hósdagur 6. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 214 - 6. november 2008
Sámal í Snarskivuni
Í morgin letur Sámal Toftanes upp myndlistaframsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar
kommunu. Sámal Toftanes er úr Leirvík og hevur altíð málað. - Eg máli náttúru og
fólkalív, og hvussu ljósið brýtur fram og skapar dagin. Til dømis av Blankaskála, og so
eisini menn, ið eru á fjalli. Ofta verður tað ljósið, ið miðsavnar myndaevnið, sigur
listamaðurin á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu. - Eg máli sjáldan til
framsýningar, so hetta er spennandi, sæð í mun til at mála uppá bestilling, sigur hann.
.Høvið verður at síggja teir áleið 15 málningarnar hjá Sámali Toftanes til og við 1.
desember 2008. Sagt verður, at øll eru vælkomin til ein drekkamunn, tá framsýningin
hjá Sámali Toftanes letur upp hósdagin klokkan 16, eins og at njóta myndlistina, tá
Snarskivan er opin.
ónir, síggja ikki soleiðis út.
Tey eru minst 200 metrar
long, taka 4000 bingjur og
sigla upp á fjareystur. Norr-
øna er ikki farmaskip, hon
er ferðamannaskip, so at
dyrgja eftir, at farmaflutn-
ingur skal bjarga einum so
dýrum skipi, sum Norrønu,
er púra burturvið.
- Tað er púra meinings-
leyst, at landið skal spýta 30
milliónir í Norrønu fyri at
bjarga farmaflutning-inum.
Norrøna kann gevast í
morgin um so skuldi verið,
tí farmaflutningurin hevði
kortini verið í tryggum
hondum hjá teimum flutn-
ingsfeløgum, sum eru eftir.
- Og hvat ferðafólki við-
víkur, er tað uttan iva onkur,
sum stendur til reiðar at
lyfta tað uppgávuna við ein-
um skipi, sum loysir, skuldi
tað hent, at Norrøna gevst,
tí tað er náttúran í fræls-
lyntum vinnulívi.
- Annars hava vit Atlants-
flog eftir, so støðan hevði
ikki verið heilt vanlukkulig,
um onki skip var eitt tíðar-
skeið.
- Kanska hevði tað ikki
verið við einum nýggjum
skipi, men tað er lutfalsliga
bíligt at leiga skip nú á døg-
um og prísirnir fella alsamt,
leggur hann afturat.
- At politikarar finna upp
á slíkt, vísir bara, hvussu lít-
ið innlit teir hava í veruligu
støðuna, leggur hon afturat.
Hann heldur, at politikar-
arnir kundu í minsta lagi
forhoyrt seg hjá øðrum í
vinnuni um støðuna, men
hann staðfestir, at ongin
hevur tosað við Samskip.
Avlagar bæði
kapping og prís
Joel undir leitinum staðfest-
ir, at fær Norrøna almennan
stuðul, fer tað sjálvandi at
gera sjálvandi at gera støð-
una hjá hinum flutningsfel-
øgunum, sum klára seg upp
á vanligar marknaðartreytir,
nógv torførari enn hon er
frammanundan.
- Vit onnur verða noydd
til at laga prísir, kostnað og
skip til tann marknaðin sum
er.
Men tá ið Norrøna kemur
í neyð, fer Smyril Line bara
í landskassan eftir pengun-
um.
-Tað er meiningsleyst,
sigur Joel undir Leitinum.
Veruleikin er, at við hesi
fíggjarligi innspræningini,
hjálpa politikararnir Smyril
Line til at dumpa prísirnir á
marknaðinum
- Veruleikin er, at sum vit
onnur, hevur Smyril Line
ikki verðið noydd til laga
sínar prísir eftir tí kostnaðar-
støðið, teir høvdu, tí teir
eru slopnir í landskassan, tá
ið teir eru komnir í trupul-
leikar, men tann møguleika
hava vit ikki.
oyskum og útlendskum
íleggjarum.
- Men tá ið tað almenna
kann finna upp á at pilka
einstakar fyritøkur burtur
úr og stuðla teimum, tá ið
tað gongst illa, fer tað verða
tórført at fáa íleggjarar at
gera íløgur í Føroyum.
- Eg dugi ikki at síggja
annað, enn at tað fer at ræða
íleggjarar, tí hvør fer at gera
íløgur í eina vinnugrein, tá
ið teir kunnu enda í teirri
støðu, at kemur ein kapping-
arneyti í óføri, so kann hann
bara fara í landskassan eftir
hjálp.
