hósdagur 6. november 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 214 - 6. november 2008
Fríar tulkingar av eini
felags bók er evnið á
framsýningini »við
lív og sál« hjá einum
bólki av listhandverk
arum frá Bornholm.
Framsýningin í
Norðurlandahúsinum
er tann fyrsta í norður
lendsku verkætlanini
Oyggjasnið
Framsýning
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Í løtuni gongur ein bólkur
av listhandverkarum frá
Bornholm og ger klárt til
eina rættiliga serstaka fram
sýning uppi í Norðurlanda
húsinum. Framsýningin, ið
hevur heitið »við lív og
sál«, byggir á eina bók, sum
bólkurin fór undir at gera
fyri tveimum árum síðani.
Sermerkta bókin gevur
eitt heldur øðrvísi innlit í
arbeiðið hjá bólkinum, ið
kallar seg ACAB (Arts &
Crafts Assosiation Born
holm), har heili 51 list
handverkarar frá Bornholm
eru limir. Í bókini hava
limirnir fingið hvør sína
síðu, sum tey sjálvi hava
skrivað og sniðgivið á ein
hátt,
sum
endurspeglar
handverkið hjá tí einstaka.
Prutlandi
skapanargleði
Á framsýningini »við lív og
sál« hava listhandverkar
arnir tikið hugskotið við
bókini
eitt
fet
víðari.
Hesuferð hevur uppgávan
nevniliga verið at gera eina
ímyndandi bókaopnu úr tí
tilfari, sum tey hvør í sínum
lagi arbeiða við, tað vil siga
antin úr tekstil, træi, glasi,
leir ella metalli.
Úrslitið má sigast at vera
óvanliga fjølbroytt við ein
framsýning, har hugflogið
spreingir øll mørk og skap
anargleðin mest sum prutlar
undir hvørjum einstøkum
verki.
Eitt nú hevur ein av kvinn
unum, sum arbeiðir við
tekstil, skipa sína opnu sum
ein DNA strong við 51
liðum. Ein onnur hevur
kutað síðurnar í lepar, sum
hon síðani hevur vovið til
eina nýggja bókaopnu. Ein
av leirlistamonnunum hevur
sett eina røð av smáum
hondum, sum evna smáar
krukkur úr leiri, á sína
opnu, meðan ein, sum
arbeiðir við metalli hevur
latið smáar knívar skera seg
gjøgnum bókasíðurnar. Og
soleiðis kundu vit hildið á,
tí
ikki
færri
enn
41
listahandverkarar eru við á
framsýningini í Norður
landahúsinum.
Sjálvrannsakan
Formaðurin
í
bólkinum,
Bente Hammer, greiðir frá,
at upprunaliga hugskotið við
bókini var at geva list
handverkararnum ein møgu
leika at lýsa seg sjálvan og
sína list á ein øðrvísi hátt.
Vit listhandverkarar eru
so von við at lýsa okkum
sjálvi gjøgnum lutirnir, vit
gera. Tí var tað eisini ein
sera stór avbjóðing hjá
teimum flestu at skula seta
orð á seg sjálvan sum list
handverkara. Í grundini
hevur hetta verið ein rætti
liga sjávrannsakandi til
gongd, har tú hevur verið
noydd at seta tær sjálvum
spurningar sum, hvør eri er
sum skapandi menniskja,
og hvat vil eg í grundini vil
mínum
listhandverki?,
sigur Bente Hammer.
Hon leggur afturat, at
eisini praktiska arbeiðs
gongdin við bókini hevur
verið sera lærurík fyri
limirnar. Í hesum sambandi
hava tey havt bæði skrivi
skeið og skeið í at arbeiða
við grafikki og photoshop.
Ymisk skeið eru annars
eisini
fastur
táttur
í
virkseminum hjá bólkinum,
so limirnir allatíðina hava
møguleika at menna seg
fakliga. Her hava fleiri av
limunum varnast, at tey
duga annað og meir enn
bara
júst
teirra
egna
handverk. Eitt nú er ein av
teimum byrjaður at yrkja,
eftir at bólkurin hevði
fingið frálæru í skriving í
sambandi við bókina.
