hósdagur 6. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 214 - 6. november 2008
Demokratia vil hava valfundir
Hesi skulu haldast í øllum kommunum, soleiðis at øll valevni hava møguleika at koma
til orðanna. Í skrivi til politisku flokkarnar, kommunufeløg og kommunur ger
Demokratia vart við, at slíkir valfundir eru eitt gott og neyðugt høvi hjá borgarunum at
fáa innlit í tað, sum valevnini standa fyri og vilja arbeiða fyri, og harvið fáa eitt skikkað
grundarlag fyri at velja, hvørjum tey skulu atkvøða fyri. Nú kommunuvalið nærkast,
herðist stríðið um atkvøðurnar. Bæði í bløðunum og á portalinum síggja vit valgreinar
og lýsingar, har valevni geva lyfti og heita á veljarar um at fáa atkvøðuna, skrivar
Demokratia. Fyri valevni kann tað kosta nógvan pening at koma til orðanna, um einasti
møguleiki er at skriva lesarabrøv í dagbløðunum ella at hava lýsingar, antin í bløðunum
ella á internetinum. Hetta kann merkja, at fleiri valevni ikki hava møguleika fyri at
verða hoyrd og at fáa sín boðskap út til veljararnar, sigur Demokratia í skrivinum.
Smyril Line er í tung
um sjógvi, og víð
gongdar broytingar
skulu gerast, skal
botnlinjan gerast
svørt aftur. Hesar
broytingar innibera
millum annað, at far
leiðirnar til Bergen og
Scrabster verða lagdar
niður
ferðasamband
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Innspræning frá landinum
og Framtaksgrunninum er í
sjálvum sær ikki nóg mikið
til at bjarga Smyril Line.
Víðgongdar
broytingar
verða gjørdar í siglingarætl
anini hjá Norrønu, og nú
verður bert fokuserað uppá
tær ruturnar, ið geva mest
av sær fíggjarliga, og sum
flest fólk nýta.
Øll siglingarætlanin hjá
Norrønu verður broytt, og
hesar broytingar innibera
millum annað, at farleiðirnar
til Bergen og til Scrabster
verða niðurlagdar, umframt
at Norrøna bert fer at sigla til
Hanstholm um summarið.
Summarsiglingin verður
nú broytt soleiðs, at Norrøna
fer at sigla tvær ferðir um
vikuna til Hanstholm og
eina ferð til Seyðisfjørð. Um
várið og heystið fer Norrøna
framyvir at sigla einaferð
um vikuna til Esbjerg og
einaferð til Seyðisfjørð, og
um veturin verður siglt til
Esbjerg einaferð um vikuna,
greiðir Peter S. Holm, stjóri
á Smril Line, frá.
Satsa upp á farmin
Broytingirnar í siglingarætl
anini skulu eftir æltan geva
Smyril Line meira burturúr
farmasiglingini.
Vit fara nú at satsa meira
uppá farmasiglingina. Hetta
merkir tó ikki, at vit fara at
seta meira pláss burturav til
farm, men at vit passa sigl
ingina betri til vinnulívið í
Føroyum, eitt nú fer Norr
øna framyvir at verða í
Havn sunnukvøld, soleiðs
at handlarnir nú kunnu fáa
frískt grønt mánamorgun.
Vit passa eisini siglingina
til soleiðs, at føroysku fiska
útflytararnir fáa meira burt
urúr, og hesar broytingarnar
einsamallar eiga at fáa
tølini á botnlinjuni at verða
svørt aftur, sigur Peter S.
Holm, stjóri í Smyril Line.
Bíligari ferðaseðlar
Framyvir verður nú satsað
meira uppá farleiðina til
Danmarkar, og hetta er eis
ini tann mest nýtta farleiðin
hjá ferðafólkunum. Saman
við at siglingarætlanin verð
ur broytt, fer Smyril Line
eisini at lækka ferðaseðla
prísin.
Seinastu árini hava vit
hækkað ferðaseðlaprísirnar
ov nógv, og hetta verður nú
broytt. Vit fara ætlandi at
lækka
ferðaseðlaprísirnar
aftur og gera tað meira lokk
andi hjá ferðafólki at sigla
við Norrønu, greiðir Peter
S. Holm frá.
Norrøna ikki
seld í bræði
Tey eru nógv, ið vilja vera
við at Norrøna ikki er egnað
til okkara farvatn, og tað er
Peter S. Holm eisini lutvíst
samdur í. Men ætlanin er
ikki at selja skipið í bræði.
