leygardagur 1. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 168 - 1. september 2001
Nr. 168 - 1. september 2001
11
Óli Jacobsen
Tað tykist at vera almennur
politikkur í Føroyum, at
borgarin skal finna seg í
øllum,
sum
politiskir
myndugleikar kunnu finna
uppá. Og teir skulu ikki
hava krav uppá nakra sum
helst frágreiðing um tiknar
avgerðir. Teir skulu heldur
ikki hava krav uppá nakað
svar uppá nakran fyri-
spurning um avgerðir sum
enntá
viðvíkja
teimum
sjálvum.
Tað finnast nógv dømi
um hetta, men her skal bert
verða tikið fram lógarmálið
um fiskidaganevndina.
Í nógvum FF-bløðum er
greitt frá margháttligu við-
gerðini í løgtinginum og
tess vinnunevnd í samband
við hetta mál. Her tekur
vinnunevndin sær ta hei-
mild at taka dagar ímillum
hvørji feløg ið vara av
fiskidagaskipanini. Og
bert feløg sum umboða
skip og bátar vera »góð-
kend« av vinnunevndini,
meðan feløg umboðandi
fiskimenn eru útilokað.
Hetta verður gjørt hóast
júst umsitingin av fiski-
daga-skipanini er av størsta
týdningi fyri fiskimenn. Og
hóast hetta økið hevur verið
eitt av stóru arbeiðsøkj-
unum hjá FF, so er felagið
ikki við í uppgerðini hjá
vinnunevndini, og er harvið
beinleiðis ætlað at vera
útilokað
frá
at
røkja
áhugamál fiskimanna í hes-
um sambandi.
»Avrætting« uttan
frágreiðing.
Hetta er gjørt uttan ta
allarminstu grundgeving í
sjálvum tingmálinum. Og
royndir at fáa eina frá-
greiðing frá nevndini sjálv-
ari hava ikki givið minsta
úrslit.
Serliga hevur støðan hjá
javnaðartingmanninum
Henrik Old undra, sum tað
eisini er víst á í FF-
blaðnum. Men frá honum
fekst nú um dagarnar
»millum rivjabeinini« á-
bending av eini frágreiðing.
Og hon var, at FF var als
ikki fyri nøkrum vanbýti, tí
felagið
hevði
gjøgnum
fiskivinnuráðið
fullan
møguleika at vera við í við-
gerðini av fiskidøgunum.
Endiliga fekst váttan
um ætlað rættarbrot.
Við hesi »frágreiðing« er
so fingin tann endaliga
váttanin fyri, at vinnu-
nevndin
hevur
framt
beinleiðis tilætlað rættar-
brot móti FF, og tað við
beinleiðis medvirkan frá
Henrik Old.
Fyrst skal verða nevnt,
at í skipanarnevndini var
vinnan umboðað av Føroya
Fiskimannafelag, Megin-
felag Útróðrarmanna og
Føroya Reiðarafelag, har
umboð
fyri
Feløgini
Trolskip og Línuskip um-
boðaði hetta felag. Í fiski-
daganevndini eru somu
feløg umboðað beinleiðis
ella óbeinleiðis, men við
undantak av Føroya Fiski-
mannafelag. Undanførslan
við fiskivinnuráðnum er
bert kávalótir, sum tað skal
verða víst á her.
Tá víst verður til fiski-
vinnuráðið er at siga, at
Føroya Reiðarafelag og
Meginfelag Útróðramanna
eisini umboðað í fiski-
vinnuráðnum.
Hetta
prógvar einsamalt tann
»mun fyri lógini«, sum er
gjørdur. Men talan er um
tvær heilt ymiskar nevndir.
Fiskidaganevndin fyrireik-
ar málið til viðgerð í lands-
stýrinum, og tað er her, at
veruliga arbeiðið fer fram.
