Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 168 - 1. september 2001 Nr. 168 - 1. september 2001 13 Einar Suðring í Fuglafirði fyllir níti ár 2. september. Hann fór sum fýra ára gamal til Sandvíkar til ommuna og abban at vera, og var hann her til hann bleiv 21 ár og kom so norður aftur til Fuglafjarðar at búgva. Síðani henda dag hevur hann verið nevndur Einar Suðring. Hann er sonur Dánjal Jacob á Bakkanum og Kristinu — Suðuroyar Kristinu, sum var ættað úr Sandvík, dóttir Jákup í Kvilt og Annu á Gørðum úr Hvalba. Dánjal J. og Kristina fingu 11 børn. Sofus og Einar fóru til ommuna og abban í Sand- vík at vera. Einar giftist við Palmu úr Toftum í Fuglafirði. Hon var dóttir Joen Paula og Petru — Gøtu Petru. Omma Johanna Maria og Joen Pauli vóru systkin, sostatt vóru Palma og pápi systkinabørn. Einar og Palma fingu 7 børn — Alexandru, Mariu, Kristinu, Jørleif, Dánjal Jákup, Petur og Niels. Í fimmti árunum vóru nógv børn á Bakkanum. Ljóðkát børn hoyrdi tú altíð frá morgni til myrkurs. Umhvørvið var so frálíkt. Heimurin var natúran — tað var okkara barnagarður. Ikki at forgloyma Stóru- brúgv, Luftbrúnna, Stórhús, Koksið og Smiðjuna, Onghamar - Uppi á Stíggj, Garðarnar og fjøruna. Hetta var spæliplássið hjá okkum.. Mitt í hesum meldri vóru foreldrini og tey gomlu. Fedrarnir vóru allir sjómenn, so sigast má, at vit vóru øll í sama báti. Dánjal Jacob og Lunds- bjerg, sum tá vóru gamlir, plagdu at stuttleika sær saman við okkum um kvøldarnar á Vendipláss- inum. Spælið bleiv sum sjónleikur. Tað hava teir gomlu vitað, men vit tóku tað sum eina uppliving av teimum stóru, ein sera skemtiligan leik, hvar tú sjálvur vart við í spælinum saman við gomlum monn- um. Tað kætið, ið her plagdi at vera, verður minnst aftur á við gleði. Fedrarnir vóru sjáldan heima, so striltið var mang- an hjá mammunum, at fáast við treiskar dreingir, so tað var kanska ein lætti hjá teimum, tá ið Dánjal Jacob og Lundsbjerg undirhildu. Hetta var sanniliga upp- aling og sálarrøkt í heims- klassa. Einar hevur altíð havt tokka til ítrótt, og eg havi skilt, at hann ikki so sjaldan var í bjørgunum, tá ið hann var í Sandvík, so likams- evnini hava verið framúr. Allir synirnir vóru sera góðir fótbóltspælarar. Nú síggjast kvikir abbasynir fóta sær á leikvøllum á bestu liðum her á landi. Vit kunnu nevna Áslakk, Eyð- olv, Áka, Rúna, Einar og John. Tað má vera spennandi hjá abbanum, tá ið loftmiðlarnir bera tíðindi um fótbóltin, og onkur teirra fær skoðsmál um gott avrik í hesi kapping sunnukvøld. Tey, sum eru eftir á Bakkanum av hesum vala liði, eru eingir ársungar longur. Einar er so tann elsti, og er hann millum elstu fólk í bygdini. Dags- yrkið hevur hann havt á sjónum. Hann hevur siglt sum motorpassari við t. d. Boðasteini, Ruth, Fagranes og Energy. Einar hevur verið góður byrsumaður, og hevur hann skotið manga minuna t. d. við Fame undir krígnum. 1943, tá ið teir vóru á veg til bretska marknaðin við Fame, var ein mina í skotmála. Einar tók rifluna og skeyt tvey skot eftir minuni og hon sakk. Stranda Petur var við. Hann helt fyri: »Á, dú, sum hatta var gott, so søkkur handan einki skip.« Einar hevur onkuntíð havt á munni um ein túr, hugsi, hetta var við Ruth undir krígnum. Faðir hevði frí- vakt og Einar stóð og stýrdi. Tá ið faðir kom upp á dekkið, spurdi hann Einar, um hann hevði sæð nakað í nátt? »Jú,« segði hann, »ein stórur kavbátur kom upp við borðinum, men eg haldi hetta var ein enskur kavbátur.« »Eg tonkti tað nokk, eg havi droymt um Hitler alla nátt.« Teir, sum sigldu vandasjógv, sóu eisini tað skemtiliga í tilveruni, hóast umstøður og viðurskifti vóru tyngjandi fyri sál og likam. Maðurin er musikalskur. Sum óviti minnist meg hann sita í køkinum og spæla upp á mandolin. Hetta var onkuntíð upp undir døgurða. Døgurðin var farin útá, og tað prutl- aði undir lokinum Steðgað varð á undir køksvindeyg- anum og lýtt varð á tón- leikin. Síggi mannin fyri mær enn á bríkini. Ja, okk- urt verður kallað í útvarp- inum fyri tónleikur upp undir døgurða Her var veruligur tónleikur, til mat- skaffað varð. Hetta var annað bedat. Her hevði tú tónleik in natura og væl bar til. Hetta var bara nakað, sum rann fram fyri meg, nú Einar rundar tey níti. Lívið hevur mangan verið eitt baks, og fækkast talið av teimum, sum sigldu undir krígnum og vóru vandir upp á skipabunka í slupptíðini. Hetta vóru teir, sum løgdu lunnar undir vælferðina hjá okkum, og Einar var ein av teimum. Tær verður ynkst hjartaliga til lukku við teimum níti árunum. Takk fyri leyst og fast á Bakkanum øll hesi ár og gott lívskvøld. Frits Einar Suðring níti ár NØVN Í VIKUNI Barnagarðurin hjá nunnunum er í dag 70 ára gamal og er helst elsti barnagarð- ur í Føroyum. Nógv havnarbørn hava havt sína dagligu gongd hjá nunnunum, tí nærum 3000 børn hava verið ansað hjá Fransiskanarasystrun um hesi 70 árini ÁRSDAGUR Stefan í Skorini Barnagarðurin hjá fransis- kanarasystrunum, sum eitur Sankta Josefs barna- garður, hevur hjálp nógvum foreldrum úr trongstøðu, tá eingin hevur verið at tikið sær av børnunum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Í dag eru 70 ár síðan katólsku nunnurnar fóru undir hetta slóbrótandi virksemið í Føroyum, sum áður hevði verið at kalla ókent. 1.september 1931 byrj- aðu tey fyrstu børnini í barnagarðinum hjá fransis- kanarasystrunum, sum tá var í húsunum hjá Klett í Bringsnagøtu. Frá byrjan av vóru trý børn innskrivað í barnagarðinum, men longu eftir ársskiftið vóru 22 børn, sum vórðu ansað í hesum barnagarðinum. Undirtøkan var sostatt góð frá byrjan av, og Louisa heldur tað vera løgið, at foreldrini beinanvegin høvdu álit á teimum, tí hetta vