mikudagur 5. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213- 5. november 2008
19
– áheitan á býráðsvalevni
í Tórshavnar kommunu
viðvíkjandi Róðrar
felagnum Knørri
Nú stundar til býráðsval.
Myndirnar av háttvirdum
býráðspolitikarum gerast
fleiri og feiri í miðlunum,
og nakað er kanska at
reypa um hjá teimum, ið
hava sitið við valdið. Vit
fingu Tórsbreyt fyri stutt
um. Tað er eitt veldugt
framstig fyri ítróttina í
Havnini. Sement fór eisini
í formarnar, sum gjørdust
til ein spegilsvendan
dansisal, og Tórshavnar
býráð hevur yvirtikið høll
ina, sum leingi hevur verið
um at kvalt badminton
ítróttina í býnum. Stutt
sagt, so eru hend frambrot
á ítróttarøkinum í Tórs
havnar kommunu. Men
sjálvandi, Rom varð ikki
bygdur eftir einum degi, og
treyðugt so, tað restar nógv
í, áðrenn øll ítróttafeløgini
í býnum hava sømilig kor
at virka undir.
Eitt av ítróttafeløgunum,
ið alsamt gerst ein virknari
og sjónligari partur av
ítróttinum í Havnini, er
Róðrarfelagið Knørrur. Við
Lágu kai á Skálatrøð hevur
hetta róðrarfelag seinastu
24 árini spakuliga vaksið
seg størri og størri og
hevur nú allar bátastøddir.
Fimmmannaførini Jallin og
Tambar, seksmannafarið
Jarnbard, áttamannafarið
Knørr og tíggjumannafarið
Ormin Langa, ið saman
við bátunum hjá hinum
róðrarfeløgunum í býnum
hava stóran týdning fyri
tjóðarítróttina í Føroyum.
Uttan Jarnbard og Gongur
ólv høvdu seksmannafør
við kvinnum verið deyð í
2008. Og Ormurin Langi
og Havnarbáturin syrgdu
einsamallir fyri einum av
mest spennandi FMkapp
ingum nakrantíð hjá tíggju
mannaførum. Hesum
kunnu havnarborgarar vera
sera stoltir av, men fá geva
sær far um, hvussu ymisk
ar umstøður hesi bæði
feløgini í Havn virka undir.
Havnar róðrarfelag hevur
síðan fyrst í 70´unum havt
avbera góðar umstøður.
Bátarnir standa turt og væl.
Ungdómurin, sum íðkar í
Havnar róðrarfelag, kann
fáa sær eitt brúsubað eftir
lokna venjing, og felags
høli eru til annað virksemi
so sum inniróður, veitslur,
nevndarfundir og annað.
Hattin av fyri Havnar
róðrarfelag. Tey hava verið
ófør yviri í Álakeri. Í
Róðrarfelagnum Knørri
hava vit framvegis bara tað
gamla, lítla, váta neystið
við Lágu kai á Skálatrøð.
Hví hetta framvegis er so,
skjótt 25 ár eftir at Róðrar
felagið Knørrur varð stovn
að, fari eg ikki at gera meg
klókan uppá her. Men eitt
er vist, vit hava ongan
góðan í Tórshavnar býráð.
Tað vísir seg altíð so, at
um ein ella fleiri limir í
Býráðnum veruliga vilja
arbeiða fyri eini sak, so
lukkast tað eisini at fáa
sakina á skinnarar. Vit hava
ongan sovorðnan í Tórs
havnar býráð. Okkara
støðugu áheitanir á býráðs
limir um í øllum førum
bara at viðgera okkara
støðu og at seta okkum
okkurt í útlit, hava higartil
verið púra úrslitaleysar.
Nú hevur so Petur í
Gong á tjóðveldislistanum
týðiliga givið til kennar at
hann er sinnaður at
arbeiða fyri einari loysn
neystatrupulleikanum hjá
Róðrarfelagnum knørri.
Petur er ein skilagóður
maður, og tað er skilagott
at stuðla ítróttini í býnum
av fleiri orsøkum. Petur er
eisini skilagóður, tí tað
eru í minsta lagi 300
atkvøður at heinta í
Róðrarfelagnum knørri.
Felagið er vorðið stórt
seinastu árini, og tað eru
nógv fólk, ið eru góð við
Róðrarfelagið Knørr. Tey
eru øll forsyndað inná
støðuna, sum felagið er í,
og tey fara at atkvøða fyri
einum valevni við
trúðvirði sum vil fara inn
í býrráðið at arbeiða fyri
einari loysn á
neystatrupulleikunum hjá
Róðrarfelagnum Knørri.
