Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 213 - 5. november 2008 Úrslitið av einum sakarmáli í Føroya Rætti í løtuni, kann verða, at fleiri túsund bileigarar skulu hava tilsamans einar 120 milliónir í endurgjaldi úr landskassanum og nú vil Sjálvstýris­ flokkurin gera tað lættari hjá øllum at fáa fatur á pengunum Endurgjald Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í fleiri ár hevur ivi verið um, antin fleiri túsund bileigarar hava rætt til einar 120 milliónir tilsamans í endurgjaldi frá TAKS. Orsøkin er, at TAKS ólóg­ liga hevur kravt mvg av skrásetingargjaldinum á bilunum, sum eru keyptir í tíðarskeiðnum frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005. Málið er fyri í rættinum í løtuni og verður niðurstøð­ an, at TAKS ikki hevði rætt at krevja MVG av skráset­ ingargjaldinum, ætlar Sjálv­ stýrisflokkurin at hjálpa bil­ eigarunum at fáa endur­ gjald. Tí hevur flokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, at øll hesi málini skulu ikki fyrnast, sama, hvussu gomul tey eru. Sostatt vil flokkurin tryggja, at allir bileigarar skulu fáa tað endurgjald, teir hava rætt til, hóast málið er yvir fimm ára gamalt. Men samstundis vil flokk­ urin hava Løgtingið at sam­ tykkja, at kemur dómsvald­ ið til ta niðurstøðu, at TAKS hevur tikið eitt ólógligt gjald frá bileigarunum, skulu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og TAKS gera eina skipan, so at allir bilførarar fáa sítt endurgjald sjálvvirkandi. Tað merkir, at tað skal verða ábyrgdin hjá TAKS og landsstýrismanninum í fíggjarmálum at finna allar bileigararnar, sum hava goldið ov nógv fyri bilarnar og at syrgja fyri, at teir fáa pengarnar aftur. ­ Vit halda, at tað er ílagi, at málið er lagt fyri dóms­ valdið, tí so fáa vit eina endaliga avgerð. Men enda­ málið má vera, at allir bil­ førarir, sum hava goldið tús­ undtals krónur ov fyri bilin, fáa peningin aftur, sigur Kári á Rógvi, sum hevur lagt uppskotið fyri Løg­ tingið saman við Kára Peter­ sen, ið hevur sæti á tingi í løtuni fyri Kára P. Høj­ gaard. Kann ikki vera meiningin Hann sigur, at kemur dóms­ valdið til ta niðurstøðu, at bilførarar hava rætt til end­ urgjald, kann tað ikki vera meiningin, at hvør einstak­ ur av hesum 3000 bileigar­ unum skulu reisa eitt kæru­ mál ella eitt rættarmál ímóti TAKS fyri at fáa pengarnar, sigur Kári á Rógvi. ­ Tað kann ikki vera ætl­ anin, at tey, sum hava orku, áræði og hegni til at fara undir eitt sakarmál, skulu fáa peningin, men tey, sum ikki hava orku, áræði og hegni til tess, skulu onki fáa. ­ Tað hevði eisini fingið TAKS at drukna í umsiting­ arligum arbeiði at fingið fleiri túsund serskild krøv um endurgjald. ­ Tað er púra vitleyst at stovna so nógv mál, tá ið øll kunnu avgreiðast skjótt og lætt undir einum, tí øll eru sama slag. Kári á Rógvi sigur, at endamálið við uppskotin­ um, sum teir nú leggja fyri Løgtingið, er sostatt at tryggja, at allir bileigarar, ið hava goldið ov nógv fyri bilin, fáa somu viðferð frá landsins myndugleikum. 1. mai 1999 vórðu dagføringar gjørdar í lógini um skrá­set­ingargjald fyri innflut­ning av bilum. 28. apríl 2005 verður lógin broyt­t­, soleiðis at­ heimild­ in at­ krevja inn æt­laða gjaldið verður í lagi. 25. okt­ober 2006 ger hjá­ Skat­t­a og avgjaldskæru­ nevndini úrskurð í kærumá­li. Har verður st­aðfest­, at­ t­að ikki var lógarheimild at­ krevja inn millum 1. mai 1999 t­il 28. apríl 2005. 26. mars 2008 t­ekur Skat­t­a­ og avgjaldskærunevndin avgerð um, at­ avgerðin frá­ 25. okt­ober skal fylgjast­, so leingi sum annar dómur ikki fyriliggur í má­linum. Skat­t­a­ og avgjaldskærunevndin er hægst­i fyrisit­ing­ arligi myndugleiki innan skat­t­a­ og avgjaldsøkið. 