Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 213 - 5. november 2008 Býlingshúsið millum Gilja 20 ár Í sambandi við at Býlingshúsið millum Gilja í Hoyvík fyllir 20 ár tann 7. november verður opið hús á stovninum fríggjadagin 7 november. Býlingshúsið millum Gilja er ein kommunalur dagstovnur. Stovnurin er broyttur nakað hesi 20 árini. Frá at vera ein vøggustova við 12 børnum og ein barnagarðsstova við 20 børnum. Eru í dag ein vøggustova við 13 børnum og tvær barnagarðsstovur við ávikavist 18 børnum. Tvey av starvsfólkunum, sum vóru við til at opna stovnin, starvast enn á stovninum. Oda Debes hevði 20 ára starvsdag 1 oktober og Hildigarð Berg hevur 20 ára starvsdag 1 januar 2009. Í samband við føðingardagin hava børnini heystframsýning. Og møguleiki er at hyggja at ymiskum myndum, sum eru tiknar gjøgnum tíðina. Í samband við føðingardagin verður opið hús á stovninum frá kl. 8,00-10,00 og frá kl. 15,00-17,00 har øll eru hjartaliga vælkomin. Stórt fundarvirksemi hevur verið í býráðs­ húsunum í Klaksvík í morgun, nú stórar rakstrarskerjingar skulu fremjast. ­ Vit vita ikki meira enn tað, vit hoyra úti á gøtuni, siga Kristian E. Zachariassen og Eyðgunn Samuelsen, býráðslimir í Klaksvík. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á borgar­ stjóranum, áðrenn blaðið fór til prent­ ingar KlaKsvíK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun hevur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Ó. Jacobsen, saman við síni umsiting í býráðnum kunn- að starvsfólk hjá kommun- uni um, hvørjar avleiðingar- nar av samtyktu rakstrar- skerjingunum á komandi fíggjarlóg verða. Á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið varð samtykt, at rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi skulu skerjast við umleið 17 miljónum krónum í mun til tað, sum áður var ætlað fyri 2009. Tá seinastu síðurnar í Sosialinum fóru til prenttil- gerðar í dag, var fundarvirk- semið í býráðsskrivstovuni í Klaksvík ikki liðugt. Bert borgarstjórin Sosialurin hevur skilt, at morgunin byrjaði við, at starvsfólk vórðu kunnaði um fíggjarstøðu, útlit og møguligar avleiðingar av sparingum í rakstrinum. Tað er bara borgarstjórin, sum kann úttala seg ítøki- liga um fundarvirksemi sum er, og tað verður einki alment nýtt, fyrr enn liðugt er um 12.30-tíðina í dag. Hetta var tað, sum vit fingu at vita frá fólki, sum hevði verið á fundi í býráðs- húsunum um morgunin. Tað, sum órógvar í umsit- ingini og millum arbeiðsfólk hjá Klaksvíkar kommunu, er sjálvsagt, at býráðið í gjárkvøldið samtykti skerj- ingar í rakstri upp á einar 17 miljónir krónur í mun til upprunaligu ætlanina fyri 2009. Hvat hetta kemur at merkja fyri umsiting og arbeiðsfólk hjá Klaksvíkar kommunu annars, visti eing- in at siga okkum í morgun. - Hetta er ein tilgongd, sum nú er farin í gongd, og hetta er ein tilgongd, sum er sambært teimum sáttmálum, sum ymisku starvsfólkini hjá kommununi hava, sigur starvsfólkið, sum Sosialurin hitti. Meira fekst ikki at vita. Helst uppsagnir At fundarvirksemið í býráðs- húsunum í morgun kennist ófrættakent í Klaksvík, er ikki løgið, nú fólk hjá Klaksvíkar kommunu kenna seg hótt í sínum størvum. Væntandi er, at nøkur fólk verða søgd úr starvi, og væntandi er eisini, at umskipingar verða framdar, eins og nøkur fólk helst verða noydd at arbeiða við niðursettari tíð. Hvussu hart samtyktu skerjingarnar koma at raka á starvsfólkasíðuni, var sum nevnt ógjørligt at fáa at vita í morgun. Kristian E. Zachassen og Eyðgunn Samuelsen, býráðs- limir í Klaksvík, søgdu seg einki vita um, hvat ítøkiliga hendir í býráðshúsunum. - Eg veit faktiskt ógvuliga lítið, men havi skilt, at umsiting og arbeiðsfólk hjá kommununi í dag verða kunnaði um samtyktina á bý- ráðsfundinum í gjárkvøldið. Kristian vísir á, at eftir øll- um at døma verða skerjingar- nar fyri komandi ár býttar út yvir flestu økir, soleiðis at hesar – um vit kunnu siga tað so – verða rættiliga solidar- iskar. - Hetta merkir, at mong økir verða rakt av skerjing- um, men eingi øki so ógvus- liga, sum tey annars høvdu verið, um skerjingarnar fevndu um færri økir í kommununi. Býráðslimurin sigur seg kortini duga illa at ímynda sær, at ongar uppsagnir verða. - Hvar hesar verða, og hvussu nógvar, tær verða, dugi eg av góðum grundum slett ikki at siga. Somu útlit Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon heldur ikki veit at siga, hvørji øki verða harðast rakt av samtyktu rakstrarskerjing- unum, men hon dugir heldur ikki at ímynda sær, at ongar uppsagnir verða hjá Klaks- víkar kommunu. - Á býráðsfundinum í gjárkvøldið fingu vit at vita um eitt “notat”, sum meiri- lutin og umsitingin í felag helst hava gjørt, men vit fingu einki at vita um, hvat stendur í hesum notati. Hon heldur ikki, at umrødda notat tekur støðu til júst, hvørjar lønarsparingar skulu fara fram, men væntar, at tað gevur eina ábending um, hvat fólk, sum arbeiða hjá Klaksvíkar kommunu, kunnu vænta sær. - Vit vita ikki meira enn tað, vit hoyra uttanfyri býráðsgátt, siga Kristian E. Zachariassen og Eyðgunn Samuelsen, býráðslimir í Klaksvík. Ófrættakent fundarvirksemi Tað er ein álvarsamur Steinbjørn Ó. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sum hevur staðið á odda fyri fundarvirkseminum í býráðshúsunum í morgun