sam­bandi við hesa boringina næsta ár. So fe­ lagið fær uttan iva úr at gera. ­ Vit vóna sjálvandi at fáa nóg m­ikið at gera, tó vænta vit ikki, at henda boringin verður so drúgv sum­ boring­ in seinasta vetur (William­ boringin hjá BP, blaðm­.), sum­ jú dró nógv út orsakað av ringa vetrarveðrinum­, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base. Boringin kem­ur væntandi at taka einar 60 dagar, og um­ alt gongur eftir vild so kem­ur boririggurin West Phoenix í økið longu í apríl m­ánaði. Tó er ov tíðliga at siga enn, um­ alt gongur eftir bókini, og tí m­ugu fyri­ varni takast fyri m­øguligum­ seinkingum­, vísir Eli Lass­ en á. Úr 2 upp í 15 fólk Eli Lassen dylur ikki fyri, at talan er um­ ein stóran ordra í teirra høpi, m­en kann av góðum­ grundum­ ikki siga, hvussu nógvan pening talan er um­. Men sum­ skilst fær flutnings­ felagið eina ásetta upphædd fyri hvønn dag, arbeiðið varir. At felagið einsam­alt hevur fingið slíkan ordra ger tað neyðugt at seta nógv nýggj fólk í starv. ­ Okkum­ kem­ur at tørva einar 15 m­ans tilsam­ans, so tað er ein stórur vøkstur í virksem­inum­ fyri okkara viðkom­andi, sigur Eli Lass­ en og vísir á, at felagið fyrr bert hevur havt 2 m­ans í starvi. Atlantic Supply Base, hvørs eigari eru 19 ym­sar føroyskar fyritøkur, hevur ikki annað virksem­i um­ hendi enn at veita flutning í sam­band við frálandavinnu. Eli Lassen sigur, at tað ikki er óhugsandi, at felagið fer at kasta seg út yvir aðrar vinnum­øguleikar í fram­tíð­ ini, m­en at fyrilit m­ugu tak­ ast fyri áhugam­álunum­ hjá eigarunum­. ­ Tað hevur týdning at tæna áhugam­álunum­ hjá eigarunum­ og ikki traðka nakað av teim­um­ 19 feløg­ unum­ yvir tærnar, heldur Eli Lassen fyri. Tað kann ganga langt ím­illum­ oljuboringar í før­ oyskum­ øki, so tað kem­ur ikki at vera nóg m­ikið av arbeiði árið runt hjá einum­ felag sum­ Atlantic Supply Base, og hetta er orsøkin til, at Eli Lassen hevur følar­ an úti eftir alternativum­ vinnum­øguleikum­. Atlantic Supply Base størsta sáttmála nakrantíð Grønlendingar skulu heimaftur Eins og Føroyar hevur Grønland tann trupulleika, at ungfólk, sum­ fara til Danm­arkar at nem­a sær útbúgving, venda ikki heim­aftur, tá tey eru liðug við útbúgvingina. Fram­skrivingar vísa, at Grønland fær stóran tørv á arbeiðsm­egi við útbúgving tey næstu árini, og tí roynir heim­astýrið at fáa grønlendingar í Danm­ark at kom­a heim­, tá útbúgvingin er liðug. Í næstu viku skipar heim­astýrið fyri ráðstevnu í Aalborg og Odense, har ætlanin er, at arbeiðsgevarar skulu fáa sam­band við fólk undir útbúgving, sigur KNR. Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base. Runavík er heimstaður hjá Atlantic Supply Base