mikudagur 5. november 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 213 - 5. november 2008
Lellurin, Grenji
surran, Spyrjus
og hinar stuttligu
verurnar taka
alskyns løgin orð í
egnar hendur í sang
leikinum Í Geyma,
sum hevur heims
frumsýning í viku
skiftinum
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hvussu síggja Grenjusurrur
og Svansibobbar út? Hvat
er man, tá man er til Yvirs,
og hvar er til Viks? Og
hvussu smakkar Rótasúpan
og Vavgreytur við Ellibitum
í?
Í nýggja sangleikinum Í
Geyma hava øll hesi løgnu
orðini fingið kropp og sál.
Tey duga at syngja, klovnast
og prumpa, so tú bæði situr
í skellilátri og blívir munin
klókari
samstundis.
Og
fríggjadagin fara tey øll á
pall í Norðurlandahúsinum
at vísa, hvussu leikur fer, tá
býtta Harkaliðið hóttir við
at spilla stuttliga spælið í
Geyma.
Fortelja fyri
eygunum
Tað er íslendska Áugústa
Skúladóttir, sum hevur leik
stjórnað sangleikin, og tað
hevur ikki verið heilt lætt.
Eitt er at skula gera løgin
orð og máliskur til skapn
ingar. Men fyri íslendska
leikstjóran munnu nógv av
hesum føroysku orðunum
hava verið mest sum óskilj
andi. Hvat meina vit til
dømis við, tá vit siga, at
onkur liggur sum lellurin?
Hvussu
veit
leikstjórin,
hvussu ein Lellur sær út?
Águsta Skúladóttir flenn
ir.
Tað finnur tú út av við
at brúka títt hugflog. Og
um tað ikki rakk, hava
leikararnir verið óførir at
greiða mær frá ella vísa,
hvat hesi orðini merkja. Tað
er til dømis ikki so torført
at vísa, hvussu man sær út,
tá man stendur sum Kánus,
sigur leikstjórin, sum eisini
hevur leitað sær íblástur í
tekningunum í bókini í
Geyma hjá Dánjali Hoydal.
Hóast tað kann vera ringt
at ímynda sær, so heldur
Ágústa Skúladóttir, at júst
mongu orðaspælini í bókini
hóska sera væl at gera til
skapningar á palli.
Sjónleikur er jú netupp
eitt stað, har tú fortelur
søgur við at vísa tær, also
fortelur fyri bæði oyrunum
og eygunum hjá áskoðarar
num.
Fyrimunurin
við
hesum leikinum er eisini, at
øll kenna hesi orðini og
minnast, hvussu tey sum
børn royndu at ímynda sær,
hvat tey merktu. Og seinni
hava tey nokk sjálvi sagt
hesi orðini við teirra egnu
børn uttan at forklára, hvat
tey merkja, sigur Ágústa
Skúladóttir og leggur aftur
at, at so máta kann í Geyma
av sonnum kallast ein
familjuleikur.
Pláss fyri øllum
Millum mongu skapningar
nar í Geyma renna Gellan
og Kúllurin og gera fortreð,
pilka nøs og syngja prumpi
sangir. Tað eru tey bæði
Rakul Thomsen og Petur
Meinhard E. Andersen, sum
spæla ávikavist Gelluna og
Kúllin. Hóast bæði hava
spælt sjónleik fyrr, líkist
hesin leikurin ongum, tey
hava roynt áður.
Vanliga eru tað persónar
nir, sum stýra søgugongdini
í einum sjónleiki. Her er
tað týdningurin av ymsum
orðum, sum ger av, hvat
hendir, og tað er ein heilt
onnur
avbjóðing,
sigur
Rakul Thomsen, sum ikki
dylur yvir, at leikurin er
sera krevjandi at spæla.
Hinvegin hevur tað verið
sera læruríkt at spæla saman
við nøkrum av royndastu
leikarararnum í landinum,
eru tey bæði samd um
Tá tú ert umgyrdur av
so professionellum leikar
arum allatíðina gevur tú alt,
tú hevur í tær og eitt sindur
afturat. Men tú fært eisini
ótrúliga nógv afturfyri, so
tað er um at súgva til sín,
meðan man hevur kjansin,
sigur Petur Meinhard E.
Andersen, sum eins og Gell
an er rættiliga hugtikin av
sermerkta
ævintýrheimi
num í Geyma.
Boðskapurin er onkurs
vegna, at pláss skal vera
fyri okkum øllum. Øll hava
okkurt gott at bjóða eisini
um tey eita Jassur, Vittýggi,
Klikkheys
ella
Roksi
malena, siga Gellan og
Kúllurin.
Matiné í Hoyvíkar kirkju
Leygardagin 8 nov. Kl. 12.00 verður matiné í Hoyvíkar kirkju
við tónleikarunum Sámal Petersen,violin og Ragnar Olsen á
guitar. Sámal Petersen er kendur sum konsertmeisteri í Føroya
Symfoniorkestri. Hann er limur í Aldubáruni og lærari í Føroya
Musikkskúla. Útbúgvingina fekk hann á Odense
Konservatorium. Ragnar Olsen hevur útbúgving á Esbjerg
Konservatorium og er lærari í Føroya Musikkskúla. Hann hevur
m.a. verið solistur á guitar saman við Føroya Symfoniorkestri.
Á matinéini verða spæld klassisk verk eftir J.S. Bach, Roncalli,
Scarlatti, Gaspar Sanz og Jørgen Jersild. Ókeypis atgongd.
Bussur nr. 3 koyrir úr Steinatúni kl. 11.15
Býarbókasavnið ber bøkur út
Býarbókasavnið í Havn bjóðar sær nú at bera bøkur út til lánarar, sum ikki
sjálvir fáa komið á bókasavnið Nýggja tænastan, Bókaberin, er eitt ókeypis
tilboð til lánarar, sum vegna rørslubrek ella annað brek ikki hava møguleika
at koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu
fara fyri tey. Í fyrstu atløgu verður talan um eitt royndartiltak at vita, hvør
tørvurin er. Fyri at brúka Bókaberan skal lánarin búgva í Havn, á Velbastað
ella í Kirkjubø. Umsóknarblað fæst frá Býarbókasavninum ella kann prentast
út frá www.bbs.fo. Tá tú verður meldað/ur til skipanina, kanst tú siga frá,
hvat slag av tilfari, tú vilt hava. Bókavørðirnir pakka síðani ein posa við
hóskandi bókum, ljóðbókum og bløðum. Bókapakkarnir verða skiftir um
hvønn mánað.
Klovnar og klók orð í Geyma
Kúllurin og Gellan, leikt av Petur
Meinhard E. Andersen og Rakul Thomsen,
stjala eina løtu myndina sangleikinum í
Geyma við teirra heilt egna Prumpisangi