Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 168 - 1. september 2001 Nr. 168 - 1. september 2001 5 Hósdagin varð rækju- trolarin Hvannaberg úr Vági hildin aftur í Havnini tað mesta av degnum fyri at hava dálkað Havnarvág olju og hann fer nú at senda Tórshavnar Kommunu rokning mista fiskitíð UMHVØRVISDÁLKING Áki Bertholdsen – Vit hava viðgingið, at tað fleyt yvir, tá ið ið vit tóku olju. Men at geva okkum skyldina fyri at hava dálkað alla Havnarvág við olju, finna vit okkum ikki í. Jákup Olsen er reiðari á rækjutrolaranum Hvanna- berg og hann er í øðini inn á tíðindini í sjónvarpinum hóskvøldið um at teir skuldu havt elvt til stóra oljudálking á Havnarvág. Jákup Olsen sigur, at tað varð tikið so rívan til, at tað kom bæði løgregla, býráðs- limir, sakførari og sjón- varpið upp í leikin. – Avleiðingin av hesum var, at vit vórðu gjørdir til syndabukk fyri oljudálk- ingina á Havnarvág, sam- stundis sum Hvannaberg varð afturhildin í fleiri tím- ar. – Vit skulu nokk betala fyri tað dálking, vit hava elvt til. Men vit fara eisini at senda Tórshavnar Kommunu rokning fyri mista fiskitíð, sigur Jákup Olsen. – Men vit fara ikki at gjalda fyri dálking, sum onnur hava elvt til, leggur hann afturat. – Og tað er ein sannroynd, at Havnarvág hevur verið plágað av oljudálking í fleiri vikur nú. Sostatt er trupulleikin gamal og tí er tað skeivt at gera Hvanna- berg til syndabukk. – Tað skerst heldur ikki burtur, at tað vóru nógv onnur skip á havnini og bunkraði olju, men tað var ikki nógv olja at síggja rundanum Hvannaberg, sum lá ytst á keiini. Reiðarin veit ikki, hvat er gjørt fyri at kanna, um olja er likin úr øðrum skipum. Fleyt yvir Jákup Olsen sigur, at tá ið Hvannaberg bunkraði olju mikudagin, hendi tað óhapp, at tað fleyt yvir, hóast maður helt vakt. – Maðurin, sum koyrdi oljubilin, varð varskógvað- ur beinanvegin og skrúvaði fyri alt fyri eitt. Hann sigur, at menn eru ójavnir á máli um, hvussu nógv var farið á sjógv. Summir hildu, at eitt tons av farin á sjógv, aðrir hildu bara nakrir fáir litrar. – Oljuna, sum varð runn- in á dekkið, fingu vit í tunnur. Jákup Olsen sigur, at tá ið hann kom á staðið, stóðu bæði býráðslimir, embætis- fólk hjá býráðnum, sakfør- arin hjá býráðnum og løg- reglan á keiini. Hann dylir ikki fyri, at hann følir seg illa viðfarn- an. – Vit hava viðgingið, at nakað fór á sjógv og tá áttu vit at fingið loyvi at fara. Løgreglan gav okkum eis- ini loyvi at fara. Men tá noktaði Tórshavnar Býráð okkum at loysa og tað varð alt gjørt fyri at forða okk- um mest møguligt. – Vit góvu teimum fult yvirlit yvir tangar og, hvussu nógva olju, vit høvdu bunkrað og, hvussu nógv var í skipinum. – Tá fekk eg eisini at vita, at onkur var farin í land við maskindagbókini og olju- journalini. – Hetta varð bara gjørt fyri at draga tíðina út. Men tað er ólógligt at flyta bøk- urnar av skipunum og tí ringdi eg til sakføraran og kravdi at fáa tær aftur bein- anvegin. Tað endaði við, at sakførarin kom sjálvur aftur við teimum. Kravdi 100.000 krónur Jákup Olsen sigur, at nú kravdi Tórshavnar Býráð, at Hvannaberg skuldi betala 100.000 krónur í trygd fyri útreiðslurnar av taka oljuna upp, áðrenn hann slapp at loysa. – Vit hava viðgingið, at tað fleyt yvir hjá okkum og tað eru vit eisini sinnaðir at betala fyri. Men at geva okkum skyldina fyri olju- dálkingina á Havnarvág og at halda okkum aftur ein heilan dag, finna vit okkum ikki í, so tað fara vit at krevja endurgjald fyri. Tað endaði við, at Hvannaberg slapp avstað aftur klokkan fimm hós- dagin- uttan at betala nakra trygd