Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 213 • 05. nov. 2008 13. og seinasti partur Brúðleyp í Etiopia Fyrr í hesi røð havi eg greitt frá Elsabet, sum var ein av teimum, sum var fongslað og útsett fyri píning, tá ið hon fór í kirkju jólamorgun í 1979. Hon hevur eisini vitjað okkum í Føroyum. Í 1991 giftist hon við Samuel. Hann hitti eg fyrstu ferð í 1987, tá ið hann við tveimum vitnum kom til Arba Minch á veg til Gidole at biðja um Elsabet frá mammu hennara. Pápin var deyður. Hann fekk játtandi svar og fór glaður aftur til Awasa, har Elsabet spent bíðaði eftir svarinum. Nú trý ár seinni skuldi brúdleypið fyrireikast. Skrivlig innbjóðing varð send út, eisini til trúboðararnar. Her var nógv at rigga til, og tey vóru nógv, sum vildu vera til hjálpar. Brúðurin skuldi ikki vera við til stákanina teir seinastu dagarnar undan brúðleypinum. Hon skuldi sita í friði heima hjá sær sjálvari og taka ímóti fólki, sum komu at vitja. Tey høvdu bygt sær eini hús, sum vóru so mikið liðug, at tey kundu flyta inn. Her skuldi brúðleypið vera, og her helt Samuel til hesar dagarnar. Heima hjá Elsabet komu vin­ konur inn á gólvið, góvu henni kaffibønir, egg og annað og settust niður at práta við hana. I hinum húsinum var stákast til brúðleypið. Eg var komin úr Arba Minch til Awasa í brúðleyp. Brúðleyps­ morgunin fór eg tíðliga yvir til Elsabet. Brúðargenturnar vóru í ferð við at pynta brúðrina. Ímeðan komu ungar gentur inn so við og við syngjandi, meðan tær klappaðu í hendurnar. Tá ið brúðurin var ílatin brúðar­ stásið, kom hon innar í stovuna at bíða eftir brúðgóminum. Vøkur var hon í hvítum síðum kjóla og sløri. Elsabet var so rørd, at hon hevði hug at tára, og tað sama gjørdu summar av gentunum, sum vóru inni. Hetta var ein álvarsom løta við byrjanini av einum nýggjum tíðarskeiði í lívinum. Endiliga hoyrdist bildun. Nógvir bilar komu koyrandi, hvør aftaná annan, sum vanligt er til brúðleyp á hesum leiðum. Genturnar settu nú á at syngja og klappa harðari enn fyrr. Brúð­ gómurin sat í tí fremsta bilinum. Hann kom út úr bilinum saman við brúðarsveininum. Sáttliga gingu teir yvir móti húsinum og innar í stovuna, har brúðurin sat. Hann fór yvir til hennara, heilsaði henni við kossi á báðar kinnar og settist við lið hennara. Kvinnur og menn, sum nú eisini vóru innkomin, hildu áfram at syngja og klappa eina løtu afturat. Brúðarsveinurin segði nú, at áðrenn vit fór hiðani, skuldu vit biðja fyri brúðarparinum. Hann takkaði Guði fyri alt tað farna og bað hann um at signa heimið, sum tey bæði skuldu byggja saman. Brúðarparið reistist nú. Stillis­ liga gingu tey bæði yvir, har mamma Elsabet sat, boygdu seg niður og kystu hana niður í fang hennara til høgru og vinstru. Hetta sama gjørdu tey við skyld­ fólk og bestu vinir, sum sótu við lið hennara. Ímeðan vóru øll still og álvarsom. Síðan fóru vit øll saman við brúðarparinum til eitt vakurt stað við Awasa vatnið. Vit høvdu mat við okkum og vit hugnaðu okkum eina løtu. Haðani varð koyrt beint í kirkjuna, sum longu var nærum full av fólki. Her var sungið nógv, bæði felagssangur og kórsangur. Presturin í Mekane Yesus kirkjuni vígdi tey. Aftaná varð bjóðað soda­ vatn og køkur uttanfyri kirkjuna. Seinni um kvøldið var døgurði í tjaldinum