mikudagur 5. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213- 5. november 2008
7
tíðindi
Enn er ov tíðliga at
meta um, hvørt valið
av Obama sum forseta
loysir upp fyri altjóða
fíggjarkreppuni,
heldur landsbanka
stjórin
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
So er amerikanska forseta
valið av, og landið fær á
fyrsta sinni ein littan for
seta, Barrack Obama. Men
hvussu
stórur
munurin
verður í politikkinum hjá
Obama mótvegis sitandi
George W. Bush, er kanska
eitt sindur verri at siga.
Tað ber illa til at siga
nakað um tað enn. McCain
ætlaði at halda fram við
skattalættum eins og Bush
stjórnin hevur gjørt, meðan
Obama hevur ætlanir um at
nýta meira almennan pen
ing, sigur Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri.
Hann heldur, at fíggjar
marknaðurin fyri ein part
hevur innroknað væntaða
forsetaskiftið, og tí verður
broytingin frá Bush til
Obama neyvan kollvelt
andi.
Ein partur er innrokn
aður, tí marknaðurin hevur
lagað seg til sannlíka vinn
aran, sigur Sigurd Poulsen.
Hann heldur, at vit kunnu
bara bíða og síggja, hvørji
tiltøk komandi forsetin fer
at seta í verk.
Vit vita heldur ikki
hvussu langt kreppan er
komin, og hvussu leingi
hon fer at vara. Hartil kem
ur, at USA er so mikið
skuldarbundið, at tað fer at
seta
avmarkingar,
sigur
Sigurd Poulsen.
Lítil munur
Landsbankastjórin heldur,
at munurin í veruleikanum
ikki var so stórur millum
partarnar, og at uttanríkis
politikkurin
hjá
báðum
forsetavalevnunum,
meiri
ella minni var hin sami.
Sjálvt í irakpolitikkinum
hevur George Bush lagt
somu kós, sum Obama hev
ur, seinasta árið, sigur
Sigurd Poulsen.
Í fíggjarpolitikkinum er
kanska eitt sindur størri
munur, men fíggjarkreppan
setur avmarkingar, sjálvt
um báðir høvdu sínar ætl
anir um, hvussu teir kundu
loysa hana.
Tað veldst eisini um,
hvør semja fæst í Senatinum
og í Umboðsmannaráðnum,
sigur Sigurd Poulsen.
Hann hevur onga greiða
meining um, hvussu leingi
hendan fíggjarkreppan fer
at vara, men nevnir tó, at
teir flestu serfrøðingar, sum
hava úttalað seg, meta, at
hon verður ikki av fyrr enn
í 2010.
Ov tíðliga
at meta
um nakað
enn
Danskir serfrøðingar
ávar ímóti at geva
valinum av Obama
ov stóran týdning. Á
fleiri økjum verður
han eins og Bush, sláa
teir fast
FORSETAVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað gekk soleiðis, sum ein
stórur meiriluti av dønum
– og kanska føroyingum
við – ynsktu, tá Barrak
Obama tíðliga í morgun
hevði vunnið amerikanska
forsetavalið. Men tveir av
leiðandi donsku serfrøðing
unum í amerikanskum poli
tikki og samfelagi, ávara nú
danir um, at forsetatíðin hjá
Obama ikki neyðturviliga
verður ein góð uppliving
fyri danir.
Eg vænti, at tað fer at
taka fleiri á bóli, at Obama
fer at føra sama uttanríkis
politikk, sum Bush. Hann
er á mangar mátar bundin á
hendur og føtur. Tað er fram
vegis kríggj í Afganistan og
Irak, og tað er framvegis
fíggjarkreppa, so tað eru
ikki mangir pengar til taks,
sigur Mads Fuglede, høv
undur og lærari á Grundtvigs
Højskole, við ekstrabladet.
dk.
Hann heldur, at danir
hava sannført seg sjálvar
um, at tað nú verður ein
sosialdemokratur
við
bleytum virðum, sum setur
seg í ovala rúmið í Hvítu
Húsunum.
Hann hevur als ongar
ætlanir um at gera USA til
eitt kopi av Norðurlondum.
Hann fer ikki at avtaka
deyðarevsing, og hann fer
ikki at avtaka vápnalógina,
sigur Mads Fuglede.
Religiøsur forseti
Eisini David Nye, professari
við Syddansk Universitet,
center
for Amerikanske
Studier, undirstrikar, at á
nøkrum økjum verður førd
ur sami politikkur sum
undir Bush, og kanska fara
danir at uppliva ein forseta,
sum teir hava verri við at
skilja.
Hann er religiøsur, eins
og Bush. Á mangar mátar
hevur religiónin ikki ávirk
að politikkin hjá Bush. Tað
fara vit at uppliva við
Obama. Tá hann tosar um
vælferð, so vil hann fíggja
hana gjøgnum kirkjurnar,
og tað fara danir kanska at
hava ilt viða at skilja, sigur
David Nye.
Valið av Obama fær eisini
týdning fyri almenna Dan
mark í viðurskiftunum við
USA. Tað tætta sambandið
millum Bush og Fogh hevur
givið Danmark eina rødd,
sum vit ikki kunnu rokna
við frameftir, sigur Mads
Fuglede.
Teir báðir hava eitt tætt
og gott samband, ein vin
skap sum hevur tryggjað
okkum, at vit koma ígjøg
num við okkara meiningum,
sjálvt um vit ikki altíð verða
hoyrd. Vit missa nakað av tí
nú. Vit skulu byrja av nýggj
um, men vit hava hópin av
goodwill at arbeiða víðari
við, sigur hann.
Men Fuglede undirmetir
ikki, at valið av Obama
hevur givið vónina aftur til
amerikanararnar og allan
heimin.
Tað kann hava stóran
týdning. Fólk sum Reagan
og Schlüter kundu eisini fáa
veruleikan av síggja minni
hóttandi út, sigur Mads
Fuglede við ekstrabladet.dk
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri,
heldur, at tað er nakað tíðliga at
siga nakað um fíggjarkreppuna í
sambandi við forsetavalið
Obama verður
eins og Bush
Mads Fuglede er serfrøðingur í amerikanskum politikki og
samfelagi. Hann sigur, at Obama á mongum økjum fer at føra
sama politikk sum Bush
Enn valdar stór óvissa um,
hvussu valið av Barrack
Obama fer at ávirka
amerikanskan politikk