Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 213 - 5. november 2008 Vit eru nú í einari tíð, har politiski viljin og áhugin er at spora fyri at bøta um korini hjá teimum sálarsjúku, og tað gleðast vit um – tørvin kenna vit, segði leiðarin fyri Sambýlinum við Heyggjar, Sjúrður Johannesen SAMBÝLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Sambýlið við Heyggjar er fyrsta sambýli av sínum slag í Føroyum, ætlað ung­ um við sálarligum trupul­ leik­um. Tað er landið, sum hevur latið eini hús, sum Landssjúk­rahúsið framman undan ráddi yvir, innrættað til eitt landsheim. Sambýlið er ætlað fimm búfólk­um, men tørvurin er so stórur, at mann hevur valt at tak­a eitt sætta fólk­ inn, tí eitt pik­k­alítið rúm var tøk­t. Í løtuni eru tey fýra mannfólk­ og tvey k­onu­ fólk­, sum eru flutt inn í Sambýlið við Heyggjar. Á heiminum starvast fimm starvsfólk­ umframt leiðaran. Saman hava tey sett sær ein fyrisetning við heiminum, har málið mill­ um annað er at fáa búfólk­ini út á arbeiðsmark­naðin og at arbeitt verður ímóti egnum búsk­api. Búfólk­ini eru millum 18 og 35 ár. Á móttøk­uni hevði leiðar­ in, Sjúrður Johannesen eis­ ini orðið. ­ Tað er ik­k­i heilt uttan stoltleik­a, at vit vísa ok­k­ara hús fram fyri almenningin­ um í dag. Vit halda, at úrslitið, sum sæst í dag, er ik­k­i av leið, og tað hevur verið vert at bíða eftir, eru vit búfólk­ og starvsfólk­ samd um, segði Sjúrður Johannesen. Hann segði víðari, at tað hevur tik­ið sína tíð, og at øll hava víst eitt nærum ómennisk­jaligt tol, dirvi og arbeiðssemi, meðan arbeiðs­ plássið var eitt byggipláss. Samstundis legði hann dent á, at tey búfólk­ini, sum fluttu inn mitt í øllum, høvdu verið fantastisk­. Byrjaðu í kjallara ­ Eg byrjaði mína ferð í psyk­iatriini av álvara, tá eg varð settur í starv sum leið­ ari fyri sambýlinum í apríl 2007. Sum sosialráðgevi í sk­jótt 19 ár havi eg sjálvandi havt ymisk­t við psyk­iatriina at gera, men ik­k­i so miðvíst sum nú, og eg trívist sera væl, segði Sjúrður Johanne­ sen. Hann segði, at vit nú eru í einari tíð, har politisk­ur vilji og áhugi er at spora fyri at bøta um k­orini hjá teimum sálarsjúk­u, og tað gleðast tey um. ­ Og tørvin k­enna vit á øllum teimum fyrispurning­ um, vit hava fingið og fáa um innivist her hjá ok­k­um, segði Sjúrður Johannesen. Tey byrjaðu mest sum á berum. ­ Sambýlið stóð í hávlum gek­k­i, har var ik­k­i inniver­ andi. Eitt av starvsfólk­unum bjóðaði sín k­jallara fram og har settu vit ok­k­um sjálvum stevnu og sótu so trúliga í meiri enn ein mánaða og gjørdu eitt k­onsept, ið vit frá byrjan vildu arbeiða út frá, segði Sjúrður Johanne­ sen. Hann segði, at tey heilt frá byrjan hava lagt seg eftir einum gevandi og respek­t­ fullum samstarvi við allar samstarvspartar. ­ Vilja vit ok­k­ara búfólk­i tað besta, hevur tað alstóran týdning, at samstarvið er optimalt. Tað k­ann eingin vera ósamdur við mær í, segði Sjúrður Johannesen, leiðari á Sambýlinum við Heyggjar. Gevandi og respektfult samstarv Sjúrður Johannesen er leiðari á búheiminum við Heyggjar, og hann segði sjálvandi nøkur orð við móttøkuna Svenning av Lofti, ið umboðaði felagið Sinnisbata, og Kristian Árnason, vóru til móttøkuna Búfólk og starvsfólk hugna sær undan móttøkuni nøvn