Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 05. nov. 2008 MIÐvIkaN 23 Tað var ein trupul avgerð at gevast í Etiopia í 1992. Tað vóru eisini dreingirnir, sum vóru eftir Tað var nakað sum nívdi meg. Hvørja ferð eg fór frá teimum, stóðu teir og grótu. Heima vóru tað foreldrini, sum blivu gomul. Hvørja ferð eg fór avstað aftur frá teimum, var hetta eisini hart. Men tað góða var, at tá ið eg var framkomin longdist mær ongantíð, hvønn veg tað enn var. Seinastu ferð, eg kom heim, var mamma blivin 94 ár. Pápi var tá deyður. Mamma skrivaði mær reguliga brøv, so leingi hon orkaði. Tað gjørdist mær greitt, at nú var plássið at vera heima hjá mammu. Eg var eisini blivin 64 ár. Eg havi verið tvær ferðir í Etopia og ferðast, síðan eg gavst. Tá hevur tað verið hugaligt at hitta allar teir góðu vinirnar. Nú eru tvíburarnir so heima í Føroyum. Jákup er giftur við Kittinesh. Tey eiga fýra børn: Dina, Meriam, Bereket og Eliesar, sum er føddur í Føroyum. Jákup arbeiddi í Addis Abeba sum mekanikari. Men hetta gav so lítið av sær, at hann vildi koma til Føroyar at forvinna nakrar krónur. Jóhannes arbeiddi sum vaktar­ maður við Kirkens Nødhjælp í Addis Abeba. Men her var støðan, hvat inntøku viðvíkir tann sama. Jóhannes er giftur við Tsehainesh. Hon var einkja við einum barni, Aynalem, sum er gift og býr í heiminum í Addis Abeba. Saman hava tey fingið tvey børn Jonas og Yeru. Jóhannes kom so eisini til Før­ oyar at forvinna pening. Her var jú inntøkan sera stór, tá hugsað verður um, at mánaðarlønin var um 300 kr. í Etopia. Sum frá leið gjørdist tað greitt, at tað var einki at fara aftur til Etiopia til. Tí endaði tað við, at fyrst komu konurnar heim og síðani børnini. Tískil eru tey nú 10, sum búgva í Norðragøtu. Tey hava hvør sini eldri hús og eru fallin væl inn millum gøtufólk. Tey vaksnu arbeiða á Fiskavirki­ num í Gøtu, har teimum dámar væl. Børnini ganga í skúla og luttaka í tí, sum teirra javnaldrar fáast við. Dreingirnir sparka sjálvsagt fótbólt og halda við Víkingi! Øll eru góð við tey, og tey eru góð við øll. Eg hevði ikki trú, at eg skuldi uppliva hetta at fáa tey øll heim til Føroyar, men hetta riggar bara væl. Fleiri konur úr Etiopia eru komnar til Føroya. Tey koma øll saman, tá ið høvi býðst. Afturat tí eru fleiri etiopisk børn ættleidd til Føroya. Elsa: Tøkk til Gud og menniskju Eg havi ofta nevnt um fólk, sum komu til okkara, og sum vildu vera kristin. Tey komu til sjúkrahús, klinikkir og gudstænastur. Á samkomunum rættu tey hend­ urnar upp sum tekin um at tey vildu koma til Jesus. Kortini verða vit ikki kristin við at taka eina av­ gerð ella at rætta hendurnar upp. Hetta er tó tann besta avgerð, sum eitt menniskja kann taka. Gud ger verkið. Tað er við at hoyra Guds orð, lóg og evangel­ ium, at Guds heilagi andi skapar í okkum longsulin eftir at koma til hansara. Lógin sýnir okkum okkara veruligu støðu frammi fyri tí tríggjar ferðir heilaga Gudi, sum ikki tolir synd. Hvør muður verður teptur. Í okkum sjálvum eru vit glatað saman við okkara bestu gerðum. Tí av náði eru tit frelstir við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka. Tað er Guds gáva, ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Ef. 2.8-9. Tað er við at hoyra gleðiboð­ skapin um Jesus, Guds son, at menniskju verða frelst. Guds heilagi andi vísir okkum á Jesus, sum hevur gjørt fullnað fyri allar syndir okkara. Sí Guds lambið, sum ber heimsins synd! Jóh. 1,29 Av okkum sjálvum kunnu vit ikki trúgva. Trúgvin er Guds gáva. Tað er tí so umráðandi at øll fáa at hoyra Guds orð klárt og týðiliga, lóg og evangelium. Allar staðir, har Guds orð verður boðað, eru tað nøkur, sum verða frelst. Men sumt fell í góða jørð og tað bar ávøkst, sumt hundrað- faldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan. Hvør ið oyru hevur hann hoyri. Matt. 13,8-9. Tá vit fara út sum trúboðarar er tað við tí endamáli, at tey skulu vera frelst. Tað verða tey bert við at hoyra Guds orð. Har sum einki verður sáað, verður einki at heysta. Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men táið hann sá mannamúgvuna, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar, rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. Matt 9, 35-36. Tað er tí ikki nóg mikið at ganga runt undir sólhatti og við bíbliuni í hond og prædika fyri fólki, sum so sáran treingja til likamliga hjálp. Teimum tørvar bæði likamliga og andaliga hjálp. Hetta er endamálið hjá allari kristnari missión. Hinvegin er tað gott við allari hjálp til tey neyðstøddu, sum send verður eisni úr Tíðin kom at gevast Her er Elsa við øllum sínum. Aftara rað f.v.: Jákup, Kittinesh, Elsa við Eliesar, Tsehainesh, Jóhannes, Jonas. Fremra rað: Bereket, Meriam, Yeru og Dina Elsa við sínum foreldrum og systkjum. Aftara rað f.v.: Maria, Anna, Suni, Magnus, Lea, Per, Jónhild, Petra, Absalon, Esmar og Óluva. Fremra rað: Elsa, Eliesar, Sunneva og Emma. Magnus er elstur, 89 ár, og Per er yngstur, 63 ár. Farin eru Maria, Absalon og Esmar ➘