hósdagur 6. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 214 - 6. november 2008
Johan Mortensen,
vinnulívsmaður, er
avgjørdur, tá hann
sigur, at íslendingar
eins og føroyingar
og norðmenn eiga at
halda seg langt burtur
frá ES. - Sjálvandi
hava vit brúk fyri
ES, tá hetta er størsti
marknaður í Evropa.
Vit hava eisini
brúk fyri góðum
marknaðaravtalum
við felagsskapin. Men
at hugsa um limaskap,
er eftir mínum tykki
ørvitisskapur, sigur
hann
SamStarv
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Johan Mortensen, vinnulívs
maður, er sannførdur um, at
grønlendingar, íslendingar,
føroyingar og norðmenn
eiga at seta seg niður at tosa
í álvara um at skipa eitt
norðurlendskt OPEC, sum
vit kenna tað innan samstarv
um olju.
Nú íslendska samfelagið
er í svárari fíggjarligari
kreppu, eiga vit ikki taka
tað fyri meira enn tað er, at
ein veksandi partur av
íslendska fólkinum eftir
kanningum at døma er fyri
limaskapi í ES. Íslendingar
eru óførir og dugnaligir, og
teir fara at vinna á kreppuni,
áðrenn langt um leingi. Alt
tað, sum íslendingar hava
skapt í landinum og uttan
lands, er eftir mínum tykki
heilt fantastiskt. Eg ivist
onga løtu í, at stór virðir
fara at liggja eftir í land
inum, sum ongan veg eru
farin, tá Ísland hevur riðið
kreppuna av sær aftur.
Ørvitisskapur
Vinnulívsmaðurin heldur,
at tosið í Íslandi um ES
limaskap
náttúrliga
er
panikkent, sum hann tekur
til.
Hetta er ivaleyst ein
náttúrlig
reaktión,
men
skjótt munnu íslendingar
fara at síggja í eyuni, at
glottar eru, og at ES einki
er fyri íslendsku tjóðina.
Johan
Mortensen
er
avgjørdur, tá hann sigur, at
íslendingar eins og føroy
ingar og norðmenn eiga at
halda seg langt burtur frá
ES.
Sjálvandi hava vit brúk
fyri ES sum marknaðar
landi, tá hetta er størsti
marknaður í Evropa og
soleiðis eisini okkara høv
uðsmarknaður. Vit hava eis
ini brúk fyri góðum markn
aðaravtalum við felags
skapin. Men at hugsa um
limaskap, er eftir mínum
tykki ørvitisskapur.
Vinnulívsmaðurin leggur
dent á, at ES so sanniliga
eisini hevur brúk fyri lond
unum í útnorði, sum ráða
yvir stóra spísikamarinum
her norðuri.
Mítt uppskot og mín
dreymur er, at londini í
útnorði ongantíð ov skjótt
taka seg saman og skipa eitt
norðurlendskt OPEC. Á
henda hátt høvdu vit staðið
rættiliga sterk, tí vit sita á
einum stórum tilfeingi, sum
Evropa hevur brúk fyri.
Landbúnaðurin
Vinnulívsmaðurin vísir á,
at
innan
fiskaútflutning
hava vit nøktandi avtalur
við ES, soleiðis at vit kunnu
selja
okkara
fiskavørur
undir líkinda treytum.
Men innan landbúnaðin
eru stórir vantar í sam
handlinum millum ES og
Føroyar. Her hava vit latið
upp fyri øllum vørum til
Føroya, sum floyma inn
yvir okkum, samstundis
sum vit ikki kunnu selja so
mikið sum ein føroyskan
mjólkarpakka til ES. Vit
hava lagt okkara heima
marknað víðopnan fyri ES,
har at kalla einki eftirlit er
við nøkrum, samstundis
føroyskar vørur ikki sleppa
inn á teirra marknað.
Johan Mortensen vísir á,
at seinasta dømi um, at
føroysk framleiðsla líður
undir hesum, er eggvirkið á
Velbastað,
sum
herfyri
noyddist at lata aftur.
Úrslitið av, at føroyski
marknaðurin liggur so víð
opin og uttan nevnivert
eftirlit, er, at vit hava havt
fleiri salmonella tilburðir.
Danir sendu tískil eina
nevnd til Føroya at kanna,
hvaðani salmonellan kemur.
Tú kanst eta, hvat tú vilt –
bara vøran kemur úr ES,
men nóg góð trygd er ikki
fyri, at vøran er í lagi,
leggur hann aftrat.
