týsdagur 4. november 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
- Orsøkin er snøgt sagt
permanenta p-talið, sum
tey ikki fáa, fyrr enn tey
hava fingið formella uppi-
halds-og arbeiðsloyvi í Før-
oyum og harvið eitt »klistri-
merkið«, sum løgreglan
setir í passið.
Men hvar liggur so tann
stóri trupulleikin, og hvussu
kann málið loysast?
Yppa øksl
Sum vit nevndu tíðliga í
greinini, skal forhondsgóð-
kendi arbeiðsgevarin, sum
hevur tikið fólk heim til
Føroya at arbeiða, søkja
Udlændingeservice í Dan-
mark um arbeiðs-og uppi-
haldsloyvi til síni arbeiðs-
fólk og fiskimenn.
- Vit lótu okkara fyrstu
umsóknir eftir broyttu lóg-
ini inn longu 6. august í ár,
men enn hevur eingin teirra
fingið svar upp á nakað
sum helst. Tað er góðkenn-
ingin hjá Udlændingeser-
vice, sum gevur hesum
fólkum nøktandi viðurskifti,
men tað hevur bara tikið so
ógvuliga langa tíð at bíða
eftir hesi góðkenning.
Carl og Jónas skera út í
papp og siga, at tað er ikki
fyrr enn henda góðkenning
er komin úr Danmark, at
útlendsku
arbeiðsfólkini
eftir broyttu lógini kunnu
flyta sína adressu til Føroya,
soleiðis at tey kunnu virka
undir vanligum viðurskift-
um eins og okkara egnu
borgarar.
- Vit hava roynt at »rugg-
að bátin« við at tosa við
TAKS, Útlendingastovuna
og Landsfólkayvirlitið, um
ikki ein einfaldari loysn
kann finnast, meðan bíðað
verður eftir Udlændinge-
service. Hetta førdi til, at
stovnarnir høvdu ein fund
saman fyri at viðgera henda
stóra
trupulleika.
Crew
royndi at sleppa við á fund-
in fyri at lýsa trupulleikan
frá teirri síðuni, sum stovn-
arnir ikki kenna so væl,
men hetta læt seg ikki
gera.
Crew hevur tó skilt, at
úrslitið av felags fundinum
sambært Útlendingastovuni
er ein samandráttur, sum er
latin Innlendismálaráðnum.
- Vit hava roynt at fregnast
eftir, hvat kanska fer at
henda, so korini hjá útlend-
ingum í Føroyum kunnu
batna, men svarið, vit hig-
artil hava fingið, er, at best
man vera at trýsta á donsku
Udlændingeservice fyri at
fáa tey at viðgera umsókn-
irnar skjótari.
Men Carl og Jónas halda,
at hetta bara er ein lættur
máti hjá stovnunum at
sleppa sær undan ábyrgd.
- Øll, sum hava tikist við
útlendingamál,
vita,
at
Udlændingeservice
ikki
letur seg trýsta. Tey siga, at
tey eru nógv undirmannað.
Ein kvinna, sum arbeiðir
har, segði, at bert tvey fólk
arbeiða við hesum – og at
viðgerðin nóg illa er byrjað,
siga teir.
Egnan barm
Crew sigur, at fyri tey, sum
arbeiða við at taka útlend-
ingar heim til Føroya at
arbeiða, er bert ein loysn í
ljósmála í løtuni.
- Loysnin er, at vit í
Føroyum taka í egnan barm.
Vit mugu taka okkum sam-
an og loysa henda trupul-
leika, sum hevur stungið
seg upp við broyttu útlend-
ingalógini.
Carl og Jónas siga, at
loysnin er at fáa Landsfólka-
yvirlitið at geva hesum fólk-
um eitt permanent p-tal
beinanvegin, tí hesi fólk
gjalda jú alt, tey skulu heilt
frá fyrsta degi, tey eru her.
- Sjálvandi eigur Taks,
sum annars hava verið hjálp-
som í slíkum viðurskiftum,
eisini at seta útlendingarnar
í rættan skattabólk bein-
anvegin.
Teir halda, at skuldi tað
seinni víst seg, tá Udlæn-
dingeservice umsíðir hevur
viðgjørt einstøku umsókn-
irnar, at onkur umsókn ikki
verður gingin á møti, kunnu
hesi fólk sendast heimaftur.
Tað er ikki verri enn tað.
- Í teirri longu tíðini, sum
ein slík viðgerð tekur, kann
persónurin so hóast alt hava
virkað sum ein vanligur
skattaborgari hesa tíðina – í
staðin fyri sum nú, har hesi
fólk meira ella minni eru
vorðin annanfloks borgarar
í Føroyum – við ongum
rættindum, bert skyldum,
siga Carl og Jónas.
