mikudagur 5. november 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 213- 5. november 2008
tíðindi
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Nýggi Skoda Superb
er eitt annarleiðis
konsept, enn vit eru
von við. Hann hevur
t.d. dupulta baklúku,
ið bæði er ein vanlig
viðførislúka, sum ein
sedan, og stór baklúka,
sum ein hatchback
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nýggi Skoda Superb er ein
stórur og rúmligur luksus
bilur. Sum nakað heilt nýtt
hevur hann dupulta baklúku.
Tað vil siga at hann hevur
vanliga viðførislúku, sum
ein sedan, og stóra baklúku,
sum ein hatchback. Soleiðis
at skilja at tað ber til at lata
viðførisrúmið upp sum ein
vanlig lúka, sum á einum
sedan, ella at lata alla bak
lúkuna upp (við bakrútin
um), sum á einum hatch
back. Skoda nevna hesa
funktiónina
”twindoor”,
sum tað av røttum eisini er.
Tveir ymiskir mátar at
sleppa til stóra viðførisrúm
ið, sum er heilar 565 litrar
stórt.
Superb hevur nógvar inn
bygdar trygdarskipanir sum
t.d. fleiri airbag til verju av
bilføraranum og teimum
ferðandi í bilinum. Eisini
hevur hann knæairbag til bil
føraran og síðuairbag aftan.
Superb fæst við trimum
ymiskum TSI og FSI bensin
motorum og trimum TDI
dieselmotorum. Bensinmot
orarnir eru: 1,4 TSI við 125
hk, 1,8 við 160 hk og 3,6
FSI V6 við 260 hk. Diesel
motorarnir eru: 1,9 TDI við
105 hk, 2.0 TDI við 140 hk
og 2,0 TDI við 170 hk.
Skoda Superb fæst í útgáv
unum Comfort, Ambition,
GreenLine og Elegance.
Superb fæst við eini fram
komnari
forlyktaskipan,
sum automatiskt tillagar
seg ferðina á bilinum,
umframt at hann eisini fæst
við parkeringsassistenti til
at bakka bilin upp á pláss.
Bilurin, sum vit royndar
koyrdu, var ein Superb 2,0
TDI Elegance við 140 hk
dieselmotori, sum kostar kr.
375.750.
Skoda Superb kann síggj
ast og roynast hjá Norðbil
við Oyggjarvegin. Prísirnir
byrja við 325.750.
Superb - bæði sedan og hatchback
Skoda Superb er ein
stórur og rúmligur
luksusbilur. Hesin er ein
2,0 TDI við 140 hk
Skoda Superb innan. Kabinan er merkt av, at talan er um ein
luksusbil. Førarasetrið hevur el-stilling, og sera gott pláss er
bæði framman og aftan
Sum nakað heilt nýtt hevur Superb dupulta baklúku, vanliga viðførislúku, sum ein sedan, og stóra baklúku, sum ein hatchback. Tveir ymiskir mátar at sleppa til stóra viðførisrúmið, sum er heilar
565 litrar stórt
Enn ein smart detalja. Í vinstru
bakhurð er ein innbygd paraply
Skoda Superb 2,0 TDI
Motorurin
2,0 litra TDI (diesel) við 140 hk
Snúningsmoment
320 Nm við 1.8002.500 snún/min
CO2 útlát
155 g/km
0100 km/t
10,2 sek
Stødd og vekt:
Longd
483,8 cm
Breidd
181,7 cm
Hædd
146,2 cm
Eginvekt
1635 kg
Viðførisrúm
565 litrar
Prísur
kr. 375.750 (2,0 TDI Elegance)
Søluumboð
Norðbil
Oyggjarvegur
FO110 Tórshavn
Tel. 313707
www.nordbil.fo