Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 213 - 5. november 2008 ] Báðumegin aldar­ skiftið hevur enski bólkurin verið best umtókti kristni tónleikabólkurin í Heiminum Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í Kvøld spælir enski bólk­ urin “Delirious?” í Kelduni í Skálafirði. Talan verður um fyrstu, einastu og sein­ astu konsertina í Føroyum. Limirnir í bólkinum fara í næstum hvør til sítt, eftir eina framburðarríka yrkis­ leið, sum byrjaði fyri fleiri árum síðani. Í 1992 skuldu Martin Smith (sang og gittar), Tim Jupp (tangentar) og Stew Smith (trummur), skipa fyri tónleikinum til eitt ung­ dómstiltak. Samanblanding­ in av ærligu, rámandi tekst­ unum hjá Martin Smith, og teimum evnaríku tónleikar­ unum gjørdist sera væleydn­ að, og tóku áhoyrarnir hesar garpar til sín. Boðini fóru skjótt kring knøttin, at hetta var tann mest spenn­ andi tónleikurin, sum var komin frá kristnum tónleik­ arum í fleiri ár. Hetta gav “Delirious?” veruligan vind í seglini, og eftir at hava spælt saman í 4 ár, so blivu teir yrkistónleikarar fulla tíð, nú vóru eisini Stu G (gittar) og John Thatcher (bass) komnir við í bólkin. Fløgan, ið nevnist “King of fools”, sum kom í 1997 var fyri mong sera kontrover­ siel, men vóru fleiri løg at finna á ensku hittlistunum hetta árið. Nú byrjaði USA eisini at fáa eyguni upp fyri hesum bólkinum, og kom “King of fools” á ein amerikanskan hittlista, og lá sangurin har í 18 vikur. Fleiri enn 200.000 “King of fools”­ fløgur blivu seldar í USA. Amerikanska platufelagið, Virgin Record fekk eyguni upp fyri bólkinum. Skipað varð fyri einari konsertferð, sum førdi “Delirious?” til Kanada, Avstralia, Ný Sæland, Evropa og USA. Ein søluavtala við EMI gjørdi áhugan fyri bólkinum enn stórri. Næsta fløgan Mezzamorphis bleiv enn betri móttikin og vísti veru­ liga muruna hjá Delirious?. Í 1997 vitjaðu teir 25 lond, og spældu fyri fleiri enn 1 miljón áhoyrarum. Í 1999 byrjaðu limirnir í Delirious? meira málrættað at arbeiða við sínum “live”­ framførslum. Tað var teirra hjartamál at røkka út til áhoyrarnar, og frá pallinum geva tað besta teir áttu. Hetta førdi til at teir náddu milliónir av menniskjum við teira framúrskarandi tónleiki og bersøgna boð­ skapi. Teirra framgongd bleiv bara størri og størri, og teir seldu alsamt fleiri og fleiri fløgur. Í 2005 spældu Delirious? Fyri pávanum á World Youth Day. Á Olympisku Leikunum í Athen í 2004 spældu teir fyri fleiri av heimsins leiðarum. Í 2005 spældu teir fyri einari risastórari mannfjøld av muslimum í Marokko á ein­ um stórum tiltaki, sum nevndist “Friendshipfest 2005”. Tær mongu ferðirnar kring Heimin hava havt eitt stórt árin á Delirious?. Teir hava ikki bara verið á fimm­stjørnaðum gistingar­ húsum. Teir hava eisini vitj­ að fátækrabýlingar, og eis­ ini støð við stórum rusk­ dungum, og har hava limir­ nir í bólkinum staðið andlit til andlit við risastórt fátækradømið. Hetta ávirk­ aði eisini boðskapin í sein­ astu fløguni, sum nevnist, “Kingdom Comfort”. Fløg­ an fortelur opinskárað um lívsins skuggasíður. Í kvøld kl. 20 fara teir so á pallin í Kelduni í Skála­ firði. Hetta er uttan iva ein konsert, sum mong í Før­ oyum hava sæð fram til, og fer hon uttan iva at verða minnilig fyri tey, sum dáma tónleik av hesum slagnum. Í januar 2009 eru 112 ár síðani fyritøkan D.J. Vilhelm í Vági bryjaði. Fyritøkan eigur og rekur Kram­ búðina á Gørðunum, og har verður arbeitt við at renovera og byggja út, og ætlandi verður latið upp í størri hølum sjálvan 112 ára føðingardagin 27. januar Handil Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Dagfinn Olsen Alex Vilhelm, stjóri í D.J. Vilhelm, fegnast, nú nýggi bygningurin, ið bygdur er frammanfyri gomlu Kram­ búðina á Gørðunum í Vági, skjótt stendur liðugur. Handilshølini eru við hes­ um tvífaldað, men yvirhøv­ ur er talan um stórar broyt­ ingar, nú gamli handils­ bygningurin verður gjørdur ístand frá innast til uttast, og annars settur í samband við nýggja bygningin. 112 ár Tað verður tó ikki fyri jól, at vágbingar og onnur sleppa til handils í nýggju hølunum, tí málið er, at nýumvældi og útbygdi hand­ ilin stendur klárur at taka í nýtslu tann 27. januar 2009. Fyritøkan D.J. Vilhelm byrj­ aði virksemið í 1897, og sostatt eru tann 27. januar 112 ár síðani, at fyritøkan varð stovnað. Alt er bjálvað, við at sproyta bjálving inn í, og hetta er nakað, ið kann við­ mælast, sigur Alex Vilhelm um gamla partin av húsi­ num. Nýggi bygningurin, ið er tað fyrsta ein sær og kemur inní, verður í stóran mun úr glasi, men verður eisini prýðiligur, tí hann skal eis­ ini klæðast við mahogni. Annars verður alt húsið klætt við síðuliggjandi alu­ miniumsplátum, og mong fegnast óivað um, at gomlu, grønu og slitnu pláturnar nú verða søga. Innan verður nýggi bygn­ ingurin eisini glas, og ein altan verður eisini í hesum bygninginum, ið eisini í stóran mun er úr glasi. Alt, eisini gamli bygning­ urin, verður sum nýtt, og innbúgv, so sum teldur, kassar, hillar og annað, verð­ ur eisini nýtt. Eisini er økið rundum allan bygningin hækkað og lagt undir asfalt, so betri er at koma til og at sleppa av við bilarnar. Møblasølan verður á ovaru hædd, og restin niðri undir, og Alex Vilhelm sig­ ur, at nú plássið er betri, verður úrvalið eisini størri. Arbeiðsligari Alex Vilhelm fegnast um, at við út­ og umbyggingini verður eisini arbeiðsligari, og eisini betri pláss. Eisini á goymsluni verður beti pláss, og lyftarar verða eisini. ­ Tað, at bera sofur og annað uppá loft við handa­ megi, er vónandi søga nú, sigur stjórin í D.J. Vilhelm. Suðursmíð stendur fyri arbeiðinum, nú Krambúðin á Gørðunum brátt stendur í nýggjum hami. Soleiðis sær út, nú arbeiðið er komið væl áleiðis Alex Vilhelm avmyndaður framman fyri handilin, tá arbeiðið at fríðkað og útbyggja Krambúðina á Gørðunum byrjaði Krambúðin á Gørðunum í nýggjum hami »Delirious?« spæla í Kelduni í kvøld