Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 4. november 2008 41 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Elisabet Frederikka Danielsen, vanliga nevnd Drikka, andaðist 2. november á Eldrasam­ býlinum á Tvøroyri, 100 ára gomul. Jarðarferðin hjá Linu Jacobsen, við Gjógvará í Fuglafirði, verður úr Siloa týsdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Linu, kunnu lata Siloa eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Jarðarferðin hjá Helgu Mikkelsen í Klaksvík verður úr Christianskirkj­ uni týsdagin klokkan 13. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey, ið vilja minn­ ast Helgu, kunnu lata Vistarheiminum eina peningagávu. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kristina S. Ferjá (Dinnafía) Gjógv doyði og varð jarðað. Vit takka Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, fyri troystarrík og vøkur orð á Mørkini og í kirkjuni. Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum, berarum, gravarum og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Vit takka tykkum á Mørkini fyri tíðina, Dinnafía og Jógvan Sofus búðu har. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Gjáar kirkju. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Gerda, Sjúrður, Katrin, Jónhild og Kristina Dagurin 4. november. Otto. Ivingarsamt er, hvør hesin Otto er, men líkt er til, at sipað verður til biskupin Otto úr Bamberg, sum doyði í árinum 1139. Politiskur fundur, tónleikur og café verður á Margarin­ fabrikkini í Tórsgøtu hós­ kvøldið 6. november. Eins og til løgtingsvalið í január skipar Margarinfabr­ ikkin fyri politiskum fundi hóskvøldið 6. november kl. 19.30. Tiltakið byrjar kl.19.30. Tá spæla Líggjas og Flóvin nøkur løg og høvi verður at keypa kaffi og køkur. Kl. 20 byrjar sjálvur fundurin. Ætlanin við tiltakinum er, at geva yngstu veljarunum og yngstu valevnunum í Tórshavnar kommunu, høvi at hittast í einum hugnalig­ um og ungdommiligum umhvørvi. Tey yngstu valevnini eru: Birgith Lassen, listi A, Nicolaj Falck, listi B, Rúni Djurhuus, listi C, Heðin D. Poulsen, listi D, Tórur av Kák Olsen, listi E og Frank Jacobsen, listi H. Tiltakið er alment og ókeypis Politiskur fundur á Margarin- fabrikkini Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í 2007. Myndin er tikin í 1990, tá fyrrverandi í flokksfelagar í Realskúlan­ um frá 1940 hittust í Horna­ húsunum í Havn til 50 ára hátíðarhald. Aftasta rað f.v.: Dánjal Magnussen, Poula Jacobsen (Christiansen), Lisa Hansen (Næss), Gudny Jacobsen (Rubeksen), Oda Gaard­ Hansen (Olsen), Helena Dal­Christiansen (Poulsen), Karolina Hansen (Petersen), Ingibjørg Jacobsen (Johannesen); Margith Jacobsen (við Rætt) og Oluf Simonsen. Miðraðið f.v.: Bodil Guttesen (Nielsen), Ebba Andreasen (Winther). Fremst f.v.: Ella Ellend­ ersen (Petersen), Anna Jac­ obsen (Long), Eiler Egholm og Inga Juul (Wellejus). Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjals­ dóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 379). Myndaeigari: Helena Poulsen Realskúlanæmingar hittust í 1990