Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 214 - 6. november 2008 Býlingshús fyllir 20 ár 7. november verður Býlingshúsið millum Gilja í Hoyvík 20 ár. Opið hús verður á stovninum føðingardagin. Tvey av starvsfólkunum, sum vóru við til at lata stovnin upp, starvast enn har. Oda Debes hevði 20 ára starvsdag 1. oktober og Hildigarð Berg hevur 20 ára starvsdag 1 januar. Í samband við føðingardagin hava børnini heystframsýning, eins og møguleiki er at síggja ymsar myndir, sum eru tiknar gjøgnum árini. Á føðingardegnum verður opið hús á stovninum frá klokkan 8 til 10 og frá klokkan 15 til 17. Fimm fólk, sum starvast hjá Klaks­ víkar kommunu, hava fingið ætlanar­ skriv um uppsøgn, 10 fólk hava fingið ætlanarskriv um niðursetta tíð, og 2­3 fólk hava sjálvboðin bjóðað sær at fara í farloyvi. Talan er um lønarskerjingar upp á longri sikt, sum svara til einar 3­4 miljónir krónur fíggjarstøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað lá ein ófrættakendur dámur yvir Klaksvíkini í gjáramorgunin. Kvøldið fyri hevði býráðið samtykt fíggjarætlanina fyri 2009, har rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi skulu skerj­ st við umleið 17 miljónum krónum í mun til uppruna­ ligu ætlaninar fyri 2009. Avgerðin byggir á, at skarvast skal burtur av rakstrinum á flest møgulig­ um økjum, og soleiðis lá eisini í luftini, tá býráðið hevði kallað øll starvsfólkini til fundar í gjáramorgunin, at fólk fóru at vera søgd úr starvi, eins og onnur noydd­ ust at taka til takkar við niðursettari tíð. Dapur dagur Tað var uppgávan hjá borg­ arstjóranum, Steinbjørn Ó. Jacobsen, at tosa við starvs­ fólkini og kunnað tey um støðuna og avgerðina hjá býráðnum. ­ Dagurin í gjár var ein hin ringasti og tyngsti í lívi mínum, og eg viðgangi, at eg havi ikki sovið væl í nátt. Býráðið hevði tikið sína avgerð, og tað var mín upp­ gáva at bera avleiðingarnar av henni fram á fundinum. Steinbjørn sigur, at øll starvsfólkini vóru kallaði til felags fund stundisliga klokkan 8.30, har hann greiddi frá býráðsviðtøkuni um skerjingar. ­ Eg kunnaði tey um, at hetta tíverri kemur at ganga útyvir nøkur av starvsfólk­ unum hjá kommununi – við ætlanarskrivum um upp­ søgn og í øðrum føri við ætlanarskrivi um niðursetta tíð. Hann sigur, at eftir fundin við øll starvsfólkini, sum vardi í umleið ein hálvan tíma, vórðu boð síðan send eftir einum og einum fólki, sum skerjingarnar fara at ganga útyvir. Hesir fundir vardu til nakað út á seinna­ partin. ­ Eftir hesar samrøður við einstøku fólkini, var aftur høvi hjá øllum starvs­ fólkunum at samlast, bæði teimum, sum eru rakt av skerjingum og teimum, sum vera verandi. Síðan sluppu starvsfólkini, sum eru rakt, at vera saman einsamøll – uttan leiðslu, og at enda bjóðaði Klaksvíkar komm­ una øllum til ein bita í býráðshúsunum. Borgarstjórin sigur, at undan fundinum í gjára­ morgunin, høvdu tey saman við álitisfólkum hjá komm­ ununi tosað við avvarðandi fakfeløg, soleiðis at viður­ skiftini kundu fara fram á rættan hátt. Eingi nøvn Úrslitið av avgerðini hjá býráðnum og fundarvirk­ seminum í gjár er, at fimm fólk, sum starvast hjá Klaks­ víkar kommunu, nú hava fingið ætlanarskriv um upp­ søgn, og 10 fólk hava fingið ætlanarskriv um niðursetta tíð. Haraftrat hava 2­3 fólk sjálvboðin sagt, at tey vilja fara í farloyvi í starvinum hjá kommununi. Tá borgarstjórin nevnir hesi tøl, sigur hann, at hetta er umleið­tøl og sigur so­ leiðis umleið 5, umleið 10 og eini 2­3. ­ Eg vil ikki tosa um nøvn, men kann siga, at talið av starvsfólkum í býráðshúsinum fer at minka nakað, eins og skerjingar eitt nú eru á vegadeildini. Steinbjørn vísir á, at flestu starvsfólkini, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, hava uppsagn­ artíðir, sum eru millum 3 og 6 mánaðir, og hetta merkir, at eingin minking verður í talinum av starvs­ fólki beinanvegin. ­ Vit vænta, at skerjing­ arnar í krónum fara at liggja um stívliga 2 miljónir í 2009, men at talið so hvørt, sum uppsagnirnar gerast effektivar, fer at liggja um einar 3­4 miljónir krónur tilsamans um árið. Steinbjørn sigur, at býráðið gjørdi alt, sum lá í teirra makt fyri, at upp­ søgnirnar skuldu gerast so fáar sum gjørligt. ­ Tí gjørdu vit eisini av at bjóða fleiri fólkum niður­ setta tíð heldur enn at siga uppaftur fleiri úr starvi. Fer tað at gangast betri, er jú møguleiki seinni at skrúva tíðina uppaftur seinni, legg­ ur hann vónríkur aftrat. Góð starvsfólk Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at hann hevur alt gott at gera síni umsiting og teimum fólkum, sum ar­ beiða fyri kommununa úti í býnum. ­ Hetta eru øll dugnalig fólk, og eg vildi ynskt, at øll kundu verið verandi, men tíverri loyva umstøð­ urnar hesum ikki, soleiðis sum fíggjarstøðan hjá kommununi er. Spurdur, hvussu starvs­ fólkini sum heild tóku ætl­ anarskrivini um uppsøgn og niðursetta tíð á fundunum í gjáramorgunin, sigur hann: ­ Vit gjørdu av at bera Ein svartur mikudagur í Klaksvík - Dagurin í gjár var ein av mínum ringastu, og eg viðgangi, at eg havi ikki sovið væl í nátt, sigur borgarstjórin, Steinbjørn Ó. Jacobsen