Skulu siga »da«
Teir vísa á, at Udlændinge-
service eftir øllum at døma
eisini er farið at gera um-
støðurnar uppaftur truplari,
enn tær longu eru.
- Nú krevja tey í donsku
umsitingini,
at
eitt
nú
navngivnu polakkarnir, sum
vit ringja fyri, skulu sita við
síðuna av okkum og siga da
(ja), tá vit tosa við Udlæn-
dingeservise. Hetta ger ikki
uppgávuna, sum framman-
undan er torfør og tyngjandi,
lættari.
Teir eru samdir um, at
eingin hevði droymt um, at
trupulleikin skuldi gerast
so stórur við at fáa góðkenn-
ingina úr Danmark, nú vit
endiliga høvdu fingið eina
broytta og á pappírinum
meira librala útlendingalóg
fyri
borgarar
úr
ES-
londum.
- Vit hava so eingi svar
fingið enn, og líkt er til, at
føroyski myndugleikin bara
hevur sett seg aftur á at
bíða, samstundis sum vit
hava fingið fólk heim at
arbeiða, sum ikki kunnu
hava eitt sømiligt lív. At
síggja til, halda føroyskir
myndugleikar fram eins og
áður at skúgva útlendinga-
málið frá sær.
Carl og Jónas halda, at
tað minsta, sum man eigur
at kunna vænta av føroysku
myndugleikunum, er, at tey
síggja
trupulleikan
og
kunnu verða við til at loysa
hann, so hesi fólk ikki
framhaldandi skulu liva
sum annan floks borgarar í
Føroyum.
- Tað stutta av tí langa er,
at eingin, sum vit hava
fingið heim til Føroya undir
broyttu lógini, enn er slopp-
in at flyta adressu heim til
Føroya, og harvið hava hesi
fólk heldur ikki fingið lut í
teimum
skipanum,
sum
samfelagið hevur. Kortini
eru tey so skjótt, tey byrjaðu
at arbeiða, vorðin ein partur
av føroyska samfelagnum
– við teimum skyldum, sum
allir løntakarar hava, siga
teir.
Crew var fyrst
Sp/f Crew var fyrsta før-
oyska fyritøkan, sum fekk
forhondsgóðkenning til at
taka fólk heim eftir broyttu
útlendingalógini.
Teir vænta, at einar 150-
200
umsóknir
soleiðis
liggja í Udlændingeservice,
sum bíða eftir danskari góð-
kenning.
- Vit hava stórar ætlanir
við okkara felag, og Føroyar
skuldu ætlandi bert verða
ein lutfalsliga lítil partur av
okkara virksemi. Nú mugu
vit renna frá Hanusi til
Janus fyri at hjálpa hesum
fólkum
ymsastaðni
í
skipanini, og vit hava enntá
verið á skaðastovuni við
fólkum, sum ikki sleppa til
ein kommunulækna.
Carl Kristiansen og Jónas
Sigmarsson eru avgjørdir
um, at Føroyar sum sam-
felag eiga at standa saman
um at loysa henda trupul-
leika alt fyri eitt.
Óvanligur fiskiskapur
Teir seinastu dagarnar hava garnabátar fingið óvanliga
nógvan fisk úti fyri Vardø í Noregi. Tað sjáldsama er, at
bátarnir fáa at kalla bara tosk, og tað er púra óvanligt
hesa tíðina á árinum, skrivar Fiskaren. Ein maður, sum
hevur rikið fiskiskap á Vardø-leiðini seinastu 10 árini,
sigur við blaðið, at hann hevur ongantíð vitað um nakað
slíkt áður um hesa tíðina. Tað vanliga er, at bátarnir fram
við Finnmarksstrondini plaga at leggja um til línu um
hesa tíðina, men lívið í sjónum er ikki, sum tað plagar at
viera, skrivar Fiskaren.
- Tað stutta av tí langa er, at
eingin, sum vit hava fingið
heim til Føroya undir broyttu
lógini, enn er sloppin at flyta
adressu heim til Føroya,
siga Carl Kristiansen (v.m.)
og Jónas Sigmarsson frá
fyritøkuni Crew, sum bjóða
útlendska arbeiðsmegi
Mynd: Jens Kr. Vang
”
»Nú mugu vit renna frá Hanusi til Janus
fyri at hjálpa hesum fólkum ymsastaðni
í skipanini, og vit hava enntá verið á
skaðastovuni…«
(Carl og Jónas)
- Truplu umstøðurnar gera,
at summir fiskimenn hótta
við at fara heimaftur, og tað
eru eisini teir, sum longu eru
farnir, siga Carl Kristiansen
og Jónas Sigmarsson á Crew
Mynd: Vilmund Jacobsen