frammaundan. Reiðarin sigur, at tað hendir ofta, at tað flýtur yvir, tá ið skip bunkra, men at blása hetta upp til eina gølu, er at gera nakað nógv burturúr. – Royndirnar higartil hava víst, at tað loysir seg ikki at seta vind- myllur upp í Føroy- um, sigur Stjórin í SEV VINDORKA Áki Bertholdsen Tað er ikki vist, at vind- myllurnar, sum ætlanin er at seta upp á Strondum, sleppa at binda í hjá SEV. Sum vit greiddu frá í sosialinum í gjár, eru tað tey bæði, danska vind- myllufelagið Wincon og Óli Gordon Bech, sum ætla at seta fleiri vindmyllur upp á Strondum. Men fyri at sleppa av við streymin er tað neyðugt at binda í netið hjá SEV. – Hetta er ein spurningur, sum stýrið fyri SEV má taka støðu til, tá ið ein umsókn kemur. Og mær kunnugt er ongin umsókn komin, og fyrrenn hon kemur, hevur hann onki ítøkiligt at taka støðu til sigur Klæmint Weihe, stjóri Í SEV. Tí dugur hann heldur ikki at siga enn, um myllurnar sleppa at binda í hjá SEV. – Men hann visir á, at royndirnar, sum SEV sjálvt hevur av vindmyllum í Før- oyum, vísa, at tað er meiri enn ivasamt um tað loysir seg at seta vindmyllur upp í Føroyum og at tað er neyð- ugt at hugsa seg sera væl um, áðrenn loyvi verður givið til at binda í. Loysti seg ikki SEV hevur sjálvt gjørt royndir við vindmyllum fyri at vita, hvussu tær rigga í Føroyum og um tær eru ein nýtilig orkukelda afturat, ella ístaðin fyri vatnorkuna og motorverk- ini hjá SEV. – Royndirnar vit gjørdu, vísa, at tað ber væl til at gera orku burturúr vindi í Føroyum. Men tað eru fleiri onnur viðurskifti sum gera, at vit ikki hava viljað lagt nakran dent á at útbyggja vindorkuna. SEV stjórin sigur, at royndirnar vístu, at fíggjar- liga loysti tað seg ikki at vinna streym úr vindmyll- um, tí prísurin á streymurin frá vindmyllunum er ikki kappingarførur við streym- in frá vatnorkuverkunum og motororkuverkunum. – Harumframt vísti tað seg at tað var ógvuliga dýrt at seta vindmyllur upp og somuleiðis er tað ógvuliga avmarkað, hvussu nógv kann gerast av streymi frá vindmyllum, tí netið í Før- oyum er so lítið. Og at enda eru tað teir harðu stormarnir í Føroyum gera seg galdandi. Tað eru serliga hesi trý viðurskiftini, kostnaðurin, støddin á netinum og veð- urlagið, sum gera, at SEV hevur lagt vindorkuna á hyllina. Men samstundis ásannar hann eisini, at síðani SEV gjørdi sínar royndir, hevur stór menning verið í vind- myllu ídnaðinum so at roknistykkið batnar. Men enn metir SEV ikki, at prísirnir á vindorku í Føroyum eru kappingarfør- ir við tað, sum tað kostar at gera streym burturúr teim- um orkukeldum, sum SEV hevur nú, tvs, burturúr vatni og dieseloljuverkum. – Tann vitanin, vit hava fingið um vindorku hesi seinastu nógvu árini, siga okkum, at vit skulu vera sera varin, áðrenn vit fara í holt við vindorku. So tá ið Óli Gordon Bech lovar, at teir kunnu levera streym fyri helvtini av tí, sum streymurin nú kostar, er hann meiri enn ivasamur. – Eg vænti, at teir eru á skeivari leið, um teir halda, at teir kunnu selja okkum streym fyri helvtina av tí, sum annars kostar okkum at gera streym. – Og skulu vit keypa streym frá øðrum má tað vera endamálið at vit fáa hann fyri minni enn tað, tað annars kostar okkum at gera streym. Vit fara ikki at keypa streym frá øðrum, um hann kostar meiri enn vit sjálvir kunnu gera hann fyri, tað sigur seg sjálvt, sigur Klæmint Weihe. Vágbingar vilja ikki hava skyldina Tá ið Hvannaberg úr Vági bunkraði olju í Havn mikudagin, fleyt yvir. Men reiðarin góðtekur ikki, at hetta er blást upp til at vera eina gølu. Hvannaberg skal ikki gerast til syndabukk, tí