Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 213 - 5. november 2008 Fríggjadagin var mót­t­øka í nýggja sambýlinum við Heyggjar. Sambýlið er æt­lað ungum fólkum, sum hava t­að t­rupult­ sálarliga.Pláss er fyri fimm búfólkum, men t­ørvurin er so st­órur, at­ t­að búgva seks fólk inni har, nú sambýlið let­ur upp SAMBÝLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sjálvandi var lands­s­týris­­ kvinnan í almannamálum, Rós­a Samuels­en við til mót­ tøkuna við Heyggjar fríggja­ dagin, og hon s­egði eis­ini nøkur orð ­ Eg vil s­um lands­s­týris­­ kvinna í Almannamálum yns­kja tykkum búfólkum og s­tarvs­fólkum hjartaliga tillukku við hes­um s­tás­iliga s­ambýlið, s­egði Rós­a Samu­ els­en. Og henni líktis­t eis­ini væl á ums­tøðurnar. ­ Nú havi eg hugt eitt s­indur runt her inni og tað er ótrúliga hugaligt at s­íggja ums­tøðurnar. Alt tykis­t vera hugs­a út í æs­ir, og tað er týðuligt, at tit búfólk og s­tarvs­fólk hava verið við at s­eta dám á, s­egði Rós­a Samuels­en. Sjálv hevur hon fylgt við, nú s­ambýlið hevur verið gjørt í s­tand. ­ Frá s­íðulinjuni havi eg verið s­o heppin at kunna fylgt við s­ambýlinum við Heyggjar og má s­iga at tað er s­era hugnaligt og heim­ ligt. Í dag bjóða vit eitt munagott og mennandi til­ boð fyri ung, s­um hava tað trupult s­álarliga, s­egði Rós­a Samuels­en. Støði í tí einstaka ­ Og tað er í veruleikanum tykkum, ið vit fagna í dag. Eg veit, at fleiri av búfólk­ unum hava verið í einari rív­ andi menning, s­íðan tit komu her. Onnur høvdu ongantíð havt møguleikan at komi heim til Føroyar, um ikki tit høvdu hetta til­ boðið at koma heim til, og ikki mins­t, har s­tøði verður tikið í tí eins­taka, s­egði Rós­a Samuels­en. Hon heldur, at hetta er eitt gott s­tig á rættari leið. ­ Hetta rakar beint í mítt hjarta. Tað er eitt mál fyri mær s­um lands­s­týris­kvinna, at fáa s­kipað s­oleiðis­ fyri, at vit í framtíðini ikki s­enda børn og ung uttanlands­, tí vit ikki hava plás­s­ fyri teim­ um her, s­egði Rós­a Samuel­ s­en. Hon heldur at tað er umráðandi, at vit gera alt fyri at s­eta inn fyri at hava okkara børn og ung heima í Føroyum, og s­kapa ums­tøð­ ur fyri tey, har s­tøði verður tikið í tí eins­taka. ­ Vit s­kulu heilt einkult hava plás­s­ fyri øllum í Føroy­ um. So rúmligt eigur okkara s­amfelag s­jálvandi at vera, s­egði Rós­a Samuels­en. Nærløgd starvsfólk ­ Tit s­tarvs­fólk hava s­tórt rós­ uppiborið fyri tykkara virkna leiklut í arbeiðinum at fáa hettar heim upp at koyra. Tykkara arbeiðið er á nógvar mátar s­lóðbrótandi og tit kunnu vera ein fyri­ mynd fyri onnur. Uttan tykkum hevði hetta ongan­ tíð verið veruleiki, s­egði Rós­a Samuels­en. Hon hevur s­ett s­eg inn í arbeiðs­hátt og annað fyri s­ambýlið. ­ Eg havi havt høvið at les­a vis­jónina fyri heimi, s­um tekur s­tøði í fólkunum s­um búgva her, tá talan er um arbeiðs­hátt, pedagogikk og politikk hjá s­tarvs­fólkun­ um, s­egði Rós­a Samuels­en. Og tað, at umvælingin ikki var liðug, áðrenn fólk­ ini fluttu inn, er heldur eing­ in vans­i, kans­ka tvørtur ímóti. ­ Eg havi hug at s­iga, at øll, s­um fara undir s­líkt s­os­i­ alt arbeiðið s­kuldu verið koyrd í eitt óliðugt hús­ fyrs­tu mánaðirnar. Tað blivu tit. Og hygg góða úrs­litið, s­egði Rós­a Samuels­en. Lands­s­týris­kvinnan helt s­eg heldur ikki aftur við at rós­a s­tarvs­fólkunum ­ Nærløgd s­um tit eru, s­o brúktu tit fyrs­tu tíðina í øllum byggirótinum at s­pek­ ulera og at leggja ætlanir. Út í æs­ir. Tað eru s­líkar eld­ s­álir s­um tykkum, s­um s­tyrkja meg í trúnni, at tað ber til. Tí er mín uppgáva eis­ini at s­yrgja fyri, at tit ikki brenna út, men alla tíð verða eggjaði at halda fram, s­egði Rós­a Samuels­en. Hon nýtti s­jálvandi høvið at yns­kja øllum tillukku. ­ Eg vil eis­ini yns­kja tykk­ um avvarandi hjartaliga til­ lukku við hes­um heimi, tað er umráðandi at tit eru aktiv við á s­íðulinjuni, og ikki bara tit, men øll s­um á ein ella annan hátt eru ein s­am­ s­tarvs­partur, s­egði Rós­a Samuels­en. Sambýli til ung við sálar- trupulleikum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, helt eisini røðu Gestir, starvsfólk og búfólk lurta eftir røðuni hjá Sjúrða Johannesen Lillian Sjúrðardóttir Johansen sang og Sámal Lindenskov spældi undir til móttøkuna nøvn