mikudagur 5. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213- 5. november 2008
17
“Runavíkar kommuna, ein
kommuna í menning” er
slagorið hjá kommununi,
men ongin ítøkilig menn
ingarætlan er gjørd fyri,
hvussu kommunan
framhaldandi skal mennast.
“Runavíkar kommuna,
ein kommuna í menning”
Soleiðis ynskja tey flestu
eisini at tað skal verða,
men tað er uppgávan hjá
býráðnum at syrgja fyri at
kommunan er í støðugari
menning.
Ongin ítøkilig ætlan er
gjørd fyri, hvussu komm
unan skal mennast og hvørj
um visiónum stýrt verður
eftir. Úrslitið er, at alt ov
stórur munur er á gongdini
í kommununi, alt eftir hvør
politiski viljin er, og umsit
ingin hevur onki ítøkiligt
grundarlag at halda seg til.
Skal kommunan fram
haldandi mennast verður
neyðugt at gerða eina
menningarætlan fyri øll
fyrisitingarligu økini,
skúlarnar, stovnarnar,
kommunalu virkini,
ítróttin, frítíðar, og
vinnumøguleikarnar
sum eru í kommununi.
Menningarætlanin
skal verða ítøkilig og
skal kunna nýtast sum
eitt amboð at stýra eftir,
fleiri ár fram.
Menningarætlanin fer at
leggja eitt grundarstøði
sum tryggjar eina javna
menning á øllum økjum,
og ger tað lættari at
raðfesta íløgur, serliga
tær sum strekkja seg
yvir ár.
Menningarætlanin er
ein fortreyt fyri, at fleiri
av teimum stóru verk
ætlanunum kunnu fremj
ast í verki. Eitt nú verk
ætlanin um ítróttardepil
in við svimjihyli v.m.
Menningarætlan
gerðast fyri Runavíkar
kommunu
Valevni á lista B, til
Runavíkar býráð
Klæmint
ØsterØ
Nú tað stundar til byráðs
val 2008 og vit skulu velja
nýtt byráð, kundi eg hugs
að mær at trivið í spurning
in um at fáa fleiri skúlar og
eldrasambylir.
Eg meini at hetta skal
hava fyrsta prioritet, fýra
tey næstu árini.
Tvey tey fyrstu árini í
komandi setu, fara nokk
við teimum protiektum,
sum verandi samgonga
hevur sett út í kortið, her
hugsi serstakulia um skúl
an í Hoyvík og á Argjum.
Um tvey ár, tað vil siga,
2011 eru skúlin í Hoyvík
og á Argjum lidnir og børn
ini á Argjum eru farin í
tann nýggja skúlan. Tá
stendur verandi skúli tóm
ur. Tórshavnar komuna
skal tá ígongd við eldra
sambylið úti við Strond.
Her kundi eg hugsað mær
at núverandi skúlin á Argj
um bleiv umbygdur og
reneveraur til eitt eldra
sambyli.
Á núverandi skúla eru
umstøðurnar sera góðar,
godt umhvørvi, vi góðum
útsýni yvir ta deiligu Havn
og lívið har er, so hevur
skúlin baði svimjihyl og
fimleikahøll at styrkja tey
gomlu. Hetta eldrasam
bylið skuldi fyrst og fremst
verið fyri brúkarar av
Argjum, Kirkjubø, Velba
stað, Syradali og Norða
dali. Tann gamli skúlin
kundi verið brúktur til 10
flokk, sum longu í næsta ár
hava trupuleikar við
hølisviðurskiftum.
X við Fólkaflokkin listi A
Skúlar og Eldrasambýlir
OsKar
eiriKssOn
Uttan mun til, hvat Jan
Christiansen og onnur siga
og skriva um skuld og
skuldarbinding av Tórs
havnar kommunu, kann eg
sum borgarstjóri vátta, at
kommunan hevur onga
nettoskuld.
Og at eg havi ongar
ætlanir at skuldarbinda
kommununa, men veit
ikki, um Jan Christiansen
og onnur kanska hava
ætlanir um at gera tað?
