mikudagur 5. november 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 213 - 5. november 2008 ]
Chelsea hevði uppi
borið betur, men við
31 sigri helt Roma
fast í vónini um at
spæla seg víðari í
Champions League,
eins og Luciano
Spaletti helt fast um
venjarastólin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað nærkast teimum heilt
avgerandi
dystunum
í
Champions League bólka
spælinum.
Ofta plagar fjórða um
farið at vera umfarið, har
nøkur av liðunum tryggja
sær atgongdina til knock
out partin av kappingini,
men í gjár var hetta bert
galdandi fyri Barcelona..
Vucinic feldi Chelsea
Í bólki A hevði Chelsea ann
ars møguleika at bíleggja
sær atgongumerkið víðari í
kappingini, tá teir spældu í
Rom móti Roma.
Roma hevur havt sínar
trupulleikar í ár. Luciano
Spaletti hevur kent seg
kroystan í venjarasessinum,
og fyrstu longu løtuna av
dystinum bendi einki á nak
að annað, enn at gestirnir
skuldu fara við øllum.
Men burtur úr ongum
fekk Roma brádliga mál, tá
Panucci hevði sníkt seg
framvið, og seinni hálvleik
ur var ikki meira enn byrj
aður, áðrenn Vucinic fyrst
høgdi eitt dreymaskot í net
ið og síðani breyt ígjøgnum
og økti til 30. At Deco fekk
sítt seinna gula kort, gjørdi
ikki lagið hjá teimum bláu
betri, tó at teir enn hava
allar møguleikar at spæla
seg víðari í kappingini. Ikki
minst tí Roma og Bordeaux
enn hava eina innanhýsis
uppgerð eftir á skránni.
Liverpool óheppið
og heppið
Á Anfield í Liverpool stóð
nógv á hjá vertunum. Liver
pool hevði størsta trýstið,
men eftir at Maxi Rodrigues
fyri steðgin legði gestirnar
úr Madrid á odda, gjørdist
talan um kapprenning móti
tíðini hjá teimum reyðu.
Ta einu ferðina hildu teir
seg eisini eiga brotsspark,
men dómarafloytan tagdi.
Tað gjørdi hon tó ikki eftir
94 minuttum, tá sjónvarps
myndirnar als ikki talaðu
fyri brotssparki.
Gerrard legði tó líka í, og
við tryggari skoring syrgdi
hann fyri, at talan ikki gjørd
ist um tap á heimavølli.
Bæði
Liverpool
og
Atlético liggja tó sera væl
fyri í bólki D, har Marseille
og PSV Eindhoven tykjast
hava útspælt sín leiklut.
Cypriotar halda fast
Í Bólki B hevur Anarthosis
Famagusta higar til tikið øll
á bóli. Og aftur hesa ferð
kom stig burturúr. Inter var
annars tvær ferðir á odda,
men eftir steðgin var Fama
gusta á odda eitt skifti,
áðrenn Inter bjargaði sær
stig.
Famagusta stríðist her við
Werder Bremen og Panathi
naikos um sessin aftan fyri
Inter, og við einum úti og
einum
heimadysti
eftir,
samstundis sum hini bæði
skulu takast við Inter og
innanhýsis, hevur cypriot
iska sensatiónin avgjørt
sínar møguleikar.
Í so máta er spenningurin
minni í bólki C, har Barce
lona er víðari, og har Sport
ing bert vantar eitt stig,
áðrenn teir eisini eru víðari.
Í gjár var talan tó um vón
brot á Camp Nou, har Basel
fekk sítt fyrsta stig, men
meira enn tí sama hevði
Barcelona nú heldur ikki
tørv á.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Roma vann
vónina aftur
Vucinic snýtir Mikel hjá Chelsea, og løtu
seinni stendur 3-0 í dystinum millum
Roma og Chelsea
Mynd: Polfoto/AP
Úrslitini týskvøldið
Bólkur A
CFR Cluj-Bordeaux 1-2 (1-2)
0-1: Y. Gourcuff, 6.
1-1: Dani, 9.
1-2: S. Diawara
Roma-Chelsea 1-3 (0-1)
1-0: C. Panucci, 34.
2-0: M. Vucinic, 48.
3-0: M. Vucinic, 58.
3-1: J. Terry
Bólkur B
Anorthosis-Inter 3-3 (2-2)
0-1: M. Balotelli, 13.
1-1: C. Bardon, 31.
1-2: M. Balotelli, 44.
2-2: G. Panagi, 45.
3-2: N. Frousos, 50.
3-3: J. Cruz, 80.
Werder Bremen-Panathinaikos 0-3 (0-0)
0-1: V. Mantzios, 58.
0-1: G. Karagounis, 70.
0-3: A. Tziolis, 83.
Bólkur C
Sporting L.-Shakhtar D. 1-0 (0-0)
1-0: Derlei, 73.
Barcelona-Basel 1-1 (0-0)
1-0: L. Messi, 62.
1-1: E. Derdiyok, 82.
Bólkur D
Liverpool-Atlético M. 1-1 (0-1)
0-1: M. Rodriguez, 37.
1-1: S. Gerrard (br.), 90.
Marseille-PSV Eindhoven 3-0 (1-0)
1-0: B. Kone, 30.
2-0: M. Niang, 63.
3-0: M. Niang, 71.