Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 168 - 1. september 2001 Nr. 168 - 1. september 2001 3 Óli Holm Í samband við at maka- skiftið millum Tekniska skúla og Tórshavnar skúla er avgreitt, helt Óli Holm, landsstýrismaður í menta- mentamálum hesa røðuna undir hátíðarhaldinum: »Dagurin í dag er ein há- tíðardagur av fleiri orsøk- um. Tann beinleiðis orsøkin er, at vit í dag kunnu stað- festa, at makaskiftið mill- um Tekniska Skúlan og Tórshavnar Kommunu nú er endaligt. Óbeinleiðis er hetta síðsta punktummið, ið stað- festir, at tann mangan turbulenta støðan, ið hevur verið millum skúlamynd- ugleikarnar og skúlan, nú er ein farin tíð. Tey síðstu 4-6 árini hava vit sum skúlamyndugleiki arbeitt miðvíst fyri, at stev- ið millum skúla, vinnu og myndugleikar skal vera so gott sum gjørligt. Fyrst var farið undir at tryggja og dagføra lógargrundarlagið fyri yrkisskúlarnar og tær útbúgvingar, ið hesir skúlar varða av. Eitt stórt stig á leiðini var rokkið, tá ið vit síðst í 1998 fingu lógina um yrkis- skúlar og lógina um yrkis- útbúgvingar. Lógin um yrkisskúlar, ið var tann fyrsta føroyska lógin á hesum øki, ásetir øll týðandi viðurskifti millum skúla og myndugleikar. Lógin ásetir m.a treytir fyri góðkenning sum yrkisskúli, hvussu leiðsluviðurskiftini verða skipað . Eisini verður ásett at yrkisskúlar eru sjálvsognarstovnar við einum stýri, har viðkom- andi yrkisfeløg, komm- unan, starvsfólk og næm- ingar eru umboðað. Og lógin hevur ásetingar um, hvussu og í hvønn mun tað almenna stuðlar skúlanum fíggjarliga bæði viðvíkj- andi undirvísingarvirk- semi, rakstri og íløgum. Lógin um yrkisútbúgv- ingar og tann hartil hoyr- andi skipanin við yrkisút- búgvingarráði og yrkis- nevndarfyrisiting, er næsta stigi í menningini av yrkis- skúlunum og teimum út- búgvingarmøguleikum, ið eru innan hetta økið. Tað hevur stóran týdning at vit fylgja við á útbúgv- ingarøkinum og samstundis laga okkara útbúgvingar til føroysk viðurskifti. Í næst- um verður farið undir at dagføra lógina um yrkis- útbúgvingar og verður SIT- útbúgvingin væntandi enn meira samskipa við yrkisútbúgvingarnar enn hon er longu í dag. Tá ið formliga grundar- lagið fyri skúlan og útbúgv- ingarnar var dagført, varð farið eitt stig víðari, og hevur denturin hesi síðstu árini verið lagdur á menn- ing av skúlunum og sam- starv millum báðar tekn- isku skúlarnar og ikki minst at loysa trupulleikarnir við hølisviðurskiftunum hjá tekniska skúlanum. Teknisku skúlarnir hava í vár gjørt eina sínamillum samstarvsavtalu. Henda snýr seg um øll viðurskifti teirra millum, herímillum býti av verandi virksemi og hvussu skúlarnir í felag kunna menna tað virk- semið, ið teir hvør í sínum lagi hava. Eisini er í hesum døgum eitt formligt sam- starv um eftirútbúgving millum Føroya Handils- skúla og Tekniska skúlan í Tórshavn byrjað, og tað fegnast vit um. Báðir teknisku skúlarnir hava eisini gjørt sær menn- ingarætlanir fyri fram- tíðina og er nýggja fram- leiðslutøkninga-útbúgving- in her á skúlanum ein partur av hesum. Makaskiftið, sum vit í dag hátíðarhalda, er úrslit av einum miðvísum arbeiði frá Mentamálastýrinum, og er tað eitt úrslit av tí avtalu sum Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn og Mentamálastýrið gjørdu í februar í ár. Henda avtala ber eisini í sær, at land- stýrismaðurin ger tað, ið hann kann, fyri at útvega pening, so høli skúlans kunnu haldast við líka.,Hetta fyri at skúlin fær rímuligar umstøður at húsast í til ætlaði skúla- depilin í Marknagili verður veruleiki. Vinnuskúlarnir eiga at vera fremstir, tá ið tað snýr seg um førleikamenning av vinnulívinum. Hugsa vit um tær avbjóðingar, ið ein komandi oljuvinna krevur, so eru teir teknisku skúlarnir góð boð uppá stovnar, ið kunna vera við til at lyfta hesa uppgávu við at fremja tær útbúgvingar og tey skeiðini ið henda vinnan krevur. Útbúgvingarpolitiskt vilja vit, í so stóran mun sum gjørligt samskipa skúl- ar, ið geva somu útbúgv- ingar. Henda ætlan er byrjað við tí vaksandi sam- starvi, ið er millum báðar teknisku skúlarnar. Eisini er neyðugt at størri sam- starv og samskipan fer fram millum ymisk skúlasløg eitt nú á miðnámsstigi. Ætlanin er at fara í gongd við projektering og keyp av grundøki til bygging av nýggjum studentaskúla 2003. Henda bygging verður samskipað við út- byggingarætlanirnar hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn og Føroya Hand- ilsskúla í Tórshavn. Við at byggja hesar 3 skúlar saman til eina eind, ein so- kallaðan skúladepil fæst ein framtíðarhóskandi skúl- abygningur, samstundis sum bygging í Marknagili gevur møguleikar fyri at gagnnýta felags útbúnað og hølir. Við hesum makaskifti, ið vit í dag undirskriva eru skaptir góðir karmar til menning av tekniska skúl- anum í Tórshavn. Tað skal at enda vera mín vón, at hetta stig ferð at síggjast aftur í eini dyggari førleika- menning av okkara ung- dómi og ikki minst okkara vinnu samfelagnum øllum at frama.« Tøkk til børn, svigerbørn og ommubørn fyri ta stóru móttøku á 75 ára degnum, tá vit komu aftur.Tøkk fyri blómur og gávur. Heilsan Eli og Nora Joensen Makaskifti VIÐMERKINGAR Óli Holm C M Y K 3 2