Eg vil tí sláa fast, at
tað verður ikki við mær,
at skuldarbinding av
Tórshavnar kommunu
vinnur frama.
Eingin skuld
borgarstjóri
Heðin
mOrtensen
Verði eg partur av kom
andi býráð í Tórshavnar
kommunu, fari eg at ar
beiða fyri at hyggja fram
eftir, og fyrireika komm
unu og umsiting uppá, at
broytingartíð er á veg
Kommunan skal millum
annað fyrireikast til, at tað
eru óvanliga nógv børn, ið
eru merkt av, at foreldrini
eru farin hvør til sítt
seinastu árini.
Í minum hugaheimi
merkir tað, at vit fáa ein
árgang av børnum og
ungum, ið hava ein annan
tørv og møguliga skulu
stuðlast og hjálpast. Um
tað verður betur ella verri,
er torført at spáa um, men
ongin ivi er um, at tað
verður annarleiðis.
Vit vita at rúsevni er ein
vaksandi trupulleiki mill
um ung, her eigur komm
unan at ganga á odda við
fyribyrging.
Havi hugsa, at náttar
ravnarnir møguliga kundu
verið ein partur av hesi
fyribyrging, við at komm
unan stuðlaði við fakligari
uppkvalifisering.
Tíanverri er tað so, at
stórur vandi er fyri at fleiri
borgarar í Tórshavnar
kommunu fara at hava ilt
við at svara hvørjum sítt
um so er at annar til dømis
missir arbeiðið. Feskt dømi
er Føroya Tele.
Her er neyðugt at vita at
orka skal setast av til at
stuðla og hjálpa teimum
familjum ið koma í hesa
ólukkuligu støðu.
Hetta er ikki fyri at mála
ein vissan á veggin, men
tað stendur sólarklárt, at
ein broyting er á veg.
Vónandi fer tað at ganga
tann rætta vegin skjótt
aftur, men vit vera noydd
at hugsa klárt og vera
framskygd ‘betur
fyrivarin enn eftirsnarin.’
Framskygni!!!
Valevni á lista C
sjúrður V.
jOHannesen
Eitt nátúrligt samfelag er
áhaldandi í menning. Í dag
taka vit ting fyri givið, sum
vóru marglæti fyri einans
20 árum síðan. Hetta vísir
okkum, at neyðugt er alla
tíðina at laga seg til tíðina.
Á øllum arbeiðsplássum
verður tað mett sum ein
nátúrligur rættur, at hava
eitt matstað, har ein kann
sita og eta sín matpakka.
So er ikki í skúlunum.
Hóast tað er í fólkaskúlan
um, at grundarlagið fyri
framtíð barnanna verður
formað, so hava næmingar
nir á flestu skúlum í komm
ununi ikki henda rætt.
Næmingarnir sita í skúla
stovuni og eta sín mat
pakka. Hetta er ikki nøkt
andi. Tí mugu allir
skúlar, sum ikki hava
eitt matstað, lagast til
tíðina.
Ein skipan við heilsu
góðum kosti eigur at vera
ein nátúrligur partur av
skúladegnum. Fyrsta stig
á hesi leið, er at skipa so
fyri, at øllum næmingum
stendur í boði at fáa frukt
og grønmeti.
Útbúgving er grundar
lagið fyri allari menning.
Fyri at læra, má ein
trívast og kenna seg
tryggan. Júst tí vil eg
arbeiða fyri, at bæði
næmingar og lærarar fáa
góðar og nútímans karm
ar at arbeiða innan fyri.
Vilt tú hava ein, sum
lurtar eftir tær? Vilt tú
hava ein, sum arbeiðir
fyri teg? So vel meg!
Tú finnur meg á lista H.
Útbúgving
FranK
jacObsen
Rættindini hjá okkara
eldru til røktarheim,
sambýli ella hjálp í egn
um heimi, hava í mong ár
verið ein endaleys røð av
umberingum. Nú skera
vit ígjøgnum og taka
ábyrgdina!