Fiskivinnuráðið ikki fær
málið til viðgerðar, fyrr enn
viðgerðin í landsstýrinum
er liðug, og málið er klárt at
leggja fyri løgtingið. Hetta
verður
gjørt
so
nær
uppundir seinastu fram-
løgufreist, at viðgerðin í
fiskivinnuráðnum als ikki
kann ávirka endaliga upp-
skotið. Tí kann tað fyri
feløgini vera líka gott at
senda sínar viðmerkingar
beinleiðis
til
tingið.
Samansetingin av fiski-
vinnuráðnum vísir eisini, at
formelt er talan um eina
meira generella viðgerð,
sum kann klárast uppá ein
fyrrapart. Tí eru t.d. ar-
beiðarafeløgini umboðað,
hóast tey bert óbeinleiðis
hava áhuga fyri fiskidaga-
skipanini, og tey nýta sera
lítla orku á hesum øki. Tí
kann sigast, at umboðan hjá
FF í fiskivinnuráðnum er
ikki meira verd enn sjálvur
møguleikin at senda sínar
viðmerkingar beinleiðis til
tingið, og hetta kunnu øll
gera í øllum málum.
Tað skal eisini sigast, at
tað í hesum førinum ikki
hevur havt tann stóra
praktiska týdningin, um FF
hevur verið við í fiskidaga-
nevndina. Felagið gjørdi jú
sítt egna tilmæli, sum var
munandi meira umfatandi
enn tilmælið hjá fiskidaga-
nevndini, og tað man hava
hava gjørt sína nyttu eisini.
Tað vísir úrslitið.
Veruliga rættarbrotið.
Men tað prinsippiella í mál-
inum er nevniliga, har
vinnunevndin sigur í sínum
áliti:
»..feløgini, sum ... eru
undir
fiskidagaskipanini
...eru í løtuni Felagið trol-
skip,
Felagið
trolbátar,
Felagið línuskip, Megin-
felag Útróðrarmanna og
Felagið snelluskip.«
Hetta
er
ein
»stað-
festing«, sum ikki bert hev-
ur týdning fyri fiskidaga-
nevndina. Hon kann nýtast
av landsstýrinum at útihýsa
FF í øllum øðrum fiski-
veiðumálum. Um tað t.d.
skuldi hent, at settir verða
aðrir arbeiðsbólkar við-
víkjandi regulering av veið-
uni, sum t.d. at endurskoða
fiskidagaskipanina, so er
FF av hesi orsøk uppá
forhond útilokað.
VIÐMERKINGAR
Ágangur móti fakfeløgum:
Hvønn holdning hevur javnaðarflokkurin?
Skipaður ágangur.
Her tykist at vera talan um
ein skipaðan ágang móti
FF. Løgtingsins »viðgerð«
av yrkisráðnum hjá løn-
javningargrunninum hevur
havt sum úrslit, at FF als
ikki fær svar uppá nakran
sum helst fyrispurning til
fiskimálastýrið í málum á
júst tí økinum, og hetta er
heilt í samsvar við tey
»signal«, sum stýrið hevur
fingið úr tinginum.
Nú hevur sama ting boð-
að landsstýrinum frá, at tað
er FF óviðkomandi hvussu
veiðan hjá limum felagsins
verður skipað. Hetta er
fyri so vítt í samsvar við
galdandi
mannagongd.
Men nú er tað beinleiðis
samtykt av Føroya Løgting!
Lógásettur
mannamunur.
Hevði tað so »av illum«
verið so, at hetta var
galdandi fyri allar, so hevði
í hvussu er verið ein »linja«
í støðuni hjá løgtinginum.
Men her er talan um bein-
leiðis
løgtingsásettan
»mannamun«
millum
feløg, sum heilt greitt
skuldu havt krav um at
verða viðfarin eins. Tí er
tað eisini greitt, at henda
lóggávan
er
beinleiðis
ætlað at raka FF og tess
formann. Tað kann ikki
finnast
minsta
sakliga
grundgeving fyri ymiskar
viðgerð av feløgum sum
umboða reiðarar og fisk-
imenn. Undanførslan við
fiskivinnuráðnum kann í
hvussu er ikki nýtast.
