mikudagur 5. november 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 213 • 05. nov. 2008
Eg flutti heim í 1992. Her
skal í stuttum greiðast frá
hvussu tað síðan hevur
gingist við Etiopia:
Aftur í 1995 varð hungurs
neyð, sum serliga herjaði í
sunnara parti av landinum.
Hetta ár varð eisini samtykt
ein nýggj stýrisskipan, sum
býtti landið upp millum tey
ymisku fólkasløgini við ávísum
sjálvstýri. Hetta var ein
broyting frá tí eindarstati, sum
Etiopia hevði verið, og har
amaharar vóru teir leiðandi.
Tað varð eisini hildið val,
men tað varð boykottað av
parti av andstøðuni. Hetta førdi
til hóphandtøkur. Amnesty
International stúrdi fyri gongd
ini við mannarættindum.
Negasso Gidada gjørdist
forseti, meðan fráfarandi
forsetin Meles Zenawi gjørdist
forsætisráðharri. Teir seytjan
stjórnarlimirnir skuldu umboða
so stóra breidd sum gjørligt av
fólkasløgunum í landinum.
Fyrst í 1998 var aftur hung
ursneyð, sum hótti milliónir.
Samstundis vóru tey fátæku
hótt av stórum príshækking
um, sum stjórnin ásetti.
Í 2002 avdúkar ein frágreið
ing frá UNICEF, at 100200.000
etiopisk børn liva á gøtuni,
har tey verða útnyttað eisini
kynsliga við vanda fyri at
verða smittað av AIDS, sum
eisini ofta er orsøkin til, at
foreldrini eru deyð.
Í 2003 er aftur hungursneyð
størri enn nakratíð. Hesa ferð
eru 1213 mill fólk heft at
matvøruhjálp.
Tað var lítið frægari í 2004,
tá ið 7 mill tørvaðu hjálp. Men
í summum økjum regnaði
kortini so mikið, at kornfram
leiðslan øktist við 40%.
Valið í 2005 varð vunnið
av forsætismálaráðharranum
Meles Zenawi. Men hann varð
lagdur undir valsvik og tað
hildu eygleiðarar frá ES eisini.
Hetta førdi til ófrið, har 200
mótmælisfólk vórðu dripin.
Pressufrælsið varð skert. Tað
blivu støðugt færri óheft bløð.
Blaðfólk vórðu eisini stevnd fyri
rættin við ákærum, sum kundu
føra til deyðarevsing.
Jólaaftan 2006 gjørdi Etiopia
við amerikanskum stuðli innrás
í Somalia eftir, at islamiskir
dómstólar høvdu tikið valdið.
Etiopia hevur júst boðað frá,
at tað fer at taka sínar deildir
heim aftur fyrst í komandi ári.
Stutt sagt kann sigast, at
tað gongur framá í Etiopia,
men tað gongur sera spaku
liga. Tað allarseinasta, sum
frættist nú um dagarnar, var
ein verkætlan, har tað varð
framleitt gass og harvið orka
burturúr mykju. Í tann mun
hetta eydnast kann hetta
lætta munandi um korini hjá
landbúnaðinum.
Um Eritrea kann í stuttum
sigast:
Í 1993 varð Eritrea viðurkent
sum sjálvstøðugur statur.
Uppreistrarleiðarin Esaias
Afewerki gjørdist forseti.
Hann stýrir landinum
einaveldugt við harðari hond.
Val vera ikki hildin. Allir
óheftir fjølmiðlar eru bannaðir.
Tey sum eru ímóti stjórnini
hvørva med alla.
Tað búgva um 5 mill fólk
í Eritrea, helvt um helvt
muslimar og koptisk kristin.
Aðrar kristnar samkomur eru
bannaðar, og tey sum ganga
ímóti hesum verða forfylgd
á grovasta hátt. Slík verða
sperrað inni í bingjum undir
ræðuligum umstøðum.
Eitt dømi um hetta er gospel
sangarinnan Helen Berhane,
sum hevur sitið føst i eini
bingju í eitt ár. Men Amnesty
International tók hana sum
samvitskufanga. Nú er hon
sloppin leys og er flutt til Dan
markar saman við dóttir síni.
Tað ber til at lesa meira um
hana á Google.
Viðurskiftini við Etiopia hava
ikki verið nakað serlig. Í 1998
var ein nýggjur bardagi um ein
týdningarleysan marknaðarbý.
Eitt eyðkenni fyri Eritrea er
eisini, at teir vilja ikki hava
menningarhjálp frá øðrum. Ser
liga ikki um treytir fylgja við.
Men hetta ger ikki støðuna
hjá fólkinum betri. Men fólkið
livir tó í ein vissan mun upp til
orðatakið, at neyð lærir nakna
kvinnu at spinna.
Hvat er síðan hent í Etiopia?
Komandi Miðvika
Í komandi parti koma vit aftur til ættina hjá Skora Pól, sum vit hava
umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu
okkara landi. Men hoyra tey ikki
Guds orð kunnu tey ikki verða
frelst.
Tey seinastu umleið 60 árini
hevur Gud sent veking í Etiopia.
Ja, kanska tað størstu veking,
sum verið hevur í søguni.
Fólk koma til samkomurnar í
kirkjunum, á missiónsstøðum og
úti í bygdunum. Tey hoyra gleði
boðskapin um Jesus. Summi reisa
seg, rætta hendurnar upp og siga
at tey vilja vera kristin. Ofta havi
eg hugsað um tað, sum stendur
í Sálmi 68,32: “Blálond skulu
bráddliga rætta hendur til Guds.”
Hetta at tey rætta hendurnar
upp er ein vitnisburður um, at tey
vilja venda heiðinskapinum bakið
og vilja fylgja Jesusi eftir.
Jesus segði: “Tann sum kemur
til mín, vil eg als ikki reka burtur.
Jóhs. 6,37
Hesi mugu lærast upp í Guds
orði. Her er tað, at tað stendur á.
Akurskurðurin er mikil, men
arbeiðsmenninir eru fáir. Biðið
tí hann, sum akurskurðin eigur,
at hann vil senda út arbeiðsfólk
at heysta unn skurðin. Matt.
9,37-38.
Eg takki Gudi fyri øll tey ríku ár,
sum hann gav mær í tænastuni í
Etiopia. Eg takki eisini Kirkjuliga
Missiónsfelagið, sum sendi meg
til Etiopia og øllum, sum hava
biðið fyri mær. Eisini takki eg fyri
tey, sum góvu og framvegis geva
til arbeiðið, sum hann hevur litið
okkum til millum fólkasløgini.
Størsta tøkkin fer til Harran,
sum kallaði meg og setti meg
til tænastu, hóast hann visti alt
um meg, áðrenn hann kallaði
meg. Enn er so nógv ógjørt.
Jesus roknar við, at vit sum fingu
boðini fyrst, skulu bera tey víðari
til teirra, sum ikki hava fingið
innbjóðingina. Hetta er okkara
ábyrgd.
Tøkk til Elsu
Nú eru vit komin til endan á hesi
frásøgnini hjá Elsu Jacobsen.
Røðin gjørdist drúgvari enn rokn
að varð við at byrja við. Sum frá
leið vísti tað seg at vera so nógv
tilfar sum mátti við afturat fyri at
gera frásøgnina meira fullkomna.
Hetta er tilfar sum alt viðvíkir
umstøðum og persónum, sum
Elsa sjálv hevur kent. Í summum
førum er tilfar fingið frá øðrum
keldum fyri at gera frásøgnina
meira fullfíggjaða.
Afturfyri hava vit so fingið eina
sera spennandi og áhugaverda
søgu. Dentur hevur verið lagdur á
í fyrsta lagi at lýsa tað missións
virksemi, sum Elsa hevur verið
við í. Í øðrum lagi at geva eina
lýsing av Etiopia, landi og fólki og
í triðja lagi at lýsa Etiopia undir
kommunistiska stýrislagnum.
Alt í alt er hetta ein framúr
frásøgn. Elsa hevur lagt dent á,
at hon skuldi ikki framhevjast.
Tað hevur heldur ikki verið gjørt.
Men fyri tað kann sigast, at Elsa
hevur verið sera sterk! Hon hevur
ikki bakkað fyri nøkrum, sjálvt
ikki fyri sjálvum Mengistu Haile
Mariam, sum var oddamaður fyri
ræðuleikarnar, sum greitt er frá.
Tí er gott, at hendan søgan er
niðurskrivað.
Í 2006 fingu Elsa og hennara vitjan av kristnum etiopiskum fiskimanni Wondu, sum sigldi við russiskum fiskiskipi.
Wondu hevur eisini upplivað kommunismuna. Í skúlanum høvdu tey frálæru um marx-leninismuna. Tey skuldu ganga
kravgongu fyri hesa “trúgv”. Tá plagdu tey at ganga framvið líkum, sum lógu framvið vegjaðaran. Hetta var fyri at vísa
næmingunum, hvussu tað kundi gangast teimum, sum viku frá “røttu” læruni. Wondo varð sendur til Russland fyri at
fáa kunnleika um fiskivinnu. Men hann bleiv verandi. Johan Christiansen, mitt í myndini, sum er havnaumsjónarmaður
í Havn hevði skipað fyri vitjanini. Zacharias í Mortanstovu í grannalagnum var eisini komin inn á gólvið. Elsa sæst við
bakinum til
Norðragøtu umleið 1930. Niðanfyri vegin er fremst húsini “hjá Peri”, har Elsa
vaks upp. Her býr nú Jóhannes við húski. Aftanfyri sæst gamla Mortanstova.
Omanfyri vegin er: Veggur av gomlu Frammistovu, Glyvra Hanusarhús,
Blásastova, Hjá Ísaki, Tjørnustova, á Heimara Fløtti og á Fløtti.