15. apríl 2008 sendir Taks út­ t­íðindaskriv. Her st­aðfest­ir st­ovnurin, at­ t­ey ikki met­a Skat­t­a­ og avgjaldskæru­ nevndina hava heimild at­ fast­leggja ræt­t­arst­øðuna í má­lum, sum ikki eru løgd fyri nevndina. 7. mai 2008 aft­urvísir Taks kæru frá­ borgara, sum hev­ ur kravt­ mvg­aft­urbering í samband við keypi av per­ sónbili. Talan er um má­l millum borgaran og bilasøl­ una, sum hevur selt­ bilin, sigur Taks Síðani Sosialurin í vá­r varpaði ljós á­ má­lið, hava hundraðt­als borgarar vent­ sær t­il Taks og bilasølur kring landið. Og í einst­økum førum hava borgarar t­ikið seg saman í felags st­evning mót­i Taks. Enn er bert­ eit­t­ má­l endað við, at­ Taks hevur goldið borgara pening. Het­t­a er má­lið, sum varð avgreit­t­ av kærunevndini t­ann 25. okt­ober 2006, men Taks hevur lagt­ má­lið fyri dómsvaldið at­ t­aka st­øðu t­il. FAKTA Kaj fekk fyrsta hemaran So er fyrsti hávurin komin í Shark Atlantic kappingini. Tað var ein dani, Kaj Nielsen, sum fekk hann. Hann varð vigaður á Sjósavninum, og pílurin peikaði á 82 kg. Hetta kann sigast at vera ein bleyt byrjan til kappingina sum byrjaði 1. november. Kaj Nielsen togaðist í fjøruti minuttir, áðrenn hávurin yvirgav seg, og skiparin Magni Blástein fekk lívið av honum. Kaj Nielsen var bert komin upp til Føroya at fiska hemara, og ikki kann sigast annað at tað eydnaðist væl. Eftir at hava dyrgt í ein tíma tók hemarin. Hann tók ein hálvfrystan makrel, tá teir dyrgdu tætt við Barið á vágoynni. Suðuroyingar keypt tvær sýningar av Emil Børn og vaksin í Suðuroy vilja eisini síggja Emil úr Lønnebergi. Tí hava tey keypt tvær sýningar. Hin 10. og 12. november koma tey norð um fjørð fyri at síggja leikin. Dánjal Johan Lisberg úr Sumba stendur fyri hesi samskipan í Suðuroy har allir skúlar og onnur verða við. Mentunarhúsið í Fuglafirði tekur 250 áskoðarar – og tað hevur verið ein sannur gravgangur eftir atgongumerkir og verið útselt. Hin 11. november verður ikki spælt – tað er valdagur. Men tað verða fleiri sýningar – og felagið vil lýsa við hesum sýningum skjótast gjørligt, sigur Klaksvíkar Sjónleikarfelag í tíðindaskrivi. Hjálpa bileigarum at fáa endurgjald Skatta­ og avgjaldskæru­ nevndin, sum er hægsta fyrisitingarmyndugleiki hjá TAKS, hevur staðfest at TAKS hevur tikið eitt ólógligt gjald fyri bilarnar, sum eru keyptir frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005. TAKS hevur ikki góð­ tikið hetta og hevur lagt málið fyri rættin. Kemur Føroya Rættur til ta niðurstøðu, at TAKS hevur tikið eitt ólógligt gjald, eiga einir 3000 bileigarar sostatt at fáa mvg av skrásetingargjaldinum endurgoldið. Tilsamans er talan um einar 120 milliónir krónur, sum bileigarar eiga í endurgjaldi frá TAKS. Men í hesum føri kann tað fáa ein avgerðandi týdn­ ing, at eru málini eldri enn fimm ár, eru høvuðsreglan, at tey eru fyrnað og so fær bileigarin ikki endurgjald­ ið. Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at í tíðinda­ skrivi hevur TAKS boðað frá, at farið verður fram eftir 5­ára fyrning. ­ Hetta merkir, at um hálvtannað ár verða øll krøv, ið ikki eru reist sum kærumál ella rættarmál, fyrnaði og bileigarar missa endurgjaldið, staðfestir Kári á Rógvi. Men skuldi tað hent, at dómsvaldið kemur til ta niðurstøðu, at TAKS hevur kravt eitt ólógligt gjald fyri bilar, sum keyptir frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005, vil Sjálvstýrisflokkurin forða fyri, at fyrningar­ freistin skal vera orsøk til, at nógvir bilførarar ikki skulu fáa peningin aftur, sum teir hava goldið ov nógv fyri bilarnar. TAKS bíðar sum longst Kemur Dómsvaldið til ta niðurstøðu, at fleiri túsund bileigarar hava goldið ov nógv fyri bilin, vil Sjálvstýrisflokkurin hava løgtingið at tryggja, at allir fáa peningin endurgoldnan