Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 vinnan Nr. 212 - 4. november 2008 Ein dreymur er gingin út fyri handilsmannin Birgir Johannesen, sum eigur og rekur Bátatænastuna. Fyri einum ári síðani keypti hann ein bygning í Álakeri, sum nú er vorðin ídnaðar­ handilsmiðstøð. Fyritøkurnar sum eru fluttar inn har eru Fastus, Install og Bátatænastan; men væntandi kemur onkur afturat í næstum Ídnaður og handil Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Leingi er tað ið væl skal vera. Soleiðis verður mang­ an tikið til, og tey orðini kann handilsmaðurin Birgir Johannesen, stjóri í P/F Bátatænastuni, taka undir við. Eftir at hava leitað leingi og væl eftir einum betri hóskandi staði til Bátatænastuna, stóð honum knappliga í boði at keypa ein bygning beint við sjóvar­ málan. Bygningurin stendur í Álakeri og er sami bygn­ ingur, sum gamla Royki­ virkið helt til í. Eigari av bygninginum er Marine Base, sum er eisini eigari av Bátatænstuni. Vit leitaðu leingi eftir ein­ um staði, har vit kundu taka bátar upp á turt, og eina tíð sá heldur svart út. Men tá so hesin bygningurin stóð til sølu fyri einum ári síðani, hildu vit tað vera rætt at smekka til, sigur Birgir Johannesen, stjóri í Marine Base og Bátatænastuni. Eftir at Roykivirkið gavst við sínum virksemi fyri nøkrum árum síðani, hevur bygningurin verið brúktur til onnur endamál, sum til dømis goymsluhøli hjá Fiskavirking. Bátatæn­ astan helt frammanundan til í einum minni bygningi í Gríms Kambans gøtu, har hon hevði verið síðani 1993, men við hesum 1200 fermetra stóra bygn­ ingin eru munandi betri umstøður bæði innandura og uttandura. Tó var eingin ivi hjá Birgiri um, at ein partur av bygninginum skuldi leigast út til aðrar fyritøkur. Trý onnur leigumál Á tí fremru síðuni á bygn­ inginum eru fýra leigumál, sum øll eru eins stór, umleið 200 fermetrar hvørt. Har heldur Bátatænastan til í tí eina, meðan tvær aðrar fyri­ tøkur eru fluttar inn í tvey av hinum. Tann næsta er handilin Fastus, sum millum annað selir ídnaðarkøkar og køks­ útgerð til skip og frálanda­ vinnuna. Fastus er partur av íslendsku fyritøkuni av sama navni. Tann triðja er felagið Install, sum veitir eitt breitt úrval av tænastum til ídnaðin, so sum uppseting av maskinum og elektriskum tólum. Install umboðar eisini útlendskar veitarar so sum Grundfoss og MJK. Tað fjórða leigumálið av hesum slagnum stendur framvegis tómt, men arbeitt verður við at fáa tað leigað út eisini. Umstøðurnar at reka ídnaðarvirksemi eru góðar, og her eru góð parkerings­ viðurskifti; hartil leiga vit út fyri ein sámuligan prís, sigur Birgir Johannesen. Uttanfyri bygningin er ikki heilt liðugt enn, Birgir Johannesen sigur, at har skal fríðkast um, asfalterast og gøtuljós setast upp. Hann sær eisini fram til, at tað í framtíðini verður gjørdur ein bátahylur í Ála­ keri, beint við hendan bygningin, so sum ætlanin hjá býráðnum eisini hevur verið í nøkur ár. Bátahotell Á aftaru síðuni á bygningi­ num er eitt fimta leigumál, sum Marine Base er í ferð við at gera til eina bátahøll – ella bátahotell, sum vit eisini kunnu kalla tað. Her kunnu bátaeigarar leiga seg inn, sum vilja hava bátin upp á turt til dømis í vetrarhálvuni, ella um teir bara ynskja góðar umstøður at arbeiða upp á bátin, sigur Birgir Johanne­ sen, meðan hann vísir mær runt í høllini, har ein bátur longu er komin inn at standa. Men ætlanirnar hjá Birg­ iri Johannesen steðga ikki her, hann ætlar nevniliga í framtíðini at gera eitt kar uttanfyri, so at bátarnir kunnu vaskast og reinsast, áðrenn teir verða tiknir inn. Bátatænastan hevur ann­ ars hálva øld á baki, tað var nevniliga í 1958 at felagið byrjaði sítt virksemi og fekk umboð upp á Volvo Penta bátamotorar. Hetta árið varð sáttmáli gjørdur um sølu av tí fyrsta motori­ num, ið kom til landið árið eftir, í 1959, og varð seldur til Reyða Kross. Nýggj handilsmiðstøð latin upp í Álakeri Birgir Johannesen blaðar runt í einari gamlari fakturamappu og rennir seg í tann fyrsta fakturan hjá Bátatænastuni nakrantíð. Fakturin er frá 1959, tá tann fyrsti Volvo Penta motorurin varð seldur til skipið Reyða Kross. Motorurin kostaði tá knappar 30.000 krónur. Nógvar uppsagnir í Íslandi Íslendski arbeiðsmarknaðarstovnurin kunngjørdi í gjár, at umleið 2.500 íslendingar vórðu samdir úr starvi í síðsta mánað. Gissur Pétursson, stjóri á arbeiðsmarknaðar stovninum, sigur við Vísir, at tær flestu uppsagnirnar komu í síðstu viku, og at tað vóru serliga fólk í byggivinnuni, bankunum og framleiðsluvinnuni, sum mistu arbeiðið. Tey umleið 2.500, sum fingu uppsøgn í oktober, koma ikki á yvirlitið hjá arbeiðsloysisskipanini enn. Har standa í løtuni umleið 4.200 fólk skrásett sum arbeiðsleys, men Gissur Pétursson væntar, at fleiri afturat fara at missa arbeiðið í vetur.