Nógv eftirspurd
Bornholm er av góðum
grundum kent fyri at hava
fostrað nógvar dugnaligar
listhandverkarar. Í felag
vísa teir eina mynd av ein
um øki, har dygd og estetikk
ur er í hásæti, og har lista
fólkini kunnu fáa íblástur
og arbeiða frítt, samstundis
sum tey hava eitt gott
samanhald. Góðar arbeiðs
og
útbúgvingarumstøður
gera eisini sítt til, at nógvir
listhandverkarar leita sær
til Bornholm, metir Anne
Marie Overbye, sum er
umboðskvinna hjá ACAB
bólkinum.
Hennara uppgáva er at
samskipa
mongu
fram
sýningarnar hjá bólkinum,
sum er sera nógv eftir
spurdur. Eisini roynir hon
áhaldandi at skapa nýggj
sambond, so bólkurin kann
koma víðari út í heim við
sínum listhandverki.
Fyrimunurin við at um
boða hendan bólkin er, eg
havi nógv ítøkilig úrslit at
vísa á, tí limirnir longu
hava avrikað so nógv og á
so høgum støði. Eisini
skulu nýggir limir lúka
ávísar upptøkutreytir fyri at
sleppa við í bólkin, og tað
tryggjar eisini, at góðskan
allatíðina er í topp, sigur
AnneMarie Overbye, og
leggur afturat, at bara í ár
hava ikki færri enn 12
listhandverkarar søkt um at
koma við í bólkin.
Listhandverk við lív og sál
Oyggja-snið
Framsýningin »við lív og sál« er tann fyrsta í norðurlendsku
verkætlanini Oyggjasnið, ið umfatar listhandverk úr Bornholm,
Føroyum og Gotlandi.
Endamálið við verkætlanini er at geva listhandverkararum
úr teimum trimum útjaðaraøkjunum møguleika at samstarva
og samskipa framsýningar, sum ferðast millum londini.
Framsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp fríggjadagin 7.
november og verður at síggja fram til 14. desember.
Anne-Marie Overbye, umboðskvinna hjá
listhandverksbólkinum ACAB, hevur ikki trupulleikar við at
skapa uppmerksemi kring sermerkta listabólkin frá Bornholm
Glaslistakvinnan Maibritt Jønsson hevur brúkt majsaksur sum
íblástur til sína tulking av uppgávuni
Forkvinnan í bólkinum, Bente Hammer, ið arbeiðir við tekstil,
hevur latið ein kimono spretta upp úr eini bókasíðu í síni
tulking av bókini
Dánjal á Neystabø við fløgu
Í hesum døgum kemur Dánjal á Neystabø við síni fyrstu fløgu, The Palace. Bólkurin er júst afturkomin av konsert
ferð í Týsklandi, har fløgan fekk sera góða móttøku. 12. november gevur TUTL fløguna út í Føroyum, og í hesum
sambandi kemur Dánjal til Føroyar á konsert ferð. Bólkurin eitur Dánjal. Tónleikurin hevur eitt heilt serligt útrykk;
rokkur við einum blandingi av fólkatónleiki og etniskum tónleiki, sum nemur okkara innastu kenslur. Í eini roynd
at lýsa tónleikin hevur Dánjal smíðað orðið “etnoclash”, av tí at tónleikurin er ein samanrenning av fólkatónleiki
úr Føroyum, av Balkan og so eitt íkast av tangotónum. Bólkurin hevur í hesum sambandi tríggjar konsertir, sum
verða í Runavík, Havn og Tvøroyri. Atgongumerkir kunnu keypast í TUTL á Káta Horninum ella við dyrnar.
Hendan
leirlista-
kvinnan
hevur tulkað
bókina sum
ein snyril, ið
snarar inn
móti einstaka
listhand-
verkaranum
og út móti
umheiminum