Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 vinnan Nr. 212 - 4. november 2008 Fyrsta loyvisumfar á før­ oyska landgrunninum lat aftur 17. mai 2000. Tá komu inn 23 umsóknir umboðandi 17 feløg. Tíðindaskrivið frá Oljufyrisitingini varð so­ ljóðandi: Á middegi í dag var freist­ in at handa umsóknir um leitiloyvi í fyrsta loyvisum­ farinum á føroyska land­ grunninum úti. Tá hevði Oljumálastýrið móttikið 23 umsóknir frá 17 feløgum. Talan er bæði um umsóknir til loyvi við 6 ára og 9 ára leitiskeiðum. ”Eg eri væl nøgdur við talið av umsóknum. Sjálvt um oljufeløgini hava víst føroyska økinum stóran áhuga tey seinastu árini, er tað altíð ringt at meta um, hvussu nógv feløg fara at søkja, tá talan er um eitt heilt nýtt øki. Tað er ein spennandi tíð, sum nú liggur fyri framman, og mín vón er, at leitivirksemið fer at føra til oljuframleiðslu á føroyska landgrunninum, soleiðis at vit í framtíðini fáa eina nýggja og sterka vinnu øllum samfelagnum at gagni”, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum. Fyrsta loyvisumfar varð latið upp 17. februar í ár. Økið, sum er boðið út, ligg­ ur eystan fyri og í ein landssynning úr Føroyum og er um 14.000 ferkilo­ metrar til støddar. Økið er býtt upp í 56 heilar teigar og 26 partteigar. Umsókn­ irnar, ið eru komnar inn í hesum umfarinum, fevna um umleið eina helvt av út­ bjóðaða økinum. Oljufeløgini, sum hava søkt um leitiloyvi á føroyska landgrunninum eru: Agip Amerada Hess Anadarko Atlants Kolvetni BP Amoco British Gas Conoco Dong Enterprise Føroya Kolvetni Marathon Murphy Norsk Hydro Phillips Statoil Texaco Veba Oljumálastýrið miðar móti at veita loyvini í september 2000. Annað útbjóðingarumfar í føroyskum øki lat aftur 17. nov. 2004. Tá komu inn 9 umsóknir umboðandi 8 feløg. Tíðindaskrivið frá Oljufyrisitingini varð soljóð­ andi: Á middegi í dag var sein­ asta freist hjá oljufeløgum at handa inn umsóknir um leitiloyvi í øðrum útbjóðing­ arumfarinum á føroyska landgrunninum. Oljufyri­ sitingin hevur móttikið 9 umsóknir frá 5 samtøkum ella einstøkum feløgum. Tilsamans 8 feløg mynda umsóknirnar ­ Eg eri nøgdur við talið av umsóknum. Tað er partur av okkara framtíðar leiti­ ætlan at flyta virksemið longur inn á landgrunnin, á øki har leitimiðini eru fjald av basaltfláum. Hetta er eitt tøkniliga avbjóðandi øki, og tí eru vit fegin um, at feløgini, sum í dag hava latið inn umsóknir, í stóran mun eru feløg, ið eru virkin á bæði føroyska og bretska partinum av Atlantsmóti­ num. Mín vón er, at arbeiðið, ið verður sett í verk, sum úrslit av øðrum útbjóðingar­ umfari, fer at fáa nýggja vit­ an til vega og skapa grund­ arlag fyri at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­ málum. Annað loyvisumfar lat upp 17. august í ár. Útboðs­ økið er um 19.000 ferkilo­ metrar til støddar. Økið er býtt upp í 83 heilar teigar og 39 part teigar. Størri part­ urin av útboðsøkinum ligg­ ur í ein eystan og landsynn­ ing úr Føroyum, meðan tvey minni øki liggja í ein útsynning sunnan. Oljufeløgini, sum hava søkt um leitiloyvi í hesum útbjóðingarumfarinum, eru: • Atlants Kolvetni • Chevron Texaco • Dong • Føroya Kolvetni • Geysir Petroleum • OMV • Shell • Statoil Av hesum eru Chevron Texaco, Geysir Petroleum og OMV nýggj feløg á før­ oyska landgrunninum. Miðað verður ímóti at veita loyvini skjótast til ber. Triðja útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyskum øki lat aftur mánadagin 3. November 2008. Inn komu 3 umsóknir umboðandi 5 feløg. Tíðindakrivið frá Jarðfeingi varð soljóðandi: Tann 11. juli 2008 varð 3. útbjóðingarumfar til kolvetnisleiting latið upp, og freistin at lata inn umsóknir var úti á middegi í dag. Jarðfeingi hevur móttikið tríggjar umsóknir frá tilsamans fimm feløg­ um. Johan Dahl, landsstýris­ maður í vinnumálum, sigur: ­ “Vit høvdu kanska vónað at fáa fleiri enn tríggjar umsóknir, men vit fegnast um, at feløg við stórum kunnleika til føroyska økið framhaldandi síggja møgu­ leikar her. Nógv leitivirk­ semi er í teimum verandi 11 loyvunum, og við loyv­ unum, sum nú væntandi verða latin, verður virksem­ ið økt og samstundis víðkað til nýggj øki. Tað er mín vón at hetta virksemið førir til, at kolvetni verða funnin í rakstarverdum nøgdum, soleiðis at Føroyar búskap­ arliga fáa fleiri bein at standa á .” Miðað verður ímóti at avgreiða umsóknirnar í hesum árinum. Feløgini, ið søkt hava, eru: Atlantic Petroleum DONG Energy Føroya Kolvetni GeysirPetroleum StatoilHydro Samskip minkar siglingingina til Íslands Innflutningurin til Íslands er minkaður munandi, nú búskaparkreppa merkir landið. Av tí hevur Samskip endurskoðað siglingarætlanina. Framyvir fara trý skip at røkja rutuna til og frá Íslandi og Føroyum í mun til verandi fýra skip. Akrafell verður tikin úr rutuni á Føroyar/Íslands leiðini og fer í rutu aðrastaðni. Hvassafell heldur fram við rutuni Reyðarfjørður, Kollafjørður, Rotterdam og Immingham, men fer ikki á Reykjavík. Hetta merkir, at Hvassafell fer av Kollafirði 9. hvønn dag.Rutan hjá Arnarfell og Helgafell er óbroytt og fara teir framhaldandi, at sigla vikuliga millum Reykjavík, Grundartanga, Vestmannaoyggjarnar, Immingham í Bretlandi, Rotterdam í Hollandi, Cuxhaven í Týsklandi, Varberg í Svøríki, Aarhus í Danmark og Kollafjørð. ­ Við hesari broyting hevur Samskip lagað siglingarætlanina og felagið, í mun til nýggju fortreytirnar á Íslendska marknaðinum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Samskipum í Føroyum. 3. loyvisumfar 2008 1. loyvisumfar 2000 2. loyvisumfar 2004 Rúni M. Hansen, stjóri í StatoilHydro í Føroyum her saman við stjóranum á Jarðfeingi, Petur Joensen Geysir Petroleum við umsókn til Jarðfeingi Faroe Petroleum við umsókn til Jarðfeingi