trupulleikar hava verið av oljudálking í Havnini í fleiri vikur nú, sigur Jákup Olsen Óvist um vindmyllurnar á Strondum sleppa at binda í – Skulu vit keypa streym frá einum vindmyllufelag á Strondum, skal streymurin vera bíligari enn streymurin, sum vit annars gera við vatnorkuverkun um og motorverkunum. Og higartil hevur niðurstøðan verið, at tað loysir seg ikki at hava vindorku í Føroyum, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV Hóast vónirnar til verulig oljufund í teimum báðum fyrstu brunnunum hjá Statoil og BP minka sum tíðin gongur, meta serfrøðingarnir hjá Amerada Hess, sum fer undir triðju boringina við Føroyar um stutta tíð, at góðir møguleikar eru at finna olju OLJULEITING/- ANALYSA Jan Müller Statoil-samtakið hevur eftir øllum at døma, hvørki funnið gass ella olju í før- oysku undirgrundini. Hetta tykist at vera úrslitið av tí umleið 200 mill. kr. dýru boringini. Keldur Sosialur- in hevur tosað við kunnu vátta, at Statoil heldur óvæntað kom niður á eina sill nakrar hundrað metrar frá tí endaliga málinum. Men áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár varð fram- vegis borað, og hetta skuldi tá vera í leysari tilfari. So hóast tað ljóðar, at Statoil er farið at rigga av á hesum sinni, skilst, at vónirnar tó ikki eru heilt sleptar. Úrslit ella ikki, so hevur Statoil uttan iva fingið týðandi upplýsingar, sum kunnu brúkast í sambandi við komandi boringar og sum kunnu geva ábendingar um, uppá gott og ilt, hvussu undirgrundini sær út. Tjúkkar basaltfláir ella einstakar sillir hava annars verið marran hjá øllum jarðfrøðingum, sum ar- beiða við føroysku land- grundini. Hóast seismikkur í dag er sera framkomin og kann hjálpa oljufeløgunum langt á leið, so er altíð knýtt óvissa at hesum kanningar- hátti, og tí sigur man eisini, at bara ein boring kann við vissu siga, um olja er til ella ikki. Keldurnar blaðið hevur tosað við siga, at tað, sum uttan iva er hent í Statoil- boringini er nettupp tað, at seismikkurin hevur »snýtt«. Tvs. at tað, sum jarðførðingarnir hava rokn- að við og vónað, mundi vera ein strukturur, eitt møguligt oljureservoir í undirgrundini, eftir øllum at døma hevur verið ein sill, basalt. Hetta er eisini nak- að, sum líkist tí, ið vælvit- andi keldur upplýsa fyri blaðnum Fregnum í gjár, tó at tað framvegis ikki er váttað, at so er. Í gjár fór útgerðarskip út á Sovereign Explorer við eitt nú loggingútgerð. Hetta er mátiútgerð, sum verður brúkt, tá ein boring er um at verða liðug. Áðrenn propp- ur verður settur í verða tól koyrd niður í holið fyri at gera tær seinastu máting- arnar. At henda útgerðin fer umborð nú kundi tí verið enn eitt ítøkiligt tekin um, at teir eru við at rigga av á Sovereign Explorer. Tað tekur so nakrar dagar. BP borar enn Hóast tað er nærum ómøguligt at fáa nakrar upplýsingar um hina bor- ingina, hana hjá BP og Shell, so veit Sosialurin frá vælvitandi keldum, at West Navion framvegis borar, og at tað eftir ein steðg í farnu viku, tá onkrir trupulleikar vóru, nú nærkast endaliga málinum. BP skal hava steðgað boringini í fleiri dagar fyri at fáa okkurt, sum kom skeivt fyri í brunninum, uppá pláss aftur. Tað skal so vera or- søkin til, at BP í vikuni upplýsti fyri Sosialinum, at boringini helst fór at taka einar tvær vikur longri enn ætlað. Tað frættist annars, at BP er ikki komið í basalt av tí slagnum sum Statoil. Sum skilst hevur BP heldur onga olju funnið enn. Men keldurnar hjá blaðnum vilja vera við, at teir hava funnið oljuspor (oilshows) á leiðini niður- eftir. Hetta kann hava stór- an týdning fyri