Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 213 - 5. november 2008 ] Høgni Madsen til NSÍ NSÍ skrivaði í gjár undir sáttmála við hart tacklandi fuglfirðingin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at teir fyri viku síð­ ani vissaðu sær Jann Inga Petersen úr B68, hevur NSÍ fingið sær enn meira styrk til mið­ vøllin hjá Formula­lið­ num hjá felagnum. Í gjár varð nevnliga greitt, at Høgni Madsen fer at spæla fótbólt við Løkin komandi kapp­ ingarár. Høgni var í ár ein av avgjørdu lykla­ spælarunum hjá ÍF, og hann var eisini partur av landsliðshópinum til nakrar dystir. Dia er nú Master Coach Venjarin hjá føroyska manslandsliðnum í hond­ bólti, Dia Midjord, kann nú sum fyrsti føroy­ ingurin nevna seg Mast­ er Coach í hondbólti. Hetta er partur av donsku hondbóltsvenja raútbúgvingini, og sein­ astu tvey árini hevur Dia verið partur av lið­ num, sum skuldi upp til próvtøku nú í heyst. Próvtøkan var á skránni mánadagin, og her vendi tummilin upp­ eftir, soleiðis at Dia nú hevur neyðugu pappír­ ini til eisini at venja europisk topplið, skuldi ein slíkur møguleiki staði í boði. -mørk Maradona fekk sessin Helst besti spælari í fótbóltssøguni, Diego Armando Maradona, varð í gjár útnevndur sum argentinskur landsliðsvenjari. Tað hevur leingi ligið í luftini, men nú er tað endaliga staðfest og almannakunngjørt. Diego Maradona skal vera landsliðsvenjari hjá heimlandi sínum, Argentina. 48 ára gamli Maradona tekur við starvinum eftir Alfio Basile, sum segði seg úr starvinum eftir 0­1­tap fyri Kili í oktober. Tekniskur stjóri verður Carlos Bilardo, sum var venjari, tá Argentina við Maradona á odda, vann HM­kappingina í Mexico í 1986. Milosevic fær farvæl-dyst Savo Milosevic er metmaðurin hjá Serbia við 101 landsdystum. Tá serbia tann 19. november spælir móti Bulgaria, fær Milosevic møguleika at takka áskoðarunum við sínum dysti nummar 102. Hóast hann í tíðini í Aston Villa varð róptur Miss­ a­lot­sevic, so hevur áleyparain støðugt verið ein vandamikil harri fyri landsliðið, har hann hevur skorað 35 mál, sum er met. Av teimum 35 eru tey fimm skotin móti Føroyum, og tað hevur eingin annar spælari megnað. Kvinnur og kvinnuunglingar hjá Ljósinum fóru í gjár á venjingarlegu í Estlandi, har tey skulu venja saman við øðrum liðum, ið fáast við estetiskan fimleik Fimleikur Tíðindaskriv Ferðalagið, ið telur 22 fólk, fór úr Føroyum í gjár, og kemur aftur mánadagin 10. november. Nakrir dagar fara til ferðing, men í fýra dagar er ætlanin av hava venjingar seks tímar hvønn dag í hølunum hjá Piruett, ið fleiri ferðir hevur verið til HM í estetiskum. Venj­ ingin snýr seg um alt frá balett, akrobatikki, fysiskari venjing til læru av koreo­ grafi og venjing saman við øðrum liðum og íðkarum, ein kann læra av. Hetta er alt saman sera spennandi, tí tað er ikki á hvørjum degi, at íðkarar fáa høvi til bara at hugsa um venjing, hvíld og at njóta optimalar umstøður, sum sum at fáa mat serveraðan, venja á røtt­ um gólvi, balettvenjing við stong og speglum og kønum venjarum, ið eru partur av eini sterkari siðvenju við balett og akrobatikki. Hetta eru alt týðandi element í estetiskum fimleiki, og fel­ agið væntar, at ein hjáveiði verður, at íðkararnir, sum flestallir eisini eru venjarar á almennu fimleikaliðunum fáa íblástur at lata øðrum í felagnum. Fremsta endamálið við slíkum túri er at menna og ogna sær førleikar, so fim­ leikur verður tað valdandi á túrinum, men pláss verður eisini fyri onkrum søgu­ og mentanarligum innslagi, soleiðis at vitan og upp­ living í sambandi við Est­ land verða serstøk og eitt varandi minni. Ljósið til Estlands Støðan í bólkaspælinum Bólkur A vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 4 2 - 1 - 1 6 3 3 7 2 Roma 4 2 - 0 - 2 7 5 2 6 3 Bordeaux 4 2 - 0 - 2 4 8 -4 6 4 CFR Cluj 4 1 - 1 - 2 3 4 -1 4 Bólkur B 1 Inter 4 2 - 2 - 0 7 4 3 8 2 Anorthosis F 4 1 - 2 - 1 6 5 1 5 3 Panathinaikos 4 1 - 1 - 2 6 7 -1 4 4 Werder Bremen 4 0 - 3 - 1 3 6 -3 3 Bólkur C 1 Barcelona 4 3 - 1 - 0 11 3 8 10 2 Sporting L. 4 3 - 0 - 1 5 3 2 9 3 Shakhtar D. 4 1 - 0 - 3 3 5 -2 3 4 Basel 4 0 - 1 - 3 2 10 -8 1 Bólkur D 1 Atletico M. 4 2 - 2 - 0 7 3 4 8 2 Liverpool 4 2 - 2 - 0 7 4 3 8 3 Marseille 4 1 - 0 - 3 5 6 -1 3 4 PSV Eindhoven 4 1 - 0 - 3 3 9 -6 3 Bólkur E 1 Manchester Utd 3 2 - 1 - 0 6 0 6 7 2 Villarreal 3 2 - 1 - 0 7 3 4 7 3 Celtic 3 0 - 1 - 2 0 4 -4 1 4 AaB 3 0 - 1 - 2 3 9 -6 1 Bólkur F 1 Bayern M. 3 2 - 1 - 0 5 1 4 7 2 Lyon 3 1 - 2 - 0 8 6 2 5 3 Fiorentina 3 0 - 2 - 1 2 5 -3 2 4 Steaua B. 3 0 - 1 - 2 3 6 -3 1 Bólkur G 1 Arsenal 3 2 - 1 - 0 10 3 7 7 2 Dynamo K. 3 1 - 2 - 0 2 1 1 5 3 Porto 3 1 - 0 - 2 3 6 -3 3 4 Fenerbache 3 0 - 1 - 2 3 8 -5 1 Bólkur H 1 Juventus 3 2 - 1 - 0 5 3 2 7 2 Real Madrid 3 2 - 0 - 1 5 3 2 6 3 BATE Borisov 3 0 - 2 - 1 3 5 -2 2 4 Zenit Petersb. 3 0 - 1 - 2 2 4 -2 1 Talan er um sera spennandi venjingarferð hjá teimum 22 í hópinum hjá Ljósinum