Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 213- 5. november 2008 Í august 2007 byrjaði Frí­ skúlin í Tórshavn. Tvær læraraeldsálir saman við nøkrum foreldrum tóku stig til skúlan, og byrjaði hann í gamla barnagarðinum á Velbastað, sum tey keyptu til endamálið. Frískúlin gjørdist beinanvegin sera vælumtóktur av foreldrum, at hann longu nú er full­ teknaður fleiri ár fram. Trupulleikin er bara, at núverandi hølir eru um at gerast ov trong, og hevur friskúlin søkt Tórshavnar Kommunu um økið til keyps, so farast kann undir at byggja nýggjan skúla. Umsøknin bleiv send fyri tveimum árum síðani, men enn hava tey ikki fingið nakað formelt svar. Tað líkist ongum, at fólk ikki fáa svar frá kommununi. Men kann tað hugsast, at verandi meiriluti hevur ein illvilja móti frískúl­ um? Vónandi er ikki so, men vil eg nýta høvi til til at siga, at Fólkaflokkurin einki hevur ímóti væl­ skipaðum frískúlum, heldur tvørturímóti. Fólkaflokkurin hevur sum aðalmál, at reka ein politikk, har skaptir verða karmar, har frælsið hjá tí einstaka ikki verður darv­ að, men fær íblástur og rásarúm. Fólkaflokkurin vil bjóða frískúlanum hjarta­ liga vælkomnum, og vil fegin útvega øki, har nýggur skúli kann verða bygdur. Mikudagin vóru tey yngstu valevnini úr øllum flokkum saman við mær í einum kjaki í Rás2. Næstan øll vóru samd um, at neyðugt er við ungum, frískum blóði í býráðnum í Tórs­ havnar Kommunu. Tey ungu í orðaskiftinum vóru samd um minst seks mál, sum tey eldru higartil lítið og einki hava gjørt við. Fýra av hesum málum, sum eg ætli mær at arbeiða fyri, tá eg verið valdur í býráðið, er útbúgving, ungdómshús í Tórshavnar kommunu, Musikkskúla og ítróttarhøll á Argjum. Til dømis standa 2300 ung á bíðilista at sleppa inn á Musikkskúlan. Mítt upp­ skot er, at tá nú til dømis nýggi skúlin Hoyvík verð­ ur bygdur, verða sam­ stundis umstøður gjørdar at hýsa Musikkskúlanum har. Skúlarnir í Tórshavn standa sum oftast tómir aftan á klokkan 16.00, og hvat hevði verið betur, enn at nýggi skúlin í Hoyvík og nýggi skúlin á Argjum kundu verið fullnýttir allan dagin. Hetta er ein bíligari og meira realistisk loysn, enn at byggja nýggjan Musikkskúla. Í øðrum lagi vil eg virka fyri, at trivnaðurin hjá næmingunum í fólka­ skúlanum gerst betur, bæði fyri næmingar og lærarar, og at eingin dettur niðurímillum. Alt ov ofta hoyri eg um ungfólk, sum mistrívast, tí tey verða happað og ikki fáa neyðuga stuðulin at klára seg eins gott og javnaldrarnir. Hetta farna skeiðið er ikki nógv hent við ferðslu­ viðurskiftinum í býnum. Ytri ringvegurin má fáast liðugur ­ hann er mest sum steðgaður upp – Ytri­Ringvegurin er ein treyt fyri at lætta um ferðslutrýstið í býnum. Ongar rundkoyringar eru gjørdar seinast fýra árini. Og her hugsi eg serliga um hana á Hvítanesvegur/Eyst­ ari ringvegur, har hendan samgongan ætlar at gera ljósregulering.Eg haldi eis­ ini at tær báðar ljósreguler­ ingarnir vit hava í býnum skullu skiftast út við 2 rundkoyringar ístaðin. Glyvursvegurin verður gjørdur, men brúgvin um Sandá er ongan veg komin. Eisini hettar arbeiði má fáast frá hondini. Útbygt vegakerv og har­ við betur ferðsluviðurskifti er nakað, eg vil arbeiða fyri. Gøtusamband runt í býnum og uttanfyri býin. Seinastu 8 árini eru nógvar gøtur gjørdar runt býðin,hettar arbeiði eigur at halda fram,eg síggi at gøturnar í gjørdar eru vera nógv brúktar av fólki,í kanska fáa sær motion uppá hendan mátan. Tildømis er ein ætlan at gera eina gøtu frá Sanda­ gerði framvið Sandá til vatnbrunnin í Havnardali, hettar arbeiði átti at byrja sum skjótast. X­við lista A Í fýra ár hava kollfirðingar sitið á síðulinjuni uttan ávirkan í kommununi og uttan eina rødd at tala søk kollfirðinga. Men nú hava vit aftur møguleikan. Vit skulu standa saman og velja umboð í býráðið. Umboð, sum kann og ikki minst vil ávirka, har vit aftur fáa sett dagsskránna, so bygdafólk­ inum verður lutað byggi­ økir, bæði til privat og vinnu. Nú er nógmikið lovað, nú skal handlast. Í skjótt farna valskeiði er Kollafjørður forsømdur. Nógv føgur orð um ungar familjur og byggilendi, men einki er komið burtur­ úr. Forðingar hava verið gerandisdagurin. Hetta skal broytast. Hjá mær er eingin ivi – har tað er vilji, eru eisini møguleikar. Hetta er hjartamál fyri meg. Minst til, at tín at­ kvøða ger mun – tín vilji mín ávirkan. Vel ávirkan Vel Vagn Vel ávirkan Vagnur Johannesen Ungt blóð í Býráðið valevni á lista C rúni DJurhuus Frískúlin í Tórshavn býráðslimur og valevni á lista A Jan Christiansen Ferðsluviðurskifti í býnum mugu í gongd aftur Býráðslimur sJúrður olsen Mær hevur altíð dámt ketturnar, sum koma burtur úr einum høvda­ troði mótvegis hinum sum liggja niðri í trogn­ um kráma til sín og einki síggja. Væl komin upp úr trognum Sofus, hóast tað man vera langt í millum høvdatroðini norðuri við Gjógv í dag Sofus setir spurning við mína skriving og tað hevur hann allar rætt til, eins og eg havi, allar rættin at svara. Skriving er ongantíð allur sannleikin, hon er bara brot, og tað eg skrivi eru bara brot soleiðis sum eg síggi tað. Eg havi ikki patent upp á sannleikan heldur enn nakar annar. Og í hesum brotum, so fór frálíka lortarøðin hjá Sosialinum eitt sindur av sporinum, tá ið túrurin var komin til Elduvíkar, Oynd­ arfjørð og Hellurnar. Eg haldi framvegis, at Sosial­ urin hevur gjørt bygdarfólki­ num á Hellunum órætt, tí tey hava einans lagt burtur­ kast har tey skulu, nevniliga á ruskplássið. Sofus hevur rætt, Fugla­ fjarðar Kommuna eigur eina ábreiðslu fyri ikki at hava dagført ruskplássið fyri knappliga 20 árum síðani. Viðvíkjandi broytini í Elduvík, hevur Sosialurin gjørt mínum góða vini Poul Jóhannus Reyná órætt. Broytin er ikki órudd og var virkin so seint sum í fjør, tá ið eg sjálvur stóð og hugdi meðan hon arbeiddi. Hon hevur ikki staðið seinastu 20 árini sum leverandørur við eykalutum. Viðvíkjandi myndunum úr Oyndarfirði vóru allar myndirnar diskutablar. Tað veldst um eygað sum sær. Eg eri ikki tilhangari av at ein bygd skal verða klinisk rein sum eitt museum. Tað má gjarna boða frá lívi í eini bygd og eg eri heilt samdur við Kára og Álvi, nógv av tí óruddinum teir hava avmyndað kring land­ ið hoyrir ongastaðni heima. Tí er tað eitt frálíkt avrik báðir journalistarnir á Sosi­ alinum hava gjørt, og áttu vit eina Pulitzer heiðursløn fyri avdúkandi journali­ stikk, tá vóru teir avgjørt kandidatar. Serliga stóran fong fingu teir báðir í tínari komm­ unu, Sunda Kommunu, Sofus, sum tú hevur hevur havt medábyrgd av síðan samanleggingina í 2005. Tú situr í bygdarráðnum. Neppa nakrar aðrar staðir í landinum hevur so nógv óhumska ligið og sløðst sum júst í tí kommunu, tú hevur ein part av ábyrgdini av sum bygdaráðslimur. Sosialurin brúkti eina heila opnu bara um tað eina arbeiðsplássið hjá tykkum. Nú vil tín undanførsla helst verða, at ikki alt óruddið liggur á kommu­ nalari ogn, og tí fáa tit einki gjørt. Og hetta er ikki heilt soleiðis, tí ein komm­ una er nógv sterkari at ávirka stovnar undir landi­ num enn einstakir borgarar. Hvør einastu føroyingur, sum koyrir gjøgnum tykk­ ara kommunu hevur kunn­ að, um hann nú er til tað, notið óruddið frá hvala­ støðini við Áir og norður til tunnilsmunnan. Tá ið eg vitji skyldfólk á Oyri stendur at loypa oman yvir húsini har av fullkomiliga ólógligari tyrving, sum hendur enn tann dag í dag og eru í móti allari lóggev­ ing. Og tit bygdaráðnum í Sunda kommunu gera einki. Vilja fólk hava eina ruddiliga Sundakommunu, so er neppa skilagott at velja tykkum aftur í bygdarráðið. Hellurnar vinna ikki eina krónu av ferðafólki. Tað ger bygdin við Gjógv har aftur í móti og tað ger hon eisini sjálvt um tit í bygd­ ini hava vanærað hana og framt eina byggiskandalu, sum er so álvarslig, at hon helst verður umtalað í ST stovninum UNESCO. Tað er alla æru vert Sofus, at tú hevur ans fyri føroyskum og útlendskum gestum og allíkavæl standi eg spyrjandi um hetta veruliga er so? Smoltstøðin við Gjógv, sum tú hevur verið djúpt involveraður í fíggjarliga, er klamsað niður so tætt við ánna, at tað illa nokk gongst niðanvið og hon kundi ligið longur burtur frá uttan at hon skemmaði hesa framúr vøkru bygd. Her mugu allar hugsandi byggisamtyktir verða brotnar og hevur friðing­ armyndugleiki verið upp í her, so er hann ókompetent­ ur. Smoltstøðin er løgd har fullkomiliga uttan vit og skil og bara við vinningi fyri eyga. Hon átti ikki at sloppið ánni nærri enn elementvirkið og helst nógv longur burtur. Men her var mammon fremri enn vit og skil og tá er ikki grundarlag fyri at snakka um meir tað. Sama er hent í vøkru bygdini Funningi, sum skyldmenn hjá mær hava staðið fyri. Ein smolt­ støð, sum við verandi tøkni kundi ligið alla aðrastaðni er kroyst inn í bygdina uttan fyrilit fyri tí serliga dámi, sum ein eldri bygd hevur Tað er ikki altíð skilagott at blása, tá ið ein sjálvur hevur mjøl í munninum Sofus. Bakarar kenna til trupulleikan og tað er galdandi á Hellunum og eisini norðuri við Gjógv. Eg dugi slett ikki at síggja, at títt íkast til hetta kjakið hevur ført tað longur fram á leið. Tað hava hinvegin Álvur og Kári á Sosialinum, sum teir heiðursmenn teir eru. Teir hava við teirra lorta­ røð flutt óhumsku so tað forslær. Tað er teirra æra, at Hellurnar nú fáa eitt ruskpláss sum sigur spart­ vey til alt. Sum fullkomi­ liga fer at liva upp til direktivini frá 1989, tá ið IRF var stovnað. Eitt ruskpláss, har tað verður eitt sætt fornøjilsi hjá bygdafólkunum at siga far­ væl til gamalt órudd. Gátt­ in til ruskplássið verður ein spilllivandi gravarbakki til materiellu verðina. Tað er eisini teirra æra, at tit steinsovandi bygda­ ráðslimir í Sunda komm­ unu eru vaknaðir og eru farnir at gera nakað við óhumskuna í kommunu. Uttan Sosialin hevði órudd­ ið hjá tykkum saktans ligið eitt valskeið aftur at. Tað smakkar mær illa í munninum, at mítt navn skal verða nýtt í einum kommunalum valstríði, og tað má eg boyggja meg fyri, tí vit hava skrivi og talufrælsi í landinum. Sofus Debes Johannesen og rusk Jústinus leiVsson eiDesgaarD Tíðin er nú komin, at fleiri nýggj bátapláss verða út­ vegað og at ein dráttur verð­ ur gjørdur til bátaeigarar, so teir sjálvir kunnu taka sín bát upp til viðlíkahald. Hetta hevur verið eitt ynski frá bátafelagnum í nógv ár, men tað eru altíð aðrar verkætlanir, sum hava fing­ ið hægri raðfesting. Býráð­ ið hevur møguleikar at útvinna fleiri pláss til báta­ eigarar, vit hava Álagerð, Sund og Gamlarætt. Á øllum hesum plássum eru møguleikar til bátadrátt, men tað manglar bert viljin at fáa gjørt ein bátadrátt. At hava bát er ein partur av okkara mentan, og er eisini blivin ein lívsstílur sum so nógv annað, sum eisini krevur sínar sømdir. Hesar manglandi sømdir til tykkum bátaeigarar, vil eg, sum valevni, arbeiða fyri at tit fáa hesar sømdir. Hvussu nógv nýggj báta­ pláss eru komin í farna valskeiði?. Bátaeigarir skulu hava bátapláss og betri sømdir Valevni á lista B annfinn Brekkstein viðmerkingar