Norrøna er als ikki egn
að til at sigla millum Føroy
ar og Ísland um veturin, og
siglingarætlanin
verður
eisini broytt soleiðs, at Norr
øna ikki siglir til Seyðisfjørð
um veturin longur. Norrøna
hevur ikki verið rætta skipið
til siglingina, soleiðs sum
hon hevur verið higar til,
men nú vit laga siglingina
til, verður Norrøna framyvir
tað rætta skipið til sigling
ina, sigur Peter S. Holm.
Ætlanir hava verið at
selja Norrønu, men tað, teir
hava fingið bjóðað fyri skip
ið, hevur ikki verið nøkt
andi. Harafturat er Norrøna
munandi bíligari at reka
enn eldri og minni skip, og
tískil liggur tað ikki í kort
unum at selja Norrønu í
løtuni.
Men skuldi onkur bjóða
okkum ein góðan prís fyri
Norrønu, fara vit at umhugsa
støðuna, sigur Peter S.
Holm, stjóri í Smyril Line.
Bergen og Skrabster
fara í søguna
Peter S. Holm, stjóri í Smyril Line,
sigur at farleiðirnar til Bergen og
Scrabster verða niðurlagdar, og
at framyvir verður bert siglt til
Hanstholm um summarið. Restina
av árinum verður siglt til Esbjerg
At politikarar nú
ætla at lata Smyril
Line almennan
stuðul, vísir, hvussu
lítið innlit teir hava
í veruligu støðuna,
sigur Joel undir
Leitinum, stjóri í
Samskipum
stuðul
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er fullkomiliga burtur
við, at samgongan nú ætlar
at lata Smyril Line almennan
stuðul.
Tað staðfestir Joel undir
Leitinum, stjóri í Samskip
um, sum er rættiliga fortørn
aður um, at eitt einstakt
flutningsfelag nú skal fáa
studning úr landskassanum.
Hetta er sum at vera í
Russlandi, áðrenn múrurin
fall og samgongan átti at
havt nógv annað at brúkt
pengarnar til, leggur hann
afturat.
Klára okkum
uttan Norrønu
Politikarar hava boðað frá,
at landskassin er noyddur at
stuðla Smyril Line, tí Norr
øna er okkara motorvegur
og okkara lívæðr út í heim
og hana kunnu vit ikki
kvetta av.
Samstundis vita góðar
keldur hjá Sosialinum at
siga, at fyri at bøta um rakst
urin, ætlar Norrøna í fram
tíðini at sigla nógv minni
upp á Skotland og Noreg,
ella kanska enntá at halda
heilt uppat við teimum rut
unum. Afturfyri skal siglast
upp á Danmark tvær ferðir
um vikuna, fyri at fáa størri
part av farmaflutninginum.
Men tað er yvirhøvur ikki
ein grundgeving, sum fær
Joel undir Leitinum at
blotna í knøunum.
Vit klára okkum saktans
uttan Norrønu. Hvat farmi
viðvíkur, hava vit onnur
flutningsfeløg, sum eru væl
før fyri at átaka sær tað upp
gávuna at tryggja farmin til
Føroyar og úr Føroyum.
Hetta hevur Joel undir
Leitinum eisini frætt, men
hann skilir tað ikki.
Farmaskip fyri 700 milli
At tað almenna pilk
ar einstakar fyritøkur
burtur úr og stuðlar
tær, fer at gera tað
nógv ótryggari at gera
íløgur í Føroyum, held
ur Jóhanna á Bergi,
stjóri í Faroe Ship
stuðul
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At politiski myndugleikin
gevur Smyril Line almennan
stuðul, kann fáa álvarsligar
avleiðingar fyri føroyskt
vinnulív
Tað heldur Jóhanna á
Bergi, stjóri í Faroe Ship.
Hon hevur ikki hug til at
gera tær stóru viðmerking
arnar, men hon heldur, at
hetta er ein serstakliga
óheppin ábending, sum vit
nú fáa frá politiska myndug
leikanum.
Hon staðfestir, at hetta er
ógvuliga
kappingaravlag
andi mótvegis hinum flutn
ingsfeløgunum.
Men tað, sum serliga
ørkymlar hana, er signal
virðið, sum politiski mynd
ugleikin sendir teimum før
oyingum og útlendingum,
sum kanska hava áhuga í at
gera íløgur í vinnulív her á
klettunum, sigur hon.
Tað er ongin ivi um, at
føroyskt
vinnulív
hevur
tørv á íleggjarum, bæði før
Klára okku
Stuðul styg