hósdagur 6. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 214 - 6. november 2008
Benjamin á Reinsarínum og í Losjuni í Gøtu
Í dag og sunnudagin verða tvær forvitnisligar konsertir við Benjamin v/bólki og gesta solosti. Gestasolisturin verur
heimskendi saxofonisturin, Villu Veski úr Estlandi. Villu bleiv kosin „Best jazz artist 08“ í Estonian music awards og
er eisini maðurin aftan fyrið størsta jazzfestivalin í Evropa, Muhu. Eins og Kristian Blak hevur Villu lagt nógva orku í
at samansjóða europeiskar tónleikarar og hevur við hesum megnað at fingið eitt sermerkt norðurlendskt ljóð.
Reinsaríið verður karmur um fyrstu konsertina í kvøld klokkan 21. Her fer Yggdrasil at byrja og síðani Benjamin.
Næsta konsertin verður í Losjuni í Gøtu, hon verður sunnudagin klokkan 20, og her verður bert konsert við Benjamin.
Umframt Benjamin Petersen á guitar vera nakrir av Føroya bestu tónleikarum við honum. Brandur Jacobsen trummur,
Mikael Blak bass, Gunnar Guttesen klaver, Ólavur Olsen trompet og sjálvandi Villu Veski saxofon.
Jaligt úrslit frá suður
Chestnut, nýtt frá
Chestnut oljuleiðini,
og luttøka í 3. føroyska
útbjóðingarumfari
sigur Atlantic Petrole
um í tíðindaskrivi
Oljuframleiðsla
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
5. november 2008 - Atlantic
Petroleum fráboðaði í gjár
nýtt um gongdina á Chest-
nut leiðini, ið felgið eigur
15% í, og at felagið hevur
latið inn umsókn í 3. før-
oyska útbjóðingarumfari.
Kanningararbeiðið
av
seinna metingar/framleiðslu-
brunninum, suður Chestnut,
ið varð boraður í septembur
2008, er nú liðugt. Hægsta
royndarframleiðsluferðin
varð máld til 9.000 tunnur
um dagin (boepd), men
settu royndartólini avmark-
ingar fyri einum hægri tali.
Kanningar vísa at brunnurin
hevur samband við høvuðs-
oljugoymsluna, og tí kann
vatninnspræningar-brunn-
urin, ið varð boraður í 2006,
nýtast í framleiðsluni úr
suður Chestnut.
Wilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum sigur:
“Okkara
partaeigarar
kunna fegnast um, at úrslit-
ið frá suður Chestnut brunn-
inum er sera jaligt. Hesin
brunnurin
verður
annar
framleiðslubrunnurin á leið-
ini, og verður hann knýttur
uppí framleiðslukervi tíð-
liga komandi ár. Hetta veks-
ur týðandi um virði á leið-
ini.
Harafturat
gong-
ur framleiðslan úr Chestnut
leiðini sera væl í hond, og
onnur lastin av olju er nú
avskipað. Eisini fegnast fel-
agið um luttøkuna í 3
útbjoðingarumfari,
har
Atlantic Petroleum, saman
við StatoilHydro, DONG
og Faroe Petroleum, hava
latið inn umsókn um leitiøki
við Føroyar.”
Tann flótandi framleiðslu-
pallurin
(FPSO)
Sevan
Hummingbird, ið verður
nýttur á Chestnut leiðini,
hevur longu framleitt útvið
500.000 tunnur av olju, við
eini miðal dagsframleiðslu
á 12.000 tunnur (boepd),
svarandi til 1.800 tunnur
um dagin til Atlantic Petrole-
um. Hóast okkurt smávegis
arbeiðið á pallinum ikki var
heilt liðugt tá framleiðslan
byrjaði, so hevur hetta ikki
darvað framleiðsluni.
Chestnut leiðin
· Chestnut leiðin er ein av
teimum elstu óútbygdu
leiðunum í Norðsjónum.
Leiðin varð funnin í
1986.
· Chestnut liggur um 180
kilometrar
eystanfyri
Aberdeen, á 120 metra
dýpi, og 13 kilometrar í
ein landsynning úr Alba
oljuleiðini.
· Samstarvsfeløg eru:
o Venture Production plc
(fyristøðufelag)
–
69,875%
o Bow Valley Petroleum
(UK) Limited – 15,125%
o Atlantic Petroleum UK
- 15%
· Atlantic Petroleum keypti
15% í Chestnut leiðini í
2003.
· Útbyggingarætlanin fyri
Chestnut leiðina varð
góðkend í 2005, við
einum útbyggingar- og
einum vatninnspræning-
arbrunni.
· Vatninnspræningarbrun
nurin (22/2a-12) varð
boraður í 2006, og hevur
hann gott trýstsamband
við framleiðslubrunnin.
· Fyrsta oljan varð fram-
leidd
22.
september
2008.
Sevan Hummingbird
· Hummingbird pallurin
er ein Sevan 300 FPSO
(floating
production
storage and offloading
vessel),
við
einum
goymslukapasitetið
á
270.000 tunnur. Eindin
kann framleiða 30.000
tunnur av olju um dagin,
og kann spræna inn
20.000 tunnur av vatni
um dagin.
Gongst væl hjá Atlantic Petroleum
Føroya Bjór sendir
tvey sløg av jólaøli á
marknaðin í morgin,
Jólabryggj frá Føroya
Bjór og Jólatrøllið hjá
Restorff’s
Øl
J-dagur er dagurin, tá jóla-
bryggið kemur út. Jóla-
bryggj frá Føroya Bjór og
Restorff’s Jólatrøll koma út
í morgin 7. november. Jóla-
bryggj er heldur dimmari
bjór. Smakkurin er frískur,
kryddaður við góðum malt-
og humlusmakki.
Jólabryggið frá Føroya
bjór, ið er tað góða gamla
vit kenna, hevur í fleiri ár
vunnið heiðurin sum tað
besta í kongaríkinum. Rest-
orff’s Jólatrøll er ein meira
kryddað bjór.
Fýra føroysk jólabryggj
koma á marknaðin í ár.
Seinni í ár koma tvær meira
kryddaðar
jólabjór,
bert
bryggjað
í
avmarkaðari
nøgd. Hesi eru bryggjaði eft-
ir belgiskum íblástri við fleiri
spennandi natúrkryddaríum
umframt úrvaldari humlu og
eisini Kvann, sum føroyskt
krydd í aðrari.
Talan er um eina Green
Islands Special og X-MAS
1888. Hesi sløgini hava
meira fyllu í smakkinum.
- Jólabryggj riggar væl til
ræst kjøt, riv og allan góðan
føroyskan mat. Eisini til
gás ella fleska- og oksasteik.
Til kryddaðan mat riggar
jólabryggj eisini, men kann
eisini bara njótast í góðum
selskapi, sigur Føroya Bjór
í tíðindaskrivi. Til jóla ber
til at keypa gávupakkar og
smáar trækassar við ymisk-
um bjór sløgum.
J-dagurin er í morgin
Sevan Hummingsbird, sum
tekur olju upp fyri m.a.
Atlantic Petroleum