mikudagur 5. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
22
nr. 213 • 05. nov. 2008
Teir flestu vóru ungir dreingir.
Báðir partar hava í friði
samráðst og eru vorðnir samdir í
mongum førum um, hvussu landið
nú skuldi stýrast og byggjast upp.
Merkisvert var at síggja, at
teir sum fingu týðandi størv runt
í landinum av “gomlu stjórnini”,
nógvir vóru noyddir at taka við
starvinum móti sínum vilja, nú
sluppu at vera í friði í landinum.
Teir verða kortini skiftir út og
nýggir valdir inn í tey ymsu
størvini sum frá líður.
Bíbliur úr Etiopia til
Russlands
Sum nevnt sendi Russland eisini
fólk til Etiopia at hjálpa til at
avkristna fólkið. Sum vit vita,
hava tey kristnu í Ruslandi livað
undir trongum korum, og tað
hevur verið torført hjá fólki at
fáa fatur í Bíblium. Tvær ferðir
hendi tað, tá ið eg var inni í
bókhandlinum hjá Bíbliufelagnum
i Addis Abeba og skuldi keypa
bíbliur til sjúkrahúsið í Arba
Minch, at russarar vóru inni
har.
Tá ið teir vóru úrfarnir, spurdi
eg hann, sum var í handlinum,
hvat teir vildu her.
Jú, teir vildu hava bíbliur á
russiskum máli. Bókahandilin
seldi nógvar russiskar bíbli
ur, sum teir sendu heim
til Russlands til vinir og
kenningar.
Eg undraðist og kom at
hugsa um tað, sum stendur hjá
Jesaja profeti:
Tí at hugsanir mínar eru
ikki hugsanir tykkara, og vegir
tykkara eru ikki vegir mínir.
Nei, sum himmalin er hægri
enn jørðin, soleiðis eru vegir
mínir hægri enn vegir tykkara
og hugsanir mínar hægri enn
hugsanir tykkara.
Á sjúkrahúsinum í Arba Minch
seldu vit nógvar Bíbliur á ama
hariskim máli fyri rímiligan prís.
Fólk sótu ofta úti á plássum,
har tey kendu seg trygg. Har
lósu tey bíbliuna. Orðið var
sáað og Gud gevur ávøkst.
Tað eru enn tjóðflokkar,
sum liva í myrkri. Eitt dømi
er gudjifólkið, sum býr
eystanfyri okkum
Markið millum Gudjilandspartin
og Gamo Gofa landspartin, har eg
virkaði, er ikki langt burtur. Fram
við markinum liggja gudjimenn
og lúra við byrsum og knívum. Í
samfelag teirra hevur gjøgnum
øldir verið ein óskrivað lóg,
sum sigur, at teir fyri at kunna
giftast helst skulu hava dripið
annaðhvørt eina leyvu ella ein
mann úr einum øðrum tjóðflokki,
sum skuldi vera eitt krígssinnað
fólk. Tí gekk hetta nógv útyvir
fólkið í Konso, sum var roknað
fyri at vera ein “krígstjóð!” Hava
menninir dripið onkran slíkan,
verða teir roknaðir sum hetjur
og sæddir upp til av fólkinum í
samfelagi teirra.
Summar gentur eggja dreingir
nar upp, og spyrja um teir eru
“konufólk”, tí teir hvørki hava
dripið leyvu ella mann! Hetta vilja
teir ikki hava sitandi á sær og fara
tí – kortini ikki allir av góðum huga
– í herferð móti ósekum fólki, sum
gongur millum bygda. Ítøkiliga
prógvið fyri “avrikið” er avskornu
kynsgøgnini hjá dripna manninum.
Vit fingu eina ferð á sjúkrahúsið í
Arba Minch ein blaðungan drong,
sum hevði fingið kynslutirnar
avskornar í livandi lívi! Tað var ikki
tespuligt.
Taddewos slapp undan
Taddewos var evangelistur á
sjúkrahúsinum í Arba Minch.
Eg hevði hoyrt, at gudjimenn
ætlaðu eina ferð at drepa hann,
men at hann í ítarstu neyð slapp
við lívinum.
Eg bað hann siga mær frá hesum
tilburði og hann greiddi soleiðis frá:
Eg var 18 ár, tá ið hetta hendi
í 1984. Vinmaður mín og eg vóru
á veg til gongu út í eina bygd til
eitt møti. Vit gingu hvør aftaná
annan. Meðan vit ganga og práta
saman, smellur eitt byrsuskot
millum okkum báðar. Vit hvukku
við og hugdu eftir, hvaðani skotið
kom. Tá komu tveir gudjimenn
við hvør síni byrsu úr skóginum,
og aftaná teir koma tveir aðrir við
hvør sínum longum knívi.
Vit settu í renningarlop. Eg helt
áfram eftir vegnum, og vinur mín
helt inn í skógin. Í hølunum á
hvørjum okkara var ein maður við
byrsu og ein við knívi.
Eg rann so skjótt, eg var mentur.
Í tí annar lyfti armin við knívinum
og skuldi stinga meg, rendi eg
fótin móti onkrum og datt. Eg
var komin nær eini stórari á, so
í staðin fyri at reisa meg upp,
rullaði eg meg frameftir vegnum
og í ánna.
