Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 213- 5. november 2008 tíðindi – Eg var ikki tað sjálvsagda valevnið, og tað eru tit, sum eiga sigurin, segði Barrack Obama í takkarrøðu síni fyri 70.000 áhoyrarum í Chicago forsetaval Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann næsti forsetin í USA eitur Barrack Obama. Hann er 47 ára gamal, og hann er littur. Hann vann ein sann­ førandi sigur á forsetavali­ num í gjár, tá hann fekk 338 valmenn ímóti teimum 156, sum kappingarneytin John McCain fekk. ­ Er tað nakar, sum fram­ vegis ivast í, um USA er landið, har alt letur seg gera, so hava tit svarið her, segði Barrack Obama í takkarrøðuni fyri umleið 75.000 innbodnum áhoyrar­ um í Grant Park í Chicago. Hann takkaði kappingar­ neytanum fyri ein góðan dyst. ­ John McCain hevur stríðst ein drúgvan og harð­ an valdyst, og hann hevur stríðst uppaftur harðari og longri fyri tað land, sum hann elskar. Hann hevur offrað so nógv fyri hetta landið, at vit kunnu als ikki ímynda okkum tað, segði Obama um mótstøðumann­ in. Hann ásannaði, at hann hevur stórar avbjóðingar fyri framman, og at gøtan fyri framman er brøtt, nú USA er í einari svárari støðu fíggjarliga. Men hann vissaði samstundis áhoyr­ ararnar um, at hann hevur góðar vónir um, at landið kemur burtur úr kreppuni. ­ Yes, we can, svaraði mannamúgvan við orðu­ num, sum Obama sjálvur hevur brúkt sum slagorð undir valstríðnum. Sjálvur vendi hann sær til teirra, Fagnaðurin millum demokratarnar í Chicago og aðrastaðni mundi ikki fingið nakran enda, tá tað bleiv staðfest, at Barrack Obama hevði vunnið forsetavalið forsetaval Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá sjónvarpsstøðirnar kunn­ gjørdu, at Barrack Obama fekk teir 55 valmenninar í Kalifornia, lupu viðhalds­ fólk hansara í heimbýnum Chicago um hálsin á hvør øðrum. Tí úrslitið í Kali­ fornia gjørdi, at Obama hevði fingið meiri enn 270 valmenn, sum skulu til fyri at vinna eitt forsetaval. Tað gjørdi ikki hýrin verri, at John McCain løtu seinni kom á skíggjan og ásannaði sín ósigur. Tað var nú ikki serliga stórur spenningur um úr­ slitið í Kalifornia, tí eingin var í iva um, at meirilutin í statinum fór at atkvøða fyri demokratiska valevninum. Tí vóru demokratiskir afro­ amerikanarar víða um land­ ið langt síðani farnir undir at fagna sínum valevni, áðrenn tað alment bleiv staðfest, at Obama hevði vunnið. Frammanundan vóru úr­ slitini úr fleiri av teimum sonevndu ivastatunum kom­ in, og har hevði tað gingið Obama væl. Fyrst frættist, at hann hevði vunnið í Pennsylvania og í Ohio, og tá tað seinni frættist, at hann eisini hevði vunnið í Florida og í tí erkakonserva­ tiva statinum Virginia, var eingin ivi longur um úr­ slitið. Pennsylvania og Ohio vóru teir størstu statirnir, har úrslitið sambært kann­ ingunum kundi fara báðar vegir. Tær flestu atkvøður­ nar her eru frá hvítum í arbeiðarastættini, og John McCain hevði lagt seg eftir at vinna í báðum statunum. Á forsetavalinum fyri fýra árum síðani vunnu demo­ kratarnir í Pennsylvania, meðan Bush vann í Ohio. Men átakið hjá McCain miseydnaðist. Eitt var, at tað miseydnaðist honum at taka Pennsylvania frá demo­ kratunum, men hann misti eisini Ohio. Fíggjarkreppan Á uppstillingarvalinum hjá demokratunum vann Hillary Clinton bæði í Penn­ sylvania og í Ohio. Tá bendu meiningakanningar á, at tað eydnaðist ongantíð Obama at fáa tak á veljar­ unum har, men eygleiðarar halda, at fíggjarkreppan fekk nógvar veljarar at broyta hugsan. Sjálvt teir veljararnir, sum vóru í iva um at velja ein svartan mann í Hvítu Húsini, sleptu ivanum, skrivar AP. Tá úrslitið úr Kalifornia kom, hevði Barrack Obama vunnið í 23 statum, meðan John McCain hevði vunnið í 18. Vert er at nevna, at Obama vann í øllum teim­ um statunum, sum John Kerry vann í fyri fýra árum síðani. Harafturat vann hann New Mexico, Iowa, Virginia og Ohio, sum George W. Bush vann í fyri fýra árum síðani. Eisini Senatið Sambært fyribilstølunum í morgun fær demokratiski flokkurin meiriluta í Senati­ num. Undan valinum høvdu demokratarnir og republi­ kanararnir 49 senatorar í part. Harumframt eru tveir óheftir, sum vanliga atkvøða saman við demokratunum. Demokratarnir høvdu sett sær fyrio at fáa 60 sessir í Sernatinum, tí tað hevði gjørt, at republikanararnir høvdu mist møguleikan at steðga einum lógaruppskoti í Senatinum. Men hesum máli rukku teir ikki. Demokratarnir fingu fimm senatorar afturat úr statunum Virginia, North Carolina, New Mexico, Colorado og New Hamp­ shire, men teir kunnu fáa uppaftur fleiri. Hinvegin eydnaðist tað teimum ikki at fella leiðaran hjá teimum republikonsku senatoru­ num, Mitch McConnell úr Kentucky, og Saxby Cham­ bliss í Georgia, sum teir høvdu vónað. Oh Obama Í Atlanta í statinum Georgia tustu fólk út á gøturnar at fagna sigrinum hjá Barrack Obama (Mynd: AFP) – Broytingin