- Tað ger íløguna ótrygg-
ari og tí er hetta eitt ómeta-
liga óheppið signal, sum
politiski
myndugleikin
sendir við hesi ætlanini um
at bjarga Smyril Line.
Samstundis harmar tað
hana, at flutningsfeløgini,
sum eru í Føroyum, ikki hava
fingið høvið til at bjóða upp
á dekspláss umborð á Norr-
ønu til farmaflutning ímill-
um Danmark og Føroyar.
- Tað varð ikki bjóðað úr
alment, tí tað tilboðið fekk
bara eitt danskt felag, sum
Smyril frammanundan sam-
starvar við, leggur hon
afturat.
- Byrja politikararnir nú
aftur at lata privatum fyri-
tøkum almennan stuðul,
hava teir latið ein ventil
upp.
Tað staðfestir Joel undir
Leitinum, stjóri í Sam-
skipum.
Hann staðfestir, at tað
er nógv vinnulív, sum flýt-
ur tungt í sjónum, bæði
fiskiskip, fiskvavirki og
aðrar fyritøkur.
Og hann heldur, at fara
politikararnir nú at pilka
eina einstaka fyritøku burt-
ur úr og lata henni
almennan stuðul, er tað
skrivlig innbjóðing til all-
ar kreppuraktar fyritøkur
um at banka upp á í lands-
stýrinum at biðja um
stuðul.
Hann sigur, at nú hava
politikararnir sett gongd á
studningsmylluna aftur.
Men hvar nær skal
myllan steðga, spyr hann.
- Politikararnir boygnað-
ir. Teir eru farnir á glið og
tað kann verða ómetaliga
tórført at steðga aftur.
Veruleikin er, at tað,
sum ikki kann standa, tað
má falla, tí tað er aðaltátt-
urin í einum frælslyntum
samfelagið,
sigur
Joel
undir Leitinum.
Hann heldur, at lands-
stýrið kundi brúkt hasar
30 milliónirnar betri, eitt
nú í Suðuroy, sum liggur í
andaleypi.
Hann sigur, at veruleikin
hevur víst seg at vera, at
Smyril Line royndi at
gloypa ov stórum bita,
táið tey bygdu nýggju
Norrønu.
- Men sum skattgjaldari
brýggi eg meg yvirhøvur
ikki um at bløða fyri tað,
sigur stjórin í Samskip-
um.
Eru framtíðarútlitini hjá
Smyril Line so bjørt, mátti
tað ikki verið neyðugt at
fari til landskassan at biðja
um pening.
Tað eru bæði Joel undir
Leitinum, stjóri á Samskip-
um og Jóhanna á Bergi,
stjóri í Faroe Ship, samd
um.
Sjálv sigur leiðslan í
Smyril Line, at eftir fíggj-
arligu innspræningina og
umleggingar í ferðaætlan
og øðrum tillagingum, er
framtíðin hjá trygg.
- Hví ber tað so ikki til
at fáa privatar fíggingar-
stovnar at fíggja verkætl-
anina, spyr Joel undir Leit-
inum.
Somuleiðis undrar at
Jóhonna á Bergi, at tað
bara er landskassin, sum
er sinnaður at fíggja fram-
tíðina hjá Smyril Line.
- Tað er alment kent, at
ein góð verkætlan fær
altíð fígging og tí er tað
undarligt, at tað skal vera
landið, sum noyðist at
fíggja Smyril Line. Var
talan um eina burðardygga
ætlan, mátti tað verið fleiri
privatir fíggingarstovnar,
sum høvdu áhuga í at
fíggja, sigur hon.
Løgið at bankar
ikki fíggja Norrønu
Samgongan
bjóðar
í studnings-
veitslu
m uttan Norrønu
Grundgevingarnar hjá politikarunum fyri at lata Norrønu
almennan stuðul, eru púra meiningsleysar, staðfestir Joel undir
Leitinum, stjóri í Samskipum
- Nú politikarar ætla at bjarga Smyril Line, fer at gera tað
ótryggari at gera íløgur í føroyskt vinnulív og tað fer at fáa
íleggjarar at aftra seg við at gera íløgur her, staðfestir Jóhanna á
Bergi, stjóri í Smyril Line
gir íleggjarar