Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 213 - 5. november 2008 Eftir nøkrum árum við høgum oljuprísi og manguli upp á arbeiðskraft siglir føroyska fiskivinnan í tungum sjógvi í løtuni. Men lógin um vinnuligan fiskiskap forðar fyri, at vit kunnu koma víðari. – Vit vóna og vænta, at politiski myndugleikin setir tiltøk í verk, so tað verður lættari at umskipa flotan, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood Fiskivinna Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo – Stóri samfelagsligi trupul­ leikin hjá okkum í dag er, at tað kemur alt ov lítið av fiski upp á land. Men hóast hetta er ein grundleggjandi spurningur, er hetta ikki ein spurningur sum hevur ser­ liga stóran politiskan áhuga. Tað er greiða útmeldingin frá stjóranum á Føroya størsta fiskavirki, Faroe Sea­ food, Meinhard Jacobsen, fáar dagar eftir nógvu um­ taluna av fiskavirkinum í Vági, har einki arbeiði hev­ ur verið í fleiri vikur. – Tað eru ov fáir bátar sum royna í løtuni, fleiri partrolarar liggja inni, og tað sama gera fleiri av djúp­ vatnstrolarunum. Tí kemur alt ov lítil fiskur upp á land til virkini at arbeiða, sigur Meinhard Jacobsen. Til fyri nøkrum mánaðum síðani vóru aðrir trupulleikar hjá fiskivinnuni at dragast við. Tá vóru tað høgir olju­ prísir og mangul upp á ar­ beiðskraft. Høgu oljuprísir­ nar var tað eingin, sum kundi gera nakað við, men trupulleikin við manguli upp á arbeiðskraft kundi verið loystur, um politiski myndugleikin hevði handl­ að í tøkum tíma. Men tað dró út, og tá so ein lógar­ broyting endiliga kom, so var hetta ikki so viðkomandi longur. Tíðirnar broytast Í dag eru aðrir trupulleikar í fiskivinnuni, sum krevja politiska handling, áðrenn ov seint er. Meinhard Jacob­ sen vísir á, at tað sum hevur útloyst stóru trupulleikarnar, sum eru í dag, er høgi olju­ prísurin og hartil vánaligur fiskiskapur. Og hiðani stav­ ar tørvurin á at gera tillag­ ingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. – Vit hava í løtuni eina lóg, sum forðar fyri stórum eindum í fiskivinnuni. Tí ber ikki til at umskipa flot­ an, so at rakstur kann fáast í hann. Stórur partur av flot­ anum liggur stillur, og hóast stórir aktørar eru sinnaðir at gera nakað, so sleppa teir ikki, og teir smáu aktørarnir hava kanska ikki orku til at fremja neyðug átøk, greiðir Meinhard Jacobsen frá. Men stjórin í Faroe Sea­ food er tó ikki fortalari fyri, at vit bert skulu hava stórar eindir í føroysku fiskivinn­ uni, hann mælir til at finna ein gyltan millumveg. Hann viðgongur, at tað ikki er so einfalt, at um vit bert fáa stórar eindir, so eru allir trupulleikar loystir. Men tað burdi verið møguleiki fyri at havt bæði stórar ak­ tørar og smáar aktørar. ­ Skalt tú menna nakað í Føroyum, so mugu størri eindir til. Sum skipanin er nú, so kann ein eind í mesta lagi hava 20 prosent av fiskidøgunum innan ávísan fiskibólk. Hesin felagsnevn­ arin kann vera óheppin og forðandi, vísir Meinhard Jacobsen á. ­ Hjá fiskivinnuni gongur upp og niður, og fyri at kunna taka niðurtúrarnar, so er neyðugt, at rætt verður borið at, meðan tíðirnar eru góðar, heldur hann. Tørvur á grund­ leggjandi kjaki Stjórin í Faroe Seafood heldur, at vit ikki kunnu síggja burtur frá, at fiski­ vinnan er, og helst kemur at vera mest týðandi vinna í Føroyum. Tí er neyðugt at taka trupulleikarnar hjá fiskivinnuni í álvara, og ikki minst at handla, meðan tíðin er inni. – Tað er neyðugt at fáa eina grundleggjandi viðgerð av spurninginum um, hvussu bygnaðurin í fiski­ vinnuni kann broytast. Men vit hava í dag nakrar lógir, sum eru sera avmarkandi, sigur Meinhard Jacobsen og sipar millum annað til so­ kallaðu »anti­trust« lógina, sum forðar fyri at størri eindir kunnu virka í vinn­ uni. – Hetta er ein lóg, sum forðar fyri, at fiskiflotin verður umskipaður og tillag­ aður nýggjar tíðir, sigur hann. Men um ótti er fyri mono­ polarisering av fiskiflota­ num, um antitrust­lógin varð avtikin, so kundi loysn verið funnin á tí, metir hann: – Tað hevði borið til at havt stórar eigaraskarar til færri og størri skip, heldur enn smáar eigaraskarar til fleiri og minni skip. Í stuttum kann sigast, at stórin í Føroya størsta fiska­ virki eftirlýsir eina meiri smidliga lóg um vinnuligan fiskiskap, sum ger tað lættari og skjótari at fremja broytingar, so hvørt sum tíð­ irnar broytast. Neyðugt at umskipa fiskiflotan Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood Kalifornia bannar samkynt giftamál Í Kalifornia skuldu veljararnir taka støðu til fleiri ymisk mál samstundis, sum tey skuldu velja forseta. Mesta umrøðu – burtursæð frá sjálvum forsetavalinum, sjálvandi – fekk »proposal 8«, ið var eitt uppskot um at banna samkyntum giftamálum. Og tey verða bannað, tí tá 89% av valstøðunum vóru tald upp, vóru 51,7% fyri at banna samkyntum giftamálum og 48,3% ímóti. Kalifornia er annars ein ógvuliga frísinnaður statur í so máta, og San Francisco er heimshøvuðsstaður fyri samkynt. Sama lógaruppskot var eisini til atkvøðu í tveimum øðrum statum, Florida og Oregon, og eisini í teimum báðum statunum varð samkynt giftamál bannað. Fleiri partrolarar liggja inni, og tað sama gera fleiri av djúp­ vatnstrolarunum. Tí kemur alt ov lítil fiskur upp á land til virkini at arbeiða, sigur Meinhard Jacobsen