Vinnulívsmaðurin skjýtir
tí upp, at nýggja landsstýrið
skjótast gjørligt fer at biðja
um samráðingar við ES um
landbúnaðarvørur.
Hesar
samráðingar
mugu soleiðis eisini byggja
á, at Føroyar fáa í lag betri
avtalur innan landbúnaðar
vørur, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at meðan
onnur lond samráða seg
fram til avtalur, har ein ávís
verja er av vørum, sum
heimamarknaðurin
fram
leiðir, lyfta vit í Føroyum
ikki hond frá síðu fyri at
verja okkara lokala markn
að.
Á hesum øki eru vit illa
stødd í samhandlinum við
ES, sigur vinnulívsmaður
in.
Annað samstarv
Johan Mortensen heldur, at
londini í útnorði ikki bert
eiga at samstarva um fiska
tilfeingið, men so sanniliga
eisini um eitt nú ferða
mannavinnu, grøna orku og
olju.
Vit eiga at samstarva
nógv betri, enn vit gera í
dag, og kunnu vit finna
saman, standa vit sterk og
kunnu vinna sømdir, sum
vit ikki kenna í dag. Vit sita
á so nógvum tilfeingi her í
Norðuratlantshavi, at Grøn
land, Ísland, Føroyar og
Noregi slett ikki hava brúk
fyri at fara upp í ein felags
skap sum ES, ið samstundis
tekur ein stóran part av
sjálvræðinum frá okkum.
Hann vísir á, at hesi lond
eisini hava eitt stórt og gott
søluapparat, tá ræður um
fiskavørur.
Málið hjá okkum er at
finna eitt felags stev og
finna saman. Fíggjarkrepp
an kemur at regionalisera
lond, og vit fara at síggja
eina minni globalisering,
enn vit hava gjørt. Tjóð
skaparkenslan í fólkinum
fer aftur at veksa, men lond
fara at samstarva betur,
sigur Johan Mortensen.
boðini so virðiliga, sum
yvirhøvur gjørligt, og eg
haldi, at tey dugdu óføra
væl at taka tey.
Borgarstjórin sigur, at
kommunan
eisini
hevði
syrgt fyri, at fólk høvdu
høvi at fáa sálarhjálp, um
onkur ynskti tað.
Vit høvdu ikki sálar
frøðing við á fundunum,
men fólk fingu at vita, at
høvið var til tess – og hetta
høvi stendur framvegis við,
leggur hann aftrat.
Eingin farin
Starvsfólkini, sum fingu
ætlanarskriv frá Klaksvíkar
kommunu í gjár, hava nú 14
dagar til at gera sínar við
merkingar, og tá henda tíðin
er farin, kemur málið fyri
aftur í fíggjarnevndini og at
enda á býráðsfundi.
Onkur heldur kanska, at
vit nú hava koyrt megin
partin av fólkinum, sum
hevur starvast hjá kommun
uni, til hús, men soleiðis er
tað ikki. Enn er eingin farin
heim, sigur Steinbjørn Ó.
Jacobsen, borgarstjóri.
Vánaliga fíggjarstøðan
tvingar kommununa
at fremja stórar
sparingar
Mynd: Vilmund Jacobsen Vit eiga at skipa eitt
norðurlendskt OPEC
- Vit eiga at samstarva nógv betri, enn vit gera í dag, og kunnu vit finna saman, standa vit sterk
og vinna sømdir, sum vit ikki kenna í dag, sigur Johan Mortensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Matiné í Hoyvíkar kirkju
Leygardagin 8. november klokkan 12 verður matiné í Hoyvíkar kirkju við
tónleikarunum Sámal Petersen, violin og Ragnar Olsen á guitar. Sámal
Petersen er kendur sum konsertmeisteri í Føroya Symfoniorkestri. Hann
er limur í Aldubáruni og lærari í Føroya Musikkskúla. Útbúgvingina fekk
hann á Odense Konservatorium. Ragnar Olsen hevur útbúgving á Esbjerg
Konservatorium og er lærari í Føroya Musikkskúla. Hann hevur m.a.
verið solistur á guitar saman við Føroya Symfoniorkestri. Á matineini
fara vit at lurta eftir klassikum tónleiki av J.S. Bach, Roncalli, Scarlatti,
Gaspar Sanz og Jørgen Jersild. Ókeypis atgongd. Bussur nr. 3 koyrir úr
Steinatúni kl. 11.15.