mikudagur 5. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 213 - 5. november 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
5. november. Malakias, deyður í 1148. Írskur munkur,
sum varð valdur til biskup í Armagh í Írlandi. Segðist
at útinna mong undurverkini. Summir halda, at sipað
verður til Málaki, tann síðsta av teimum 12 smáu
profetunum í Gamla testamenti. Bíbilska profetanavnið
merkir “mítt sendiboð”.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Kristina S. Ferjá
(Dinnafía)
Gjógv
doyði og varð jarðað.
Vit takka Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, fyri troystarrík
og vøkur orð á Mørkini og í kirkjuni.
Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, syngjarum,
berarum, gravarum og tykkum, sum hjálptu
til við ervinum.
Vit takka tykkum á Mørkini fyri tíðina, Dinnafía og
Jógvan Sofus búðu har.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Gjáar kirkju.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Gerda, Sjúrður, Katrin, Jónhild og Kristina
Túrarnir upp á
Risan og Búgvan
verða høvuðsevni á
kvøldsetu á Studenta
skúlanum og HF
skeiðnum á Kambs
dali, sum verður í
annaðkvøld klokkan
19.00. Á tiltakinum,
sum er alment, verður
eisini borðreitt við
nógvum tónleiki,
næmingafrásøgn úr
Budapest, lista og
fotoframsýning og
frágreiðing um tað at
lesa til lækna
Kvøldseta
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nógv minnast helst garpar
nar, sum á sumri 2007
megnaðu at klúgva upp á
188 metra høga Búgvan og
í 2008 enn einaferð megn
aðu at sigra á einum dranga
afturat, tá ið teir klintraðu
upp á 75 metra høga Risan.
Fyri at hesi ikki heilt vanda
leysu avrik kundu eydnast,
var neyðugt við miðvísari
venjing og neyvari fyri
reiking.
Absalon Eysturoy, sum
var ein av luttakarunum á
báðum ferðunum, hevur
játtað at greiða frá og vísa
myndir og smá filmsbrot
frá áhugaverdu bjargaferðini
upp á drangarnar norðanvert
á Eysturoynni. Almenna til
takið, ið Studentaskúlin og
HFskeiðið í Eysturoynni
skipar fyri, byrjar klokkan
19.00, og bæði næmingar,
foreldur, lærarar, fyrrve
randi næmingar og øll onn
ur áhugað eru vælkomin.
Umframt frásøgnina frá
ferðini uppá Búgvan og
Risan, fer eitt valhold í lív
frøði at greiða frá nøkrum
av tí, tey herfyri upplivdu á
námsferð síni í Budapest.
Tónleikaholdini á skúlanum
hava lagt doyðin á venjing
ina í heyst, tí verður eisini
nógvur tónleikur at hoyra.
Í steðginum verður somu
leiðis høvi at keypa sær ein
drekkamunn aftur við ein
um práti. Ein flokkur, sum
savnar pening inn til fram
tíðar námsferð, fer í steðgin
um at selja kaffi, te og
køkur.
Fyrrverandi
næmingar greiða frá
Ein fastur táttur á undan
farnum kvøldsetum á Stud
entaskúlanum og HFskeið
num hevur verið vitjanir av
fyrrverandi
næmingum,
sum skúlin hevur biðið
greiða frá lívi og útbúgving
teirra aftaná studentaskúla
og HFtíðina.
Talan hevur millum ann
að verið um heilsuráðgev
arar, juristar, ítróttarfólk,
politikarar,
stjórar
og
búskaparfrøðingar, og í ár
fer skúlin at seta sjóneykuna
á læknaútbúgvingina. Sagt
verður ofta, at júst lækna
starvið ikki bert er eitt
arbeiði, men ein lívsháttur.
Høvuðsgesturin á kvøld
setuni í ár, Absalon Eystur
oy, er júst vorðin liðugur
sum lækni, og hann fer tí
eisini at greiða gestunum
frá, hvussu tað er at lesa til
lækna og teirri til tíðir
hørðu avbjóðing, sum tað
er at fara undir hægri lest
ur.
Fleiri miðnámsnæmingar
hugsa helst um at fara undir
hægri lestur, og tí kann
vera, at hendan frágreiðingin
fer at geva næmingum og
foreldrum teirra íblástur til
møguligan framtíðar lestur.
Kambsdalur móti tindunum
Myndir og smærri filmsbrot frá áhugaverdu bjargaferðini upp á Drangan og Risan verða vístar á
kvøldsetuni á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali í annaðkvøld
Hóskvøldið 6. november
kl. 19.30 fara Sámal Peter
sen, violin og Ragnar
Olsen, gittar at spæla eina
konsert í Skopunar kirkju.
Á skránni verða verk eftir
J Jersild, J S Bach, C Sanz,
L Roncalli og D Scarlatti.
Konsertin
verður
endurtikin sum ein matiné
leygardagin 8. november
kl. 12 í Hoyvíkar Kirkju.
Sámal
Petersen
varð
føddur í Klaksvík og vaks
upp í Havn. Hann byrjaði
at spæla violin sum 11 ára
gamal. Í 1987 byrjaði hann
at lesa á konservatoriinum
í Odense har hann tók dip
lom (Master) í 1993. Með
an og aftaná lesnað spældi
Sámal javnan í Odense
symfoniorkestur. Hevur lut
tikið á masterclass hjá Val
erij Klimov, Kristian Alten
burger og Ernst Kovacic. Í
199495 var hann í Wien
og fekk frálæru frá prof.
Ernst Kovacic og Maigread
Mc Crann. Sámal hevur
síðani 1995 starvast sum
lærari í musikkskúlanum í
Havn. Hann er limur í Aldu
báruni og konsertmeistari í
Føroya
symfoniorkestur.
Sámal hevur spælt kon
sertir bæði sum kamartón
leikari
og
solistur
í
Norðurlondum og Europa.
Ragnar Olsen varð føddur
í Havn og vaks upp í Skop
un. Hann byrjaði at spæla
gittar sum 13 ára gamal. Í
1998 byrjaði hann at lesa á
konservatoriinum í Esbjerg
har
hann
tók
diplom
(Master) í 2004 hjá Jørgen
Bjørslev. Hann hevur lut
tikið á masterclass hjá
Alvaro Pierri, John Mills og
Timo Korhonen. Víðari lesn
aður hjá Timo Korhonen í
2005 í Finlandi. Ragnar hev
ur síðani 2004 arbeitt sum
lærari í musikkskúlanum í
Føroyum. Ragnar hevur
spælt konsert bæði sum
kamartónleikari og solistur í
Norðurlondum og Europa.
Sámal og Ragnar konsert
í Skopunar kirkju
Sámal Petersen
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo