mikudagur 5. november 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213- 5. november 2008
3
Nú Barack Obama
vann amerikanska
forsetavalið, bendir
okkurt á, at ávísir
tolsemismúrar
kunnu falla og geva
afturljóð í restini av
heiminum, metir
Herman Oskarsson,
viðmerkjari
AmerikAnskur
politikkur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
- Nógvir ymiskir forsetar
hava sitið við valdið, men
kortini hevur USA altíð ver-
ið USA, staðfestir Herman
Oskarson, viðmerkjari og
búskaparfrøðingur, sum er
sera ivandi um stóru broyt-
ingarnar, ið nógv vænta av
Barack Obama.
Tó eftir eitt greitt val,
bendir ymiskt á, at nýggjar
røddir verða at hoyra
USA slóðar fyri
Undan amerikanska valin-
um væntaðu Herman Oskar-
son, viðmerkjari, ikki, at
tað fór at fáa stórvegis týdn-
ing, hvør av teimum báðum
forsetavalevnunum fór at
vinna valið. Politikkurin
hjá John McCain og Barack
Obama líkist nógv, og óan-
sæð hvat, so gongur USA
sína egnu leið, staðfesti
Herman Oskarsson. Hann
ivaðist til dømis ikki í, at
uttanríkispolitikkurin
hjá
Amerika enn fer at nýta
hernaðarmegi
at
fremja
egin áhugamál, sum til døm-
is við Irak-krígginum.
So at siga, allur heimurin
hevur við ídni fylgt við í
amerikanska valstríðnum.
Men tá stóri munurin á val-
evnunum ikki er uttanríkis-
politikkurin, hví man heim-
urin vera áhugaður í ameri-
kanskum
innanríkispoli-
tikki?
Tað er ein sannroynd, at
rák í Amerika ávirka allan
heimin, tí um Amerika loyv-
ir ella noktar einhvørjum,
hendir tað ofta, at onnur
samfeløg
fylgja
sama
leisti.
- Konservativ kristin hava
sitið við valdið í USA í so
mong ár, at kanska gevur
broytingin hinum partinum
eina vón. Til dømis tora tey,
ið ynskja samkynt parlag,
kanska betri at traðka fram
nú. Kanska fellir ein tol-
semismúrur í Amerika, í so
máta, eg veit ikki, sigur
Herman Oskarson.
USA flytir seg eisini
Hóast nógv lond nýta
Amerika sum fyrimynd, nýt-
ir Amerika eisini, til dømis,
Evropa sum fyrimynd á
ymsum økjum.
- Búskaparpolitikkurin í
Evropa hevur verið ein fyri-
mynd hjá fleiri konserva-
tivum búskaparfrøðingun-
um. Nú kann væntast at
USA fer at líkjast Evropa á
fleiri slíkum økjum. Fólkið
hjá Obama kann fara at
hyggja enn meira eftir
Evropa, tá avgerðir verða
tiknar hetta skeiðið, sigur
Hermann Oskarsson.
Sostatt ivast hann stórliga
í síni útsøgn fyri valið, har
hann ikki metti valið fara at
hava nakra ávirkan uttanfyri
Amerika.
- Tað er sum við Berlin-
múrinum á sinni, tað óvænt-
aða kann henda; man skal
ongantíð siga ongantíð.
Vetrardekk
Vit hava stórt úrval av kvalitetsvetrardekkum til sera góðar prísir og í flest øllum støddum.
Hygg inn á gólvið ella ring og hoyr nærri.
Reyni Service, Hoyvík • Reyni Service, Klaksvík • Auto Service, við Oyggjarvegin
www.reyniservice.fo
www.autoservice.fo
Heimurin
fylgdi við
Á heimasíðuni www.
iftheworldcouldvote.
com, á føroyskum »Um
heimurin kundi
atkvøtt« nýttu 868.144
heimsbúgvar úr 213
ymiskum londum,
høvið at siga sína
hugsan, við at atkvøða
fyri øðrum av
valevnunum. Her vann
Barack Obama eisini,
sera stórt 87,3% móti
12,7%. Úr Føroyum
komu 150 atkvøður,
har heil 93,3% av
teimum fullu á Obama.
Amerikanskir múrar kunnu falla
Múrar, sum kunnu geva afturljóð um allan heim, fella
møguliga, nú Obama er nýggjur forseti. Hetta metir Hermann
Oskarsson, politiskur viðmerkjari
Mynd: Jens Kristian Vang