mikudagur 5. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 213 - 5. november 2008
Samlaða skuldin hjá
Klaksvíkar Kommunu
verður um árslok
oman fyri 170 mió.
krónur, sum eru 35
mió. krónur meiri
enn ein álíkning.
Hetta sigur Óli
M. Lassen, stjóri í
Klaksvík, sum hevur
roknað upp á tølini
hjá kommununi
Skuldarbyrða
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Støðan í Klaksvíkar kom
munu er uppaftur verri, enn
tað higartil er komið fram í
ljósmála. Tað heldur Óli M.
Lassen, stjóri í Klaksvík,
sum hevur sett seg at rokna
upp á fíggjartølini hjá kom
mununi.
Í 2008 verða goldið
rentur og avdráttir fyri
góðar 14 mió. krónur, og í
2009
verða
renta
og
avdráttir á leið 18 mió.
krónur. Næsta ár kemur
Norðhavnin inn í kommunu
roknskapin, og við at gera
skuldina upp, sæst, at lánini
eru upp á 133 mió. krónur
og stuttfreistað skuld einar
15 mió. krónur, meðan
Norðhavnin stendur í 23
mió. krónum. Hetta gevur
tilsamans eina skuld upp á
171 mió. krónur, sigur Óli
M. Lassen, stjóri í Klaks
vík.
Hann vísir á, at roknast
kann við, at ein álíkning er
áleið 138 mió kr., og tí er
talan um, at Klaksvíkar
kommuna skyldar 35 mió.
krónur meir enn eina álíkn
ing.
Tað er alneyðugt, at
kommunan fær hetta í rætt
lag sum skjótast, sigur Óli
M. Lassen og vísir á, at
raksturin hjá kommununi
er galoperaður tey seinastu
árini.
Hann heldur, at hækkandi
inntøkur hava ført til mun
andi øking í rakstrarút
reiðslunum.
Saman við íløgum og
rakstri hevur kommunan
tey seinastu fýra árini nýtt
munandi meir, enn tað er
komið inn í skatti og øðrum
inntøkum. Hetta saman við,
at tað er trupult at fáa lán
orsakað av altjóða fíggjar
kreppuni, hevur havt við
sær, at kommunan hevur
fingið so vánaligt gjaldføri,
sigur stjórin í Klaksvík.
Eitt sera stórt lop í vøkstri
num eru hend innan barna
ansing og barnaverdarøkið,
har útreiðslurnar svara til
23 prosent av rakstrinum
hjá kommununi. Hesar eru
síðani 2000 øktar við 22
mió. krónum; úr átta upp í
30 mió. krónur. Óli M.
Lassen sigur seg tó frøast
um, at kommunan hevur
megnað at fáa fleiri ansingar
pláss, tí neyðugt er at hava
hetta økið væl útbygt.
Eisini innan kommunalu
umsitingina er økingin sera
stór. Í 2000 var kostnaðurin
av umsitingini góðar seks
mió. krónur, og í 2008 er
metingin,
at
umsitingin
kostar á leið 15 mió. krónur.
Altso meir enn ein tvífaldan
upp á átta ár.
Óli M. Lassen heldur, at
tað sum Klaksvíkar kommu
na hevur harðast brúk fyri í
løtuni, er ein neyv fíggjar
stýring, um tað skal vera
nóg mikið av gjaldføri og
møguleiki skal vera fyri at
gera íløgur í framyvir.
Klaksvík skyldar meir enn álíkning
Óli M. Lassen vísir á, at í
ár 2000 var raksturin hjá
Klaksvíkar kommunu 45
prosent av inntøkunum, í
2004 var hann 69 prosent og í
2008 er metingin, at raksturin
verður heili 72 prosent av
inntøkunum. Hetta vísir,
heldur hann, hvussu lítið skil
hevur verið á fíggjarstýringini
í kommununi
Á býráðsfundi í
gjárkvøldið samtyktu
9 býráðslimir í
Klaksvík at hækka
skattaprosentið úr
20,75 upp í 21,75. Ein
atkvøddi ímóti hesi
hækkingini.
kommnuna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Við hesi hækking
ini fer fíggjarætlanin fyri
2009 at javnviga við góðum
131
mió
krónum.