Hvussu kann slík
lóggáva lata seg gera?
Tað er als eingin ivi um, at
her er talan um eina lóg-
gávu, sum er fullkomiliga í
stríð við allar demokrat-
iskar grundreglur, og hetta
hava vit eisini fingið váttað
frá donskum serfrøðingum
sum øtast um at hetta
veruliga kann finna stað.
Enntá av einum samdum
tingi.
Og her verður aftur kom-
ið til leiklutin hjá Henrik
Old. Sjálvur havi eg í nógv
ár havt samskifti við hann í
málum,
sum
viðvíkja
viðurskiftum hjá fiski-
monnum. Og í málinum um
yrkisráðið stuðlaði Henrik
eisini FF. Tí er tað
ómøguligt at skilja, at hann
nú saman við tí primitiva
og smáttskorna Heina O
Heinesen skal hava lagt
hesi ráð saman móti FF.
Ikki minst tí FF júst hevur
havt ein sera konstruktivan
leiklut í fiskidagaskipanini.
Og felagið hevur júst
virkað fyri tey sjónarmið,
sum Henrik sjálvur hevur
ført fram í løgtingsálitinum
um fiskidagarnar komandi
ár, nevniliga at fiskidag-
arnir skuldu regulerast í
takt við broyting í økta orku
í flotanum. Tað var júst
manglandi
hugurin
hjá
almennum myndigleikum
at medvirka til hetta sum
gjørdi, at skipanarnevnin
ikki fekk virkað til fulnar.
Kann hetta vera
javnaðarpolitikkur?
Annars skuldi tað verið í
stríð við sjálvt navnið í
javnaðarflokkinum at lóg-
geva slíkan ójavna, sum her
er talan um. Og ikki fyri at
tala um, tá hesin lógásetti
mismunur gongur útyvir
fakfeløg, sum í veruleik-
anum er sett uttan fyri lóg
og rætt. Tað undrar ikki
minst, tá hugsað verður um
tey sjónarmið, sum floks-
formaðurin førdi fram fyri
kortum, um samstarv mill-
um flokkin og fakfeløg.
Her ber ikki til at vera
ullintur!
Tað skal skjótast inn her, at
Dan R Petersen síðst í
viðgerðini av málinum um
fiskidaganevnd royndi at
bøta um skaðan við einum
broytingaruppskoti,
sum
vildi bøtt um henda ætlaða
mannamunin. Sum tann
einasti javnaðarmaður at-
kvøddi Henrik ímóti hesum
uppskoti, so her er talan um
tilætlaðan politikk. Men
aftaná at hava atkvøtt fyri
umrødda
broytingarupp-
skoti, sum fall, atkvøddi
allur
javnaðarflokkurin
saman við restina av ting-
inum fyri umrødda rættar-
broti. Ein slík tvístøða
virkar ikki serliga álitsvekj-
andi!
Hvat er uppgávan hjá
løgtingsskrivstovuni?
Men tað skuldi verið skak-
andi, at slík rættarbrot
kunnu koma ígjøgnum alla
politisku viðgerðina, uttan
at hetta verður steðgað av
løgtingsskrivstovuni. FF
setti ein fyrispurning hagar
um løgfrøðisligu grund-
grevingina fyri umrødda
lógásetta mannamun. Svar-
ið var, at »at hetta var
politisk útmelding sum ikki
kravdi løgfrøðisliga grund-
geving.« So lætt skákar
løgtingsskrivstovan
sær
undan einum máli, sum
skakar
serfrøðingar
á
økinum og sum heilt greitt
er »magtfordrejning« ella
maktmisnýtsla av ringasta
slag.
Men hetta er aftur ein
váttan um, at málsvið-
gerarar á løgtingsskriv-
stovuni ikki rokna tað sum
sína uppgávu at tryggja, at
lóggávan er í samsvar við
góðan lógávusið, sum at øll
skulu vera líka fyri lógina.
