Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 168 - 1. september 2001 Nr. 168 - 1. september 2001 7 Ein avgerð verður til eina avgerð, tá hon verður niðurfeld og fráboðað. Tað gjørdi Óli Holm í brævinum til Mikladals komm- unu, og tí hevur hann tikið avgerðina í mál- inum um skúlan á Trøllanesi, sigur løg- frøðingur. Løgmaður heldur eygað við mál- inum HEIMILDARLOYSI Eyðun Klakstein Tað var ikki Torbjørn Jacobsen, men Óli Holm, sum formliga tók avgerðina um at áleggja Mikladals kommunu at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tað heldur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur. – At ein landsstýrismað- urin hevur eina hugsan um nakað og sigur, at skúlin á Trøllanesi skal lata upp- aftur, er eingin avgerð. Ein avgerð verður tikin, tá hon verður niðurfeld, og tað gjørdi Óli Holm, tá hann álegði Mikladals kommunu at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. – Tí er tað Óli Holm, sum er farin út um sínar heimildir og ikki Torbjørn Jacobsen. Torbjørn segði, at skúlin skuldi lata uppaftur, men formliga hevur Óli Holm tikið avgerðina, held- ur løgfrøðingurin. Heita brævið Tað var tann 20.juli í ár, at Óli Holm sendi bræv til bygdaráðið í Mikladali. Í hesum brævi áleggur lands- stýrismaðurin bygdaráð- num at lata skúlan á Trølla- nesi uppaftur. Ein løgfrøðislig frágreið- ing, sum varð gjørt í Mentamálastýrinum í farnu viku, kom til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin ikki kann áleggja bygdaráðnum í Mikladali at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tí er ikki samsvar millum tað, sum Menta- málastýrið sigur seg hava heimild til, og tað sum stýrið í roynd og veru hevur gjørt. Óli Holm sigur, at hann kendi tað sum sína uppgávu at kunna bygdaráðið í Mikladali um avgerðin hjá undanmanninum, Torbjørn Jacobsen, men tað var eitt mistak, at tað ikki varð skrivað í brævið, at tað var Torbjørn Jacobsen, sum í mai mánaði hevði tikið avgerðina. Kalla tað mistak Sambært Anfinni V. Hans- en er eingin ivi um, at brævið frá Óla Holm til Mikladals kommunu er ein avgerð. – Óli Holm hevur sent brævið, har Mikladals kommuna verður áløgd at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tað gjørdi Tor- bjørn Jacobsen eftir øllum at døma ikki, og tí er tað Óli Holm, sum hevur tikið avgerðina í hesum máli, sigur Anfinn V.Hansen. Hvørjar avleiðingar skal tað hava fyri landsstýris- mannin? – Í hesum føri er eingin skaði hendur av skeivu avgerðini, og tí kanst tú kalla tað eitt mistak. Men tað er vánaligur umsiting- arsiður at senda skriv út, sum tað ikki er heimild fyri. – Avgerðin er heldur einki verd, tá tað ikki er heimild fyri henni, og tí fær hon ongantíð gildi. Men tað er greitt, at hetta er eitt mistak, sigur Anfinn V. Hansen. Løgmaður heldur vakt Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, heldur, at Mentamála- stýrið er komið í eina støðu, sum tað ongantíð átti at verið komið í, men hann er ikki farin inn í málið enn. – Alt sum er illgrunasamt mótvegis einum lands- stýrismanni, havi eg skyldu til at kanna. Verða greiðar ábendingar um, at nakað ólógligt er farið fram í stýrinum hjá Óla Holm, so havi eg eisini skyldu til at kanna tað, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður vil ikki gera viðmerkingar til brævið frá Óla Holm til Mikladals kommunu og niðurstøðuna hjá løgfrøðingi um, at tað er sitandi landsstýrismaður, sum hevur tikið eina avgerð í heimildarloysi. – Skal Mikladals kommuna verða fyrimynd, so skal helvtin av skúlun- um í Føroyum leggj- ast niður, og tað er ikki rætt, sigur tjóð- veldistingmaðurin í Norðoyggjum SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein – Tað er tann øvugta verð, at bygdaráðið vil leggja ein skúla niður, meðan landsmyndugleik- arnir ynskja, at hann skal verða opin. Tað heldur Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin og bygdaráðsformaður í Kunoy. – Skal Mikladals kommuna verða fyri- mynd, so skal helvtin av skúlunum í Føroyum leggjast niður, og tað er ikki