Ikki dugdi eg at svimja, so
eg fór til botns í ánni. Tá ið eg
flotnaði upp aftur, stóð maðurin
við knívinum í aðrari hondini og
helt sær við hinari í tað síða grasið
við áarbakkan. Hann lyfti hondini
við knívinum og skuldi stinga meg,
men tá fór eg undir aftur.
Bjargaður við Guðs
hjálp
Streymurin var nógvur, og hann
førdi meg omaneftir ánni. Tá bað
eg til Jesus undir vatninum: “Jesus,
eg eri ein syndari, tak meg til tín.”
Nú var ein bugur í ánni, og eg
varð slongdur fram móti áarbakk
anum. Eg kom uppundan og fekk
tikið í grasið.
Eg hugdi rundan um meg. Tað
var skýming, men eg sá ongan.
Eg bað aftur: “Gud! Gudjimaðurin
fekk ikki tikið lívið av mær, heldur
ikki eri eg druknaður í ánni. Her
eri eg, Jesus. Send onkran, sum
kann koma mær til hjálpar.” Eg lá
har í ánni og bíðaði eftir hjálp.
Knappliga hoyrdi eg billjóð.
Hetta var dagligi bussurin úr
Addis Abeda, men hann koyrdi
framvið uttan at ansa eftir mær.
So hoyrdi eg aftur billjóð. Eg
krøkti meg í grasið og kom uppá
turt. Nú rann eg móti vegnum og
stillaði meg mitt á vegin. Eg veittr
aði og bað hann stegða, men hann
floytaði bara og koyrdi framvið.
Í skýmingini sá eg nú ein mann
við byrsu og nøkur fólk aftaná hon
um koma móti mær. Eg ivaðist ikki
í, at hetta var ein av gudjimonn
unum, og eg leyp aftur í ánna.
Aftur fór eg bóltandi oman
eftir ánni við streyminum. Tá ið
eg kom á føtur eina ferð, sá eg
mannin við byrsu koma rennandi
eftir áarbakkanum. Hann leyp útí
og tók um meg.
Eg helt mína síðstu stund vera
komna. Eg græt og rópti til Guð.
“Ver ikki ræddur, ver ikki ræddur,”
segði hann. Vit eru komnir at hjálpa
tær. Gudjimenninir eru farnir. Vit
hoyrdu skotið, tí er vit komnir.
Eg trúði honum als ikki. Helt
hann bara halda meg fyri gjøldur.
Hann dró meg uppá turt. Hini,
sum høvdu fylgt honum, vóru nú
komin. Øll hálsfevndu meg og
bóðu meg ikki vera ræddan, tí nú
var eg bjargaður.
Eg var so skelkaður, at eg bert
græt og fekk ikki orðið upp.
Tveir menn leiddu meg til bygd
ina Djamo, har møti var, sum eg
skuldi til. Tá ið vit komu fram var
møtið byrjað. Táið tey hoyrdu um
tað, sum var hent mær, helt møtið
fram sum eitt takkar og lovsongs
møti til Guds, sum hevði bjargað
mær. Eg fekk turr klæði at fara í,
og tey tóku sær væl av mær.
Áðrenn hesa hending, hevði
eg stundum hugsað um at tæna
Jesusi við teimum evnum, sum
hann hevur givið mær. Nú gjørdist
hetta mítt størsta ynski.
Gjørdist evangelistur
Taddewos hevur nú virkað sum
evangelistur á sjúkrahúsinum
í eini 20 ár og er framvegis í
hesum starvi. Tað, sum eyðkennir
hann er, at hann er trúfastur í
tænastuni. Tey eru ikki fá her á
sjúkrahúsinum, sum eru komin til
trúgv av hansara vitnisburði.
Vinur hansara varð forfylgdur
av hinum báðum gudjimonnunum.
Teir skutu eftir honum og raktu
hann í hondina. Men hann slapp
eisini heilskapaður burtur úr tí.
Hetta hendir enn. Tað er ikki
sjáldan, at vit frætta um menn, sum
eru dripnir av gudjimonnum. Ein lítil
partur av gudjifólkinum hevur tikið
ímóti gleðiboðskapinum.
Taddewos er nú giftur, og hann
eigur trý børn.
Mugu drepa fyri at kunna
fáa konu
Eftir at kollveltingin var fallin, varð hetta minnismerki reist yvir teir 59 úr
stjórnini hjá Haile Selassie keisara, sum vórðu dripnir í 1974 og blakaðir í
eina hópgrøv
Taddewos varð nærum fyribeindur
av gudjimonnum, sum skuldu vísa
seg sum menn við at drepa mann úr
øðrum tjóðbólki
Katrin og Gisli Arnkelsson arbeiddu saman við Elsu í Konso í 1960-unum.
Børnini eru eftir aldri: Guðlaugur, Valgerður, Bjarni, Karl Jónas og
Kristbjørg. Øll hava tey verið trúboðarar í Etiopia. Tann yngsta Kamilla var
ikki fødd, tá henda myndin varð tikin í 1967