týsdagur 4. november 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
Eiga at friða toskin
Teir donsku fiskimenninir, sum plaga at fiska tosk á miðunum har suðuri í Kattegat, eru í
hørðum andróðri í hesum døgum, tí teir hava bæði fiskifrøðingar, umhvørvisfelagsskapir og
stjórnina ímóti sær. Allir hesir partarnir siga, at tað er ikki ráðiligt at fiska tosk í syðra parti
av Kattegat, tí stovnurin er so illa fyri. Ja, sambært fiskifrøðingunum er tað eingin
toskastovnur í Evropa, sum er so illa fyri sum tann har suðuri í Kattegat, og fyribils hava
stjórnirnar í Danmark og Svøríki mælt til at friða toskin í gýtingartíðini til várs. Árliga fiska
danskir fiskimenn fyri einar 130 milliónir krónur í syðra parti av Kattegat.
3. útbjóðing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Eitt av teimum stóru feløg
unum, sum hava verið við í
øllum trimum útbjóðingar
umførum í Føroyum er
StatoilHydro. Tað var við
bæði í 1. útbjóðingarrundu í
2000, í næstu í 2004 og nú í
tí triðju í 2005. StatoilHydro
er
eisini
virkið
beint
hinumegin føroyska markið,
har teir m.a. vóru við til at
finna Rosebank fundið, sum
bert liggur einar 8 fjórðingar
frá tí føroyska markinum.
Vit hava spurt Rúna M.
Hansen, hví StatoilHydro er
so áhaldandi:
Føroyska økið er rættu
liga stórt, og enn hava vit
lutfalsliga lítla vitan um
hetta økið. Men við tí vitan
vit hava, so halda vit, at tað
er vert at halda áfram.
Rýma ikki
So tit rýma ikki úr økinum,
sjálvt um olja enn ikki er
funnin í rakstrarverdugum
nøgdum?
Eg kann kanska siga tað
á ein annan hátt, at vit løg
ið nokk framvegis halda,
at økið er ov gott til at rýma
frá. Vit hava nýtt nógva
orku og pening uppá økið
higartil. Tað verða tó nógv
ár, áðrenn hetta kemur at
gjalda seg aftur, men tað
eru vit heilt greið yvir. Hin
vegin, so vóna vit, at tað fer
at betala seg aftur, og tí
hava vit valt at halda áfram.
Bert tíðin kemur at vísa,
um vit fáa rætt ella ikki.
Men vit hava valt at taka
váðan og tað er ikki óvænt
að ein kalkuleraður váði,
sum tað onkuntíð poppulert
verður sagt.
Savna vitan
Hava tit meira vitan um
økið enn fleiri av hinum fel
øgunum?
Tað veit eg ikki. Vit vita
hvørja vitan vit hava, og
við tí vitanini halda vit
fram. Vit hava sum fyri
støðufelag
borað
tveir
brunnar á Føroyaøkinum.
Tann seinna vit boraðu, var
á basaltinum. Tað var ein
stór avbjóðing at fara undir
tann brunnin, tí vitanin og
royndirnar at bora ígjøgnum
basalt var sera lítil. Men tað
gekk sera væl. Áðrenn hetta
høvdu vit tvær høvðusav
bjóðingar á Føroyaøkinum:
tað jarðfrøðisligu og so tað
at bora ígjøgnum basalt. Í
dag síggja vit ikki tað at
bora ígjøgnum basalt, sum
ta heilt stóru avbjóðingina.
So her er ein stór menning
farin fram síðani ta fyrstu
útbjóðingarrunduna.
Tá
hildu øll oljufeløgini seg
langt burtur frá basaltøkin
um, og vóru bert í landsyn
inghorninum. Í dag hava vit
flutt okkum longur norður
inn á basaltøkið, og tað er
hetta økið, sum vit ætla at
kanna nærri.
Rosebank
Tit eru eisini við í Rose
bank fundinum, sum eisini
liggur norðalaga heilt upp
at føroyska markinum. Er
tað tann vitanin, sum ger, at
tit framvegis eru spent uppá
Føroyaøkið?
Tað er positivt við Rose
bank fundinum. Ta vitanina
brúka vit eisini í hesum
sambandinum,
umframt
aðrar brunnar bæði føroysku
megin og bretsku megin
markið. Ja faktist yvir alt
Atlantsmótið ella Atlantic
Margin, sum vit plaga at
siga. Statoilhydro hevur
sera nógv virksemi í hesum
norðara partinum, og vit
royna at byggja á okkara
royndir vit hava her.
Væntar tú, at olju finst í
rakstrarverdugum nøgdum
í Føroyum ?
Tað kemur bert tíðin at
vísa. Vit vita tað ikki enn,
men sum sagt, vit halda fram
vegis at møguleikin er har.
Føroyaøkið ov gott at rýma frá
- Føroyaøkið er ov gott til at rýma frá. Vit
hava nýtt nógva orku og pening uppá økið
higartil. Tað verða tó nógv ár, áðrenn hetta
kemur at gjalda seg aftur, men tað eru vit
heilt greið yvir. Hinvegin, so vóna vit, at
tað fer at betala seg aftur, og tí hava vit valt
at halda áfram. Bert tíðin kemur at vísa,
um vit fáa rætt ella ikki. Men vit hava valt
at taka váðan sigur stjórin í StatoilHydro í
Føroyum, Rúni M. Hansen
Umboð fyri StatoilHydro her á veg at lata umsókn til Jarðfeingi