Og er enn ein váttan um, at
løgtingsskrivstovan miðvíst
viðvgerð mál løgfrøðisliga
alt hetta hvønn og hvat
málið snýr seg um, soleiðis
sum hetta verður »bestilt«
av viljanum hjá løgting-
inum.
Ikki fiskivinnumál.
Hetta er ikki eitt fiski-
vinnumál. Og tað hevur
bert í aðru røð nakað við
FF at gera. Hetta er fyrst og
fremst ein spurningur um
rættartrygd hjá borgarum
og um rættarfatan í polit-
isku skipanini. Hjá tí sum
kennir tað allarminsta til
politikk uttanfyri okkara
egna dunnuhyl er eingin ivi
um, at her er talan um
lóggávu, sum er beinleiðis í
stríð við allar demokrat-
iskar grundreglur. Hetta
skuldi verið eitt upplagt
mál hjá grundlógarnevnd-
ini. Men tá allir politisku
limirnir í nevndini sjálvir
hava atkvøtt fyri hesum
rættarbroti skal sjálvsagt
einki væntast hagani.
Javnaðarflokkar hava í
allari síðstu øld verið
fremsta bolverk móti ó-
demokratiskum
manna-
gongdum.
T.v.s. í øðrum londum!
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10
Fimleikafelagið Ljósið
Tímatalva 2001/2002
Sankta Frants Skúli
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Kl. 16.00-17.00
4-5 ár frá kl. 16.15
5.fl
4. fl.
3. fl.
Kl. 17.00-18.00
Mini
6 ár
1. fl.
2. fl
Kl. 18.00-19.00
Mini mini
Motión, Lydia
Ball-stik
7-8 fl
Kl. 19.00-20.00
Juniorar til kl. 20.30
15-19 ár
6. fl.
Motión, Helle
Kl. 20.30-22.00
Seniorar
Kommunuskúlin
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Kl. 16.00-17.00
Foreldur og børn
Amb. ge. 7-9 ár
Amb. dr. 6-7 ár
frá kl.16.15
Kl. 17.00-18.00
Amb. dr. 4-5 ár
Amb. ge. 13 ár og eldri
Foreldur og børn
Amb. dr. 8 ár og
til kl. 17.45
eldri
Kl. 18.00-19.00
Amb. ge. úrv.eldri
Amb. ge. 10-12 ár
Amb. ge. úrv. eldri
Amb. ge. úrv. yngri
Kl. 19.00-19.30
Amb. ge. úrv. eldri
Amb. ge. úrv. eldri
Amb. ge. úrv. yngri
Eysturskúlin
Høllin á Stórheyggi
Mikudag
Fríggjadag
Fríggjadag
Kl.17.00-18.00
Mini mini
Kl. 18.30-20.00 Amb. ge. úrv. eldri
Kl. 18.00-19.00
Mini til 19.30
Kl. 19.00-20.00
Juniorar
Seniorar frá 19.30
Kl. 20.00-21.00
Juniorar
Seniorar
Háskúlin
Mánadag
Týsdag
Kl. 09.15-10.00
Morgunfimleikur
Kl. 16.00-17.00
Eldrafimleikur
Tilmelding verður leygardagin 8. september 2001
kl. 14.00-17.00 í Sankta Frants skúla (fimleikahøllin).
Fimleikurin byrjar mánadagin 10. september.
Gjaldast skal við tilmeldan, ella eftir fyrsta tíman.
Kostnaður fyri allan veturin:
Motión.........................................
kr. 400
Foreldur og barn/børn...........
kr. 400
Pensionistar................................
kr. 250
Børn 5-18 ár 1 tíma..................
kr. 250
18 ár og eldri 1 1/2 tíma........
kr. 400
Reiðskap 1 tími..........................
kr. 250
Reiðskap 11/2 tími...................
kr. 350
Lesið
-tað loysir seg