uttanfyri hús teirra. Her var nógvur og góður matur. Fleiri hundrað fólk vóru við. Kirkjuforsetin í økinum Alemu Shetta helt eina góða talu um brúdleypið í Kána. Tá ið døgurðin var etin, varð ein stór køka borin inn. Í hesum sambandi var tað vanligt, at brúðargestirnir góvu brúðrini eitt nýtt navn, sum skuldi nýtast í heiminum. Her vóru ymisk uppskot, og var hetta sera skemtiligt. Men úrslitið gjørdist navnið Sára. Hon var jú manni sínum Abrahami líðin og kallaði hann harra! Nú var sagt, at um onkur ynskti at geva brúðarparinum eina gávu, so kundu tey gera tað nú. Brúðarparið stóð uppi og tók móti gávunum, sum fram vóru bornar, og tey takkaðu fyri. Hungur men friður Vit eru nú komin til juli 1991 og eg eri framvegis í Arba Minch. Á morgni var óvanliga kalt, 19 hitastig. Vanliga var hitin millum 30 og 40 stig. Loftið var skíggjað. Regntíðin, ið byrjaði í mars mánaði, var ikki liðug enn. Her hjá okkum hevði tað regnað nokk so væl hesa tíðina. Fólkið her um leiðir leið ikki neyð av teirri orsøk. Aðra staðni í landinum hevði verið turkur ta tíðina, sum vanliga skuldi verið regntíð. Fyrst eg kom til Etiopia var regntíðin munandi meira reglulig. Hildið verður, at hetta hevur samband við at Sahara­oyðimørkin breiðir seg meira og meira. Tað hevur tessvegna verið hungursneyð, serliga í norðara parti av landinum. Nú er kríggið hildið uppat. Lovaður veri Guð. Tað gekk ein tíð, til fólkið hevði vant seg við ikki at ganga í ótta fyri, at menn og synir skuldu verða tiknir í kríggj. Tað var nú gjørligt at koma fram til tey svøltandi við hjálp. Nógv vóru so niðurundir komin, at teimum var ikki lív lagað, men nógv kundu bjargast, um tey fingu hjálp skjótt. Hjálptu sínum gomlu fíggindum Tað gekk annars friðarliga fyri seg aftaná stjórnarskiftið. Tað hendi kortini ein stór bilvanlukka her nærindis. Tað var ein stórur lastbilur við viðhaldsmonnum hjá fyrru stjórnini, sum var á veg til rýmingar suðureftir. Bilurin koyrdi útav. Seks doyðu á staðnum. Hinir 50, sum vóru meira ella minni skaddir, vórðu koyrdir higar til sjúkrahúsið við øðrum bilum. Teir komu um kvøldið. Sjúkra­ húsið var yvirfylt frammanundan. Teir vóru glaðir fyri at sleppa at liggja á madrassum á gólvinum, har sum pláss var. Ein av hesum var so álvarsliga skaddur, at hann doyði. Hinir sluppu við lívinum. Áhugavert var at síggja, hvussu starvsfólkini á sjúkrahúsinum vóru fús til at hjálpa hesum, sum fyri stuttari tíð síðani vóru argastu óvinir teirra, og hvussu hinvegin teir løstaðu við tøkk tóku ímóti hjálpini. Elsa Jacobsen: Máttu drepa mann fyri at kunna giftast Eftir 32 ár í tænastu í Etiopia heldur Elsa, at nú er tíð at koma heim aftur á klettarnar. Hóast kommunisman nú er fallin, hevur Elsa framvegis forvitnisligar søgur at greiða frá Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Brúðarparið Samuel og Elsabet. Aftanfyri standa f.v. Elsa saman við “norðuratlantisku” børnunum Paulus, Aster og Lydia, sum fyrr eru umrødd Alemu Shetta talaði í brúðleypinum hjá Elsabet og Samuel. Mamma hansara var trøllkvinna og dugdi ymisk kynstur, m.a. at klúgva uppí eitt træ við bakinum til. Tá ið Alemu gjørdist kristin royndi mamman at drepa hann við einum spjóti. Seinni gjørdist hon ein av teimum mest ídnu kristnu ➘