Tað hevur verið sum at
sæð ein flogbóltsdyst at
fylgt gongdini at útvega
okkara eldru virðilig tilboð
til ellis og røktarheim,
sambýli ella hjálp í egnum
heimi: Hvørja ferð hetta so
týdningarmikla mál verður
tikið upp, verður tað sligið
yvirum netið ella smasjað
niður í gólvið í einum enda
leysum dysti millum land
og kommunur.
Men nú má vera liðugt
við umberingunum! Sum
størsta kommuna í landi
num skal Tórshavnar
kommuna ganga undan at
taka yvir alla ábyrgdina av
trivnaðinum hjá okkara
eldru. Hetta eigur at vera
ein av kjarnuøkinum í eini
kommunu og millum
okkara fremstu skyldur,
sum býráðspolitikarar.
Eg kenni til tað ovurstóra
arbeiðið, ið dugnalig fólk
hava gjørt innan eldratil
boðini, hóast ábyrgdin
verður blakað ímillum tveir
politiskar myndugleikar.
Og eg kenni til óvirðiligu
umstøðurnar, bíðitíðina og
ta ábyrgd, ið familjurnar
taka, tá myndugleikarnir
renna undan.
Saman við Tjóðveldi og
býráðnum øllum fari eg at
tryggja, at ábyrgdin kemur
á okkara hendur og at vit
seta ferð á verulig tilboð til
okkara eldru.
Tað eru bara Tú og E, ið
kunnu fáa nakað at henda.
Liðugt við umberingunum fyri okkara eldru!
Valevni hjá Tjóðveldi
til Tórshavnar býráð
jáKup símun
simOnsen
Tey feskastu tíðindini í
morgun 4. oktober eru, at
Føroya Banki hevur niður
lagt deildina í Vági. Hetta
eru enn eini skelkandi
tíðindi, og ein meirút
reiðsla fyri viðskiftafólk
bankans at fara á Tvøroyri
fyri at greiða síni
bankaviðurskifti.
Okur, sum trúðu, at nú
var ikki meira at flyta úr
Vági, mugu staðfesta, at
enn ein stovnur er fluttur
úr bygdini, til miklan
skaða, eisini fyri tey, ið her
hava sítt dagliga arbeiði.
Eftir stendur spurningurin,
hví flytur bankin???
Tað fyrsta ein kemur í
tankar um er, at Suðuroy
ikki er ein kommuna, tí
umso var, so hevði verið
møguligt at vart seg við
forhandlingum. Sum nú er,
eru tvær stórar kommunur
og okkara fólk hava ikki
duga at forhandla seg til
úrslit, fyri at bjarga tí sum
eftir er.
Eitt kunnu okur so
staðfesta, at higartil er
bygdin bara tømd fyri
skrivstovur og almenna
fyrisiting, so lítil dugur er í
ikki at samstarva og vera í
einari kommunu. Tann
næsta flytingin verður
kanska posthúsið?
Okkum er eisini komið
fyri oyru, at Føroya Banki
hevur biðið Vágs Býráð
um at gera parkeringsøkið
framman fyri bankan
liðugt, men uttan úrslit og
eisini at taka sær av tí
húsaleivd, ið liggur aftan
fyri bankan, men býráðið
letur ikki við seg koma.
Til seinast vil eg heita á
vágbingar um at velja
Uttanflokkalistan, set
krossin við lista A.
www.uttanflokkalistin.dk
Vágur minkar
sjúkrarøktarfrøðingur,
Valevni á Uttanflokka
listanum í Vági, listi A
Fríðgerð
midjOrd,
Mekanikari søkist
Tlf. 520522
dekkar alt
Mekanikari søkist til Pitstop í
Hornabø at byrja beinanvegin.
Sveinabræv og koyrikort er krav.
Møguligt er at arbeiða flekstíð.
Góð løn til rætta
umsøkjaran.
Áhugaði kunnu
ringja á tlf. 590009
viðmerkingar