rætt. – Allir politisku flokk- arnir í landinum ganga inn fyri, at bygdaskúl- arnir skulu varðveitast, og kann ein kommuna ikki bjóða sjey ára gomlum børnum skúla- gongd í teirra egnu bygd, so er kommunan illa farin, heldur Heini O. Heinesen. Grava egna grøv Hann vísir á, at í hansara kommunu verða skúlar- nir í Kunoy og Haralds- sundi brúktir hvør um annan, og tað sama er við sunnaru kommununi á Kalsoynni. – Tí dugi eg ikki at skilja, hví Mikladals kommuna ikki eisini kann brúka skúlan á Trøllanesi. – Tað næsta kann verða, at onkur vil hava bara ein skúla á Kalsoynni, og tí haldi eg, at Mikladals kommuna átti at ansa eftir, so hon ikki gravar sína egnu grøv í hesum máli. Heini O. Heinesen heldur, at tað skuldi verið so líkatil, at kommunan keypti neyðugu skúlaút- gerðina til báðar skúl- arnar, tí tað gera tey alla aðrastaðni. – Besta loysnin fyri børnini er helst, at tey eru saman í ein- um skúla, sigur ting- kvinnan, sum heldur tað verða gott hugskot at senda meklara í Kalsoynna SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein – Tað er trupult at við- mæla eina loysn á stríðnum um skúlan á Trøllanesi, og tað er eitt gott hugskot at fáa ein uttanveltaðan meklara uppí. Tað sigur Rúna Sivert- sen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin í Norð- oyggjum. – Um eingin vandi er fyri at flyta børnini millum bygdirnar, so vildi eg mett, at ein skúli, har øll børnini gingu alla- tíðina, var besta loysnin. Men eg skal ikki taka støðu til, hvar skúlin skal verða, sigur hon. – Í dag ber illa til at skifta ímillum tveir skúl- ar, tí tað verður brúkt telduútgerð og annað, sum tað er trupult at flyta úr staði til stað. Nú er trupult Rúna Sivertsen heldur, at tað verður ringt at finna eina loysn á stríðnum. – Tá stríðið er komið so langt, er tað trupult hjá pørtunum at boyggja seg, og tí kann tað fara at verða sera trupult, at finna eina loysn, sigur hon. – Men at ein uttan- veltaður meklara, sum partarnir hava álit á, kem- ur uppí leikin, er helst eitt gott hugskot. Landsmyndugleikar nir áttu at tikið stig til, at skúlastríðið í Kalsoynni varð loyst. Ein uttanvelt- aður semingsmaður er eitt hugskot, heldur Javnaðar- tingmaðurin í Norð- oyggjum SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein Vilhelm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðar- flokkin, heldur, at skúlin á Trøllanesi skuldi verið latin uppaftur. – Tað átti at borið til at brúkt somu skipan í Mikladals kommunu, sum tey gera í granna- lagnum. Í Húsa kommunu verða tveir skúla brúktir, og tað sama er í Kunoyar kommunu, so eg dugi als ikki at skilja, hví skúlin á Trøllanesi ikki kann verða opin, sigur hann. – Tað tykist eisini løgið fyri mær, at bygdaráðið skal ganga undan fyri at niðurleggja ein skúla í kommununi. Eingin løtt loysn Vilhelm Johannesen heldur, at landsmyndug- leikarnir skuldu tikið stig til at loyst stríðið, so børnini á Trøllanesi sleppa aftur í skúla. – Kanska skuldi Mentamálastýrið heitt á ein uttanveltaðan mekl- ara, sum kundi roynt at loyst trætuna, men eg dugi at síggja, at tað verð- ur als ikki lætt. – Støðan tykist nú løst so føst, at tað skal nógv til fyri at fáa annan partin av boyggja seg, heldur hann. Óli Holm tók avgerðina Heini O. Heinesen: Sjálvandi tveir skúlar Vilhelm Johannesen: Stríðið má loysast Rúna Sivertsen: Gott hugskot við meklara – Óli Holm hevur sent brævið, har Mikladals kommuna verður áløgd at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tað gjørdi Torbjørn Jacobsen eftir øllum at døma ikki, og tí er tað Óli Holm, sum hevur tikið avgerðina í hesum máli, heldur Anfinn V.Hansen, løgfrøðingur Tað er upp til bygda- ráðið og skúlastýrið í Mikladals kommunu at gera av, hvørjir skúlar verða brúktir. Landsmyndugleikarn ir skulu ikki blanda seg uppí tað, sigur løgmaður, sum um- sitir kommunumál DEMOKRATI Eyðun Klakstein Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, heldur, at hvørki Mentamálastýrið ella Løg- mansskrivstovan skulu hava nakra ávirkan á, um skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur ella ikki. – Nýggja kommunulógin ger púra greitt, at tað eru teir lokalu myndugleik- arnir, sum skulu taka av- gerðina í slíkum máli. Prinsippið í lógini er, at ábyrgd og avgerðarrættur skulu fylgjast, og tað er umráðandi at minnast til, at bygdaráðið er fólksins umboð á staðnum, sigur Anfinn Kallsberg. Demokrati Hann vil einki siga um, hvørt hann heldur, at skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur. – Tað skal bygdaráðið í Mikladali gera av saman við kommunustýrinum, og eingin landsmyndugleiki skal broyta ta avgerðina. Tað er umráðandi, at bygdaráðini vita, at teirra avgerð er endaliga, og at eingin kann koma og broyta hana aftaná. – Soleiðis er demokrat- iska skipanin, og hana skulu vit virða. Tað hevur týdning at lokalpolitikarar kenna ábyrgd og vita, at tær avgerðir, sum teir taka, standa við. Gera teir ikki tað, so verður tað altíð tann lættasta loysnin, sum verð- ur funnin, tí so vita teir, onkur kann koma aftaná og taka tí trupula avgerðina fyri teir. Eitt belgiskt par, sum í 1979 fyrstu ferð kom til Føroya, dámar so mikið væl í Føroyum, at tey eru komin aftur og aftur. Henda sein- asta vitjanin er tann 22. í røðini FERÐAFÓLK Heri á Rógvi Eftir øllum at døma er talið á ferðafólki, sum kemur til Føroya vaksandi. Hetta merkir, at tað koma ferða- fólk, sum ongantíð hava verið í Føroyum áður, á hvørjum ári. Men tað eru nøkur, sum vitja oyggjarnar oftani. Victor Feyen og Josepha Peeters eru úr belgia, og tey hava vitjað í Føroyum heilar 22 ferðir innanfyri eins nógv ár. Bæði tvey eru tey nú um pensionistaaldur, men hetta heldur teimum ikki aftur at vitja í Føroyum á hvørjum ári. Søgan um tey byrjar á Tenrifé í 1979, har tey hitta eitt føroyskt par. Tey verða boðin til Føroya á vitjan. Hetta er í apríl mánaði og í august sama ár, leggja tey leiðina til Føroya. Teimum hevur eftir øllum at døma dámt væl í Føroyum, tí síðani 1979 hava vitjaninar verið javnt og samt á hvørjum ári. Steðgurin er vanliga ein- ar 14 dagar. Belgiska parið býr í býnum Redie, ið ligg- ur einar 50 km. frá Ant- werpen í tí norðara endan- um av Beliga. Tað tekur einar 8 tímar at koyra úr Jútlandi til Redie. Fólk og náttúra Tað er eyðsæð, at tað er munur Belgia og Føroyum. Tey eru tvey heilt ymisk samfeløg, siga tey bæði. Ì Føroyum eru tað kanska ikki tey penastu tingini, vit hoyra um Belgia. Tey bæði siga eisini, at tað er nógvur kriminalitetur í Belgia, men hetta sæst einki til í Før- oyum. Hetta leiðir okkum til tann stóra spurningin, sum flest øll vildu spurt: Hvat fær eitt belgiskt par at leita til okkara oyggjar í Norður- atlantshavi? - Vit dáma væl fólki og náttúruna. Fólkini eru sera fitt, og sum heild trívast vit sera væl í Føroyum, siga tey bæði, tá vit samskifta á flamskt-enskum. Fleiri ferðir hava tey eisini tikið vinfólk við sær til Føroya. Tey bæði eiga trý børn, men hesi hava ikki verið eins røsk at vitja oyggjarnar. Tá Føroyar og Beliga hittust til fyrsta altjóða dystin á grasvøllinum á Svangaskarði, so vóru tey bæði sjálvandi eisini til staðar. Tá tey eru í Føroyum, plaga tey at búgva hjá Sámal og Tórhardu Blá- hamar. Tey hava eisini verið í øðrum londum saman, eitt nú hava tey verið í Florida saman. Fleiri vitjanir til Føroya Mongu vitjaninar hjá belg- iska parinum hevur eftir øllum at døma givið Sámali Bláhamar blóð upp á tonna, tí hann hevur í hyggju at skipa fyri ferður fyri pens- ionistar í Belgia. Ætlanin er, at Victor og Josepha skulu siga teimum, sum kundu hugsað sær at komið til Føroya eitt sindur um Føroyar, áðrenn hesi leggja leiðina til oyggjar- nar. Victor sigur, at hetta ikki verður nakar trupulleiki, og tey kunnu tosa í fleiri tímar um Føroyar og føroyingar, sum tey hava góðan tokka til. Vit vóna at síggja frynt- liga parið enn fleiri ferðir í Føroyum. Avgerðin skal takast á staðnum Hava vitjað í Føroyum 22 ár á rað Belgiska parið, Victor Feyen og Josepha Peeters, eru í hesum døgum á teirra 22. vitjan í Føroyum. C M Y K 7 6