víðari leit- ingina á føroyska økinum, tí tað merkir, at her er ein virkin oljuskipan. Tvs. at olja einaferð í forðum er vorðin til her, men spurn- ingurin er so, um jarðfrøðin er soleiðis háttað, at oljan framvegis liggur goymd í undirgrundini. Tað er tað, sum oljufeløgini ikki vita, og tí mugu bora. Sum sagt varð frá í blaðnum í vikuni, kundi sumt bent á, at hesar fyrstu boringarnar á landgrunnin- um fara ikki at gera Føroyar til oljutjóð. Tá tað er sagt, so stendur tó eftir at frætta, hvussu fer at ganga hjá BP teir seinastu hundrað metr- arnar niður móti tí endaliga málinum. Tíðindini um basalt úti í »gullhorninum« tvs. økinum, har flestu av loyvunum eru givin, koma eitt sindur dátt við, men kortini ikki heilt óvantað. Tí nettupp grót av vulk- anskum uppruna er marran hjá einum og hvørjum jarð- frøðingi, sum arbeiðir ella hevur arbeitt í føroyska økinum. Higartil hevur verið hild- ið, at basaltið, sum verður tjúkri jú nærri vit koma Føroyum, minkar tess long- ur vit koma frá landi og bara gongur út til eitt vist, og at økini nær markinum eru meira ella minni basalt- frí. Statoilboringin kann fara at vísa, at hetta ikki so. Tvs. at tað møguliga finn- ast basaltfláir og sillir ymsa staðni í undirgrundini heilt suður og eystur móti mark- inum. Tað kann minka um sannlíkið at finna lønandi oljufelt her ella kann tað í hvussu er gera tað nógv tor- førari at finna oljuna. Hess góðar vónir Um stutta tíð fer Amerada Hess-samtakið undir sína fyrstu boring. Henda hevur kanska serstakan áhuga fyri føroyingar, tí føroyska olju- felagið Atlantic Petroleum er við í samtakinum. Brunnurin Marjun hjá Hess liggur longri burt frá Før- oyum, tvs. at hann møgu- liga liggur longur burtur frá basaltinum. Tískil skuldi møguleikin hjá Amerada Hess at troffið við basalt verið minni sannlíkur. Steve Boldy, stjóri í felagn- um sigur við Sosialin, at teir meta seg hava fatur á einum strukturi, sum víkir nakað frá hinum hjá Statoil og BP, og at teir hava rætti- liga góðar vónir at finna olju har. Hann liggur heldur ikki so langt frá markinum og harvið teimum kendu oljufeltunum hinumegin markið. Hjá Hess meta tey seg eisini at hava gjørt sítt heimaarbeiði so mikið væl, at tey bera ikki ótta fyri, at tað teir veruliga síggja er basalt. – Vit eru rættiliga vísir í, at her eru møguleik- ar at finna olju sigur Steve Boldy við Sosialin. 8 brunnar Hóast hesar fyrstu ikki al- mennu útmeldingarnar um fyrstu oljuleitingina við Føroyar nakrantíð ikki eru serliga hugaligar hjá teim- um, sum hava sett stórar vónir til eina komandi olju- vinnu, so er greitt, at talan enn bara er um fyrstu boringarnar av tilsamsans átta, sum oljufeløgini hava bundið seg til. Nógv kann broytast. Og nettup í olju- leiting hevur tað oftani ver- ið so, at júst tá tú minst gáar um tað, verður troffið við olju. Men tað ringasta, sum kann henda, er sjálvandi, um óttin fyri, at basalt eis- ini finst í »basaltfríu« økj- unum, gerst veruleiki. Tá kann tað so aftur minka um vónirnar at finna olju undir tjúkku basaltfláunum nærri Føroyum, eitt nú har vit finna fleiri av 9-ára loyvun- um. Men oljusporini, sum BP/Shell hava funnið, prógva so, at her finst ein virkin oljuskipan. Og tað eigur í hvussu er at geva oljufeløgunum, sum skulu bora fleiri brunnar, nakað positivt at ganga eftir. Um tað er nokk til at fara undir fleiri brunnar í hundrað millióna klassanum er so ein annar spurningur, ið vit kanska fáa svaraðan næstu tíðina. BP funnið oljuspor – Statoil helst einki funnið Hjá BP eru framvegis vónir at gera oljufund Mynd: Jon Hestoy C M Y K 5 4