Á
útreiðslusíðuni verða 90
mió til rakstur og góðar 23
mió til íløgur, millum annað
til liðugtgerð av Ósáskúlan
um.
Umframt hetta varð mill
um annað samtykt, at frí
tíðarskúlin skal halda fram,
at Atlantis skal halda fram
og at peningurin er játtaður
til virksemið í Dagtilhaldi
num.
Samstundis varð samtykt,
at ein serfrøðingur skal set
ast at greina út og betra um
raksturin í kommununi.
Flyta úr kommununi
Undir viðgerðini av fíggjar
ætlanini vístu fleiri býráðs
limir á tað óhepna í, at inn
tøkurnar hjá kommununi
ikki vóru størri.
Hesar seinastu vikurnar
hava bæði samgonga og
andstøða gjørt eitt stórt
arbeiði saman at greina út
fíggjarligu støðuna í komm
ununi. Samstundi hava tey
sett saman eitt uppskot til
fíggjarlóg við teimum spar
ingum sum eru neyðugar
fyri at fáa raksturin at hanga
saman.
Víst varð á, at nógvar
íløgur eru gjørdar í kommun
uni hetta brátt farna val
skeiðið. Tikið varð til, at
kommunan helst hevði sett
ov nógvar verkætlanir í
gongd samstundis.
Allar
hesar
íløgurnar
hava sjálvandi kostað pen
ing, men semja var um, at
allar hesar fóru at verða
borgararnum at gagni sum
fráleið.
Ein samgongulimur vísti
á tað sera óhepna í, at
kommunan sá seg noydda
at hækka skattin nú, sam
stundis sum vanligu húsar
haldini knógva undir øktum
oljuprísi,
matprísum
og
rentuhækkingum.
Víst varð á, at við hesi
gongdini kundi úrslitið lætt
liga gerast, at fólk fer at
flyta í aðrar kommunur í
økinum, har skattaprosentið
er munandi minni. Onkur
annar býráðslimur vísti hin
vegin á, at ein t.d. í Runavík
hevur hægri skattaprosent
enn Klaksvík, og at eingin
tosaði serliga hart um tað.
Lærdómur
Ein annar býráðslimur úr
samgonguni dró líkasum
samanum viðgerðina hesar
seinastu vikurnar við at
siga, at hetta spariumfarið
hevði gjørt teimum greitt,
hvussu kommunan fór at
síggja út aftaná.
Kommunan er eitt sind
ur sperd og er dýr at reka.
Men vit fara at reisa okkum
aftur, vísti borgarstjórin,
Steinbjørn O. Jacobsen at
enda á.
Eitt
broytingaruppskot
frá tveimum samgongulim
um um ávísar reguleringar í
fíggjarlógini fyri 2009 vann
ikki frama.
Hinvegin varð uppskotið
hjá samgongu og andstøðu
um millum annað skatta
hækkingina samtykt av øll
um
býráðslimum,
uttan
Atla
Justinussen.
Hann
atkvøddi ímóti uppskoti
num, meðan Gunvá við
Keldu atkvøddi blankt.
Klaksvíkingar skulu gjalda meiri í skatt komandi ár
Serfrøðingur skal betra um rakstur
Ja til aktiva deyðshjálp
Tá amerikanarar fóru til valkassarnar í gjár, skuldu teir eisini atkvøða um fleiri onnur
mál enn forsetan. Ymsu statirnir skpaðu eisini fyri fólkaatkvøðu um ávís mál í
viðkomandi statinum. Í statinum Washington á vestursíðuni á USA skuldu borgararnir
millum annað atkvøða um aktiva deyðshjálp. Og borgararnir søgdu eitt klárt og týðiligt
ja til, at doyggjandi sjúklingar skulu hava rætt at stytta um lívið við útskrivaðum
heilivági, sum teir sjálvir umsita og dosera. Lógaruppskotið í Washington er útarbeitt
við íblástri frá »Ein virðiligur deyði«lógini í statinum Oregon, sum var fyrsti staturin í
USA, ið innførdi aktiva deyðshjálp. Hendan lógin hevur verið í gildi í Oregon síðani
1997, og síðani tá hava 340 doyggjandi sjúklingar – í flestu førum sjúklingar við
krabbameini – brúkt teirra rætt at stytta um lívið, skrivar Politiken.