mikudagur 5. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 213 - 5. november 2008
John McCain ásann
aði í síni takkarrøðu
í nátt, at fólkið hevði
talað, og hann segði
seg hava stóra virðing
fyri Barrack Obama
forsetaval
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Valfyriskipararnir hjá John
McCain høvdu leigað eitt
høli í tí fína Biltmore-
hotellinum í Phoenix at
fylgja við valúrslitunum í
gjárkvøldið.
Ta
fyrstu
løtuna var hýrurin góður,
millum annað takkað verði
undirhaldi hjá tí yngra
Hank Williams, men tá úr-
slitini frá teimum einstøku
valstøðunum og statunum
fram við eysturstrondini
byrjaðu at koma upp á stór-
skíggjan, fánaði rómurin
spakuliga.
Tað
gjørdist
longri og longri ímillum
gleðirópini. Ístaðin hoyrdust
fólk suffa, tá tey sóu tølini á
skíggjanum.
Tá so Fox News, sum hev-
ur verið ein av teimum
trúgvu
stuðlunum
hjá
McCain teir seinastu mánað-
irnar, boðaði frá, at Barrack
Obama hevði vunnið í iva-
statinum
Ohio,
byrjaðu
viðhaldsfólkini á Biltmore-
hotellinum at skilja, hvønn
veg tað bar.
Tá so sjónvarpið løtu
seinni
kunngjørdi,
at
Obama eisini hevði vunnið
í Pennsylvania, sum eisini
sambært
kanningunum
kundi fara báðar vegir,
skiltu fólk, at her var lítið
og einki at gera. So kom
løtan, sum viðhaldsfólkini
hjá Mccain høvdu stúrt fyri,
tá CNN og fleiri av hinum
sjónvarpsstøðunum kunn-
gjørdu, at demokratiska val-
evnið Barrack Obama hevði
vunnið valið.
John McCain ringdi til
Obama og ynskti honum til-
lukku við sigrinum. Tíggju
minuttir seinni fór hann á
pallin í Phoenix.
Rósti Obama
Eftir at hava staðfest úrslitið
rósti John McCain kapp-
ingarneytanum
Barrack
Obama, sum hann segði
hava eini sjáldsom evni at
fáa fólk við sær. Hetta hóv-
aði ikki stuðlum hansara.
Fleiri fóru at láta, hvørja
ferð
McCain
nevndi
Obama, men tað hóvaði
ikki tí gamla senatorinum.
– Please, segði hann sinni-
liga og lyfti hendurnar fyri
at fáa tey misnøgdu at binda
frið, so hann kundi halda
fram.
– Fólkið hevur talað, og
fólkið hevur talað týðiliga,
segði hann og helt fram:
– Eg havi virðing fyri
hansara avriki, og eg havi
stóra virðing fyri hansara
evnum at ávirka so mong
ung, sum ongantíð hava
hildið, at eitt forsetaval
hevði nakran týdning fyri
tey. Hesum evnum hansara
havi eg stóra virðing fyri,
segði John McCain.
Hann segði, at valið í gjár
var søguligt.
– Eg dugi væl at síggja,
at hetta hevur týdning fyri
tey svørtu í USA. Vit eru
komin langt burtur frá tí
órættinum, sum var ein
skammblettur
fyri
hetta
landið, segði tann 72 ára
gamli senatorurin.
Hann viðgekk, at sjálv-
andi var hann vónsvikin,
men hann legði dent á, at
tað var hann sjálvur, sum
hevði skyldina av úrslitinum
og ikki tey mongu, sum
hava arbeitt fyri republi-
kanska flokkin í valstríð-
num. Fleiri teirra hava ar-
beitt alt samsøgrið í mán-
aðir.
Palin ikki gloymd
Varaforsetavalevnið Sarah
Palin og húski hennara vóru
á Biltmore-hotellinum í
nátt, og McCain gloymdi
hana ikki, tá hann helt takk-
arrøðu.
– Eg eri henni takksamur
fyri, at hon hevur lagt so
nógva orku í valstríð okkara
við tí máli at vinna, segði
John McCain.
McCain: – Tað var mín skyld
Sambært fyrrverandi
kubanska leiðaranum
hava amerikanararnir
valt ein klókan forseta
fram um ein gamlan
krígsmann
forsetaval
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hóast Fidel Castro ikki hev-
ur dult fyri, hvat av teimum
báðum forsetavalevnunum
hann heldur meiri av, vildi
hann ikki siga, hvønn teirra
hann styðjaði.
Í einari grein í floksblað-
num
Gramma
skrivar
Castro, at hvørki av forseta-
valevnunum leggur stór-
vegis í trupulleikarnar úti í
heiminum, men at teir bara
stríðast um at sleppa at
stýra tí sjúka og ránshugaða
USA, sum hann tekur til.
Kortini kemur fyrrverandi
kubanski leiðarin til ta nið-
urstøðu, at Obama er uttan
iva vitugari, meiri mentaður
og sinniligari enn tann repu-
blikanski kappingarneytin.
Um tann 72 ára gamla
McCain skrivar hann, at
hann er gamal og krígshug-
aður, ikki serliga vitugur og
hevur harafturat vánaliga
heilsu.
Fidel Castro, sum sjálvur
er 82 ára gamal, fór úr
kubanska
forsetaembæti-
num fyrr í ár orsakað av
heilsuávum. Bróðurin Raúl
Castro tók við.
Castro rósar Obama
Fidel Castro rósar Obama, men heldur lítið um McCain
(Mynd: AP)
John McCain ásannaði ósigurin og rósti Barrack
Obama fyri hansara evni at fáa tey ungu á val
(Mynd: Polfoto)
Tølini, sum komu á stórskíggjan, vóru ikki serliga hugalig fyri
viðhaldsfólkini hjá John McCain
(Mynd: AFP)