300 atkvøður til hægstbjóðandi
formaður í Róðrar
felagnum Knørri
Magnus
gaard
Vit hoyra upp ísaman, at
nú skal FØROYAR
brandast við tí, sum
okkara framúrskarandi
tónleikarar og mentafólk
fáa úr hondum
Meina vit nakað við hetta,
ella er hetta bara ein
smidligur valmøguleiki og
kann hetta geva nakrar
kærkomnar atkvøður?
Vit eru troytt av hesi
strembanini bara eftir
maktini – nú vilja vit
síggja, at úrslitini fara at
standa mát við lovorðini.
Musikkskúlin
Nær fara vit at síggja, at
ein veruligur nýggjur
musikkskúli fer at standa á
dagsskránni, og nær fara
tey mongu, sum standa á
bíðilista, at fáa ein
møguleika?
Lat okkum fáa eina
nágreiniliga dagfesting?
Tit mugu bjóða av!
Í dagsins avbjóðingum og
tí sum vit royna at seta
okkum fyri, er tað
neyðugt, at vit veljarar fáa
sett nøkur ítøkilig útlit, so
vit kunnu seta krossin við
tann, sum kemur við besta
boðnum – “that´s it”.
Gott val – øll somul!
Roynið nú at fáa
tónleikinum og
mentanini góðar og
sømiligar sømdir!
Fríðálvur
Jensen
Runavíkar kommuna er
vaksin nógv tey seinastu
árini. Í dag eru tað tilsam
ans 3.700 íbúgvar í komm
ununi. Skattainntøkurnar
eru tey seinastu trý árini
øktar við 27% og nógvir
nýggir kommunalir, privat
ir og vinnuligir bygningar
eru í gerð. Ein kommuna í
stórari menning og við
stórum potentiali. Eitt
náttúrligt miðstaðarøki,
bæði geografiskt, vinnuligt
og mentanarligt.
Tað verður nógv tosað
um at fáa føroyingar heim
aftur á klettarnar at búgva
eftir lokna lestrartíð. Hetta
er eitt aðalmál í visión
2015. Endamálið við hes
um er, at skapa betri karm
ar fyri víðari menning av
samfelagnum. Mett verður,
at hesi fólk kunnu vera við
til at fjøltátta og styrkja
nýggjar vinnugreinar, so at
samfelagið í framtíðini vil
hava fleiri streingir at
spæla uppá. Við hesum
vildu inntøkur landsins
verið minni tengdar at eini
ávísari vinnu, og sostatt
javnvigað partar av teimum
sveiggjum, sum hevur eyð
merkt føroyska búskapin
seinastu nógvu árini.
Ein slík menning av
samfelagnum er ikki bert
ein uppgáva fyri landsins
politikarar, men eins nógv
ein uppgáva fyri kommun
alu politikarnar. Tað er jú í
kommununum, at borgarin
skal búgva og trívast.
Eitt aðalmál hjá nývald
um býráðslimum eigur tí at
vera, at skapa trivnað í
kommununi, fyri at komm
unan skal lúka tey krøv,
sum ein nútímans borgari
setur. Hesi krøv eru m.a.:
• fjølbroyttir bústaðarmøgu
leikar til ymiskan tørv,
• ansingartrygd hjá barna
familjum,
• skúlaverk, sum er á jøvn
um støði við onnur norður
lond,
• fjøltáttaðir og nýmótans
karmar til mentanarlig og
ítróttarlig tiltøk,
• nýhugsandi og fjøl
broyttir starvsmøguleikar.
Um vit vilja náa hesum
málum, er tað týdningar
mikið at vit raðfesta rætt og
gera málini greið. Vit skulu
fylgja upp uppá málini,
inntil vit hava nátt tí sum
verður stungið út í kortið.
Búskaparliga rembingin
á altjóðamarknaðinum
skapar økt krøv til fíggjar
stýringina í komununi.
Eisini vilja herdu reglarnir
um innrapportering av
roknskapartølum til fíggj
armálaráðið økja um
arbeiðsbyrðina hjá kom
andi býráðslimum. Komm
unupolitikkur stendur
yvirfyri eini spennandi og
avbjóðandi tíð, og tí bjóði
eg meg fram at taka ímóti
hesum avbjóðingum.
Nýmótans borgarin setur nýmótans krøv
www.bardur.blog.com
Valevnislisti B,
Runavíkar kommuna
Bárður Kass
nielsen
Sum partur av ítróttinum
í Gundadali, so eiga vit
sjálvsagt at fegnast um
kring umstøðurnar. Men
vit muga ikki steðga her
Eg vil virka fyri at niðari
og ovarivøllur blíva altjóða
gjørdir, so havnarfeløgini
kunna bjóða fremmandum
liðum til dyst, við karmum,
ið hava altjóða støði. Hett
ar arbeiðið er byrja, men
tað skal ikki steðgast her.
