Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213- 5. november 2008 5 tíðindi sum ikki høvdu atkvøtt fyri sær og segði, at hann vil eisini hoyra frá teimum, sama hvør floksliturin er. Takkaði húskinum Sum vera man takkaði Barrack Obama eisini konuni Michelle fyri tann stuðul, sum hon hevur veitt honum undir tí langa val­ stríðnum. ­ Hon hevur verið mín besti vinur tey seinastu 16 árini. Hon er kletturin í húskinum og verður næsta forsetafrúan í USA, segði hann. Síðani nevndi hann tær báðar døturnar, sum hann umrøddi sum sínar eygna­ steinar, og hann skoytti uppí, at tær tær skulu fáa ein hundahvølp við sær, tá húskið flytir inn í Hvítu Húsini. At enda seindi hann eina serliga heilsan og tøkk til ommuna, sum doyði av krabbameini sunnudagin. Mangir løkir smáir Hansara mongu og trúgvu hjálpar­ og viðhaldsfólk og veljararnir fingu at enda eina hjartans tøkk. Tað eru tit, sum eiga sig­ urin. Tá lá ongantíð í luftini, at eg skuldi gerast forseta­ valevni. Vit høvdu ikki teir nógvu pengarnar at byrja við. Valstríðið byrjaði í ein­ um bakgarði í Des Moines og á gøtuni í Charleston. Menn og kvinnur løgdu likam og sál í arbeiðið, og tey funnu 5 dollarar, 10 dollarar ella 20 dollarar á kistubotninum, sum tey lótu til endamálið, segði Barrack Obama. Eygleiðarar siga, at við hesum seinasta nam hann við ein sera týðandi lut í valstríðnum. Vanliga hava demokratarnir havt ilt við at savna pening til valstríð, meðan tað hevur verið mun­ andi lættari hjá republikan­ arunum. Men hesum hevur Obama vent á høvdið við at savna pengar í smáum held­ ur enn at dúva upp á teir stóru og fáu stuðlarnar. Tað gjørdi, at hann hevði væl meiri pening til valstríðið enn republikanararnir. -Sigurin er tykkara, segði Barrack Obama fyri teirri stóru mannfjørdini í Chicago í nátt (Mynd: Polfoto) Tey næstu forsetahjúnini í Hvítu Húsunum (Mynd: Polfoto) er komin til USA Tónleikakappingin FM’08 í Reinsarínum Hvør er Føroya feitasti bólkur ella einstaklingur? Innleiðandi umfør 22. nov. og 29. nov. Finala 6. des. Lesið meira á www.fabrikkin.fo Tilmelding á fm08@fabrikkin.fo ella á www.myspace.com/ fm08tonleikakapping í seinasta lagi til 15. november 2008.