Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 vinnan Nr. 212 - 4. november 2008 Alt sá so gott og lov­ andi út, tá vit 1. juli í ár fingu eina broytta og á pappírinum meira liberala útlendingalóg. Tíðin, síðan lógin kom í gildi, hevur víst, at tað er lætt at fáa fólk higar at arbeiða og sigla. Hinvegin tekur tað langa tíð hjá teimum at fáa tey rættindi, sum borgarar í Føroyum annars hava – við adressu, lækna, røttum skatti og luti í føroyskum skipanum annars. Men felags fyri útlendingarnar er, at tey taka lut í øllum gjøldum, sum samfelagið áleggur teimum – heilt frá fyrsta arbeiðsdegi Útlendingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum 30. oktober høvdu vit grein um útl­ endskar fiskimenn, sum sigla við føroyskum skip­ um. Talan var um menn, sum hava ógvuliga trupult við at fáa síni viðurskifti í Føroyum í rættlag, soleiðis at teir kunnu liva sum aðrir borgarar í Føroyum – ikki bert við skyldum – men eisini við somu rættindum, sum føroyingar annars, meðan teir virka her. Í greinini varð víst á, at hesir menn eftir broyttu útlendingalógini, sum kom í gildi 1. juli í ár, hava havt trupulleikar við p­talinum, sum øll tann føroyska skip­ anin byggir á og soleiðis eisini við minstuløn, sjó­ manskatti og viðurskiftun­ um við peningastovnar. Av órøttum komu vit í ein ávísan mun at reisa iva um virksemið hjá Sp/f Crew, sum hevur tikið fleiri av hesum monnum heim til Føroya at sigla og arbeiða. Er tað nakað einstakt fel­ ag ella arbeiðsgevari, sum kennur viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini í Føroyum út í æsir, er tað eitt felag sum Crew, sum hvønn dag arbeiðir við slíkum málum og loysnum. Trupulleikarnir snúgva so sanniliga ikki bara um útlendskar fiskimenn við føroyskum skipum, men so sanniliga eisini um onnur arbeiðsfólk, ið komin eru úr ES­londum til Føroya at arbeiða, liva og virka. Tiga ella tala Sosialurin hevur vitjað Crew, sum húsast á Sand­ víkarhjalla og hevur fingið felagið at lýst okkum og almenninginum teir trupul­ leikar, ið felagið sum ar­ beiðsgevari og tey arbeiðs­ fólk, tey hava tikið til landið, í veruleikanum hava at dragast við. Á skrivstovuni hittu vit Carl Kristiansen, marknað­ arleiðara og Jónas Sigmars­ son, stjóra. ­ Tú veit ongantíð, nær ella um rætt er at fara út alment við viðurskiftum sum hesum, tí tú vilt ikki gera støðuna verri, enn hon er – hvørki hjá teimum, sum komin eru higar, ei heldur hjá okkum sjálvum, sum hava so nógv samskifti og samstarv við myndug­ leikar og stovnar. Men teir halda kortini, at nú hol er sett á hesi við­ urskifti, er umráðandi, at tað, sum kemur á prent, er rætt, eftirfarandi og ikki misvísandi. Teir vísa á, at tá útlend­ ingalógin varð broytt 1. juli í ár, viðførdi hetta, at ar­ beiðsgevarar, ið eru for­ hondsgóðkendir, sum tað eitur, kunnu taka fólk úr ES­londum heim og seta tey í starv í Føroyum bein­ anvegin. ­ Tá hesi fólk eru komin til landið, skal forhonds­ góðkendi arbeiðsgevarin senda inn eina umsókn (AR8­skjal) til Udlændinge­ service í Danmark, har søkt verður um arbeiðs­og uppi­ haldsloyvi. Carl og Jónas siga, at hetta í sær sjálvum skuldi verið ein stór broyting í mun til gomlu skipanina, har fleiri mánaðir kundu ganga, áðrenn viðurskiftini vóru greið, og tú kundi taka fólk heim at arbeiða. ­ Fyri fólk, sum koma til Føroya at arbeiða á landi, er nýggja skipanin á einari leið. Tey kunnu koma higar og byrja at arbeiða bein­ anvegin, og eftir umleið 14 døgum fáa tey eitt fyribils p­tal, so tey kunnu fáa eina konto, hagar lønin kann flytast. Skyldir – men eingi rættindi Men tað eru eisini vansar við hesi skipan, og teir eru ikki fáir og smáir. ­ Soleingi, hesi fólk ikki hava eitt permanent p­tal, kunnu tey ikki flyta í eina føroyska kommunu, og tá tey ikki eru í føroyskari kommunu, kunnu tey heldur ikki fáa ein kommunu­ lækna. Carl og Jónas siga, at trupulleikin hjá útlendsku fiskimonnunum er uppaftur størri enn hjá fólki, sum komin eru at arbeiða uppi á landi. ­ Fiskimenn kunnu ikki fáa minstuløn, soleingi teir ikki hava permanent p­tal og soleiðis heldur ikki bústað í nakrari kommunu. Aðrir trupulleikar, sum vit hava sæð hjá fiskimonnum við fyribils p­tali, er, at teir eru komnir í skeivan skatta­ bólk, og onkur er enntá endaður í FAS, Føroysku Altjóða Skipaskránni. Meðan onkur fiskimaður hevur goldið 15% í skatti tann fyrsta túrin, hevur ein annar við sama skipi goldið væl omanfyri 40%. ­ Truplu umstøðurnar gera, at summir fiskimenn hótta við at fara heimaftur, og tað eru eisini teir, sum longu eru farnir. Carl og Jónas siga, at soleiðis, sum umstøðurnar eftir broyttu útlendingalóg­ ini eru, kunnu hesir fiski­ menn og fólk, sum eru kom­ in til arbeiðis á landi annars, slett ikki liva á sama støði sosialt, sum føroyingar annars. ­ Allir útlendsku fiski­ menninir eru limir í Føroya Fiskimannafelag og tey, sum komin eru til Føroya at arbeiða í handverks­ella fiskivinnuni, eru limir í teimum fakfeløgum, sum umboða hendan partin av arbeiðsfólkinum. Teir siga, at hóast hesi fólk longu frá fyrsta degi rinda limagjøld, skatt og gjøld til eitt nú ALS og barsil, fáa hesir borgarar ikki teir ágóðar, sum tey annars eiga í samfelagnum. ES­borgarar við ongum rættindum í Føroyum Noreg og Ísland gjørt oljuavtalu Tá norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, var í Reykjavík í gjár, skrivaðu hann og Geir H. Haarde, forsætisráðharri, undir eina avtalu um, hvussu olju­ og gasstilfeingið undir havbotninum millum íslendska markið og markið kring Jan Mayen skal umsitast. Íslendska stjórnin fyrireikar seg til at bjóða oljufeløgum at leita eftir olju og gassi á einari leið millum Ísland og Jan Mayen. Sambært einum sáttmála frá 1991 hevur Noreg rætt til 25 prosent av virkseminum, um Ísland ger av at fara undir olju­ og gassvirksemi á einum ávísum parti av íslendska landgrunninum, skrivar Aftenposten. ” »Vit hava stórar ætlanir við okkara felag, og Føroyar skuldu ætlandi bert verða ein lutfalsliga lítil partur av okkara virksemi…« (Carl og Jónas)