Vallirnir skula gyrast
inni, so vit hava fýra inn
gongdir. Hettar ger at
Ovarivøllur fær altjóða
viðurkenning, so vit betur
kunna halda høgt støði,
eins og okkara áskoðarar
kunna kenna seg tryggar at
fara til dyst. Hettar kemur
eisini at gera tað munandi
lættari at krevja inn til
dystir í okkara heimligu
kapping. Hettar er til gagns
fyri feløgini í Havn.
Hettar merkir ikki, at
okkara ungdómur ikki
sleppur at spæla og stutt
leika sær á vallunum í
Gundadali, tá ongir dystir
eru. Økið skal framvegis
vera opið fyri øllum, júst
sum tað er í dag.
Eisini kring umstøðurnar
til tennis er nóg góðar.
Hendan ítróttin var í menn
ing fyri nøkrum árum
síðani, men meira fer má
setast á hendan ítróttin. Eg
trúgvi uppá at um vit betr
aðu umstøðurnar, so tennis
leikararnir høvdu møgu
leika at koma undir tak,
fingið eitt prát og eitt
brúsubað aftaná venjin,
hevði økt um áhugan fyri
tennis, og harvið ment
hendan ítróttin.
Hølisviðurskiftini hjá ÍSF
og sersambondunum eru út
av lagi vánalig. Vit eiga at
umhugsa at taka FSF húsið
niður, flyta ÍSF og sersam
bondini í størri og betri
hølir. Síðani skal gerast
pláss fyri at byggja svimji
høllina út vestureftir, so vit
kunna bjóða okkara svimji
ítrótti betri karmar at venja
undir. Her hugsi eg um ein
50 metur langan hyl.
Sum virkin innan ítróttin
í mong ár, so kenni eg hett
ar; at flyta seg, seta nýggj
mál og fara eftir teimum.
Saman við ítróttinum, vil
eg seta nýggj mál og fara
eftir teimum.
Ítróttur og at seta sær nýggj mál
eri at finna á lista B
steinFinnur
Mittelstein
Kaj Leo og Helena siga
seg vilja virka fyri, at
føroysk ítróttarfólk
sleppa til OL. Men tey
spæla dupultspæl. Tí tey
vilja ikki gera tað, sum
skal til. Tey vilja ikki
taka fullveldi
Farnu mánaðirnar hevur
kjakið um europapolitikk
sett dagsskránna. Vit vilja
vera við í EFTA og í
europeiska búsaparliga
samstarvinum, EBS.
Okkara vinnulív skal
hava atgongd til stórar
marknaðir.
Hetta hava vit roynt í
mong ár. Vit hava bankað
á so nógvar hurðar, at
knúgvarnir bløða. Men
vit fáa sama svar hvørja
ferð: Føroyar eru væl
komnar við men treytin
er føroyskt fullveldi!
OL
Mánakvøldið var ein frá
líkt tiltak í úvarpshøllini.
ÍSF spurdi hvussu menna
vit okkara størstu talent
innan ítrótt.
Svarini vóru mong og
ymisk men eitt vóru øll
samd um: Tað er heilt av
gerandi, at føroysk
ítróttarfólk sleppa at
umboða Føroyar á
olympisku leikunum.
Hesum lovaði Helena
Dam á Neystabø at virka
fyri. Hesum lovaði eisini
Kaj Leo Johannesen at
virka fyri.
Men tey vita bæði, at
vit hava roynt hetta áður.
Tey vita bæði, at vit fleiri
ferðir hava fingið sama
svar frá Olymisku Nevnd
ini: Føroyar eru vælkomn
ar við men treytin er
føroyskt fullveldi!
Politiskt dupultspæl
Tað er ikki rætt at blanda
partapolitiskar ósemjur
upp í spurningin um kor
ini hjá okkara úrvals
ítróttarfólki.
Men at siga at fullveldi
er treytin, er ikki parta
politikkur. Tað er fakta.
Og tá formaðurin í
einum flokki, hvørs
fremsta mál er at vit ikki
skulu hava fullveldi sigur,
at hann vil virka fyri
føroyskum OLlimaskapi,
so er talan um politiskt
dupultspæl.
Sannleikin er, at bæði
Helena og Kaj Leo standa
fyri einum politikki, sum
steingir føroysk ítróttar
fólk úti frá olympiskari
luttøku.
Á júst sama hátt sum
teirra støða í besta føri
ger tað sera, sera trupult
at fáa atgongd til europ
eiskt samstarv og í
ringasta føri ger tað
ómøguligt.
Dupultspælið hjá
Kaj Leo og Helenu
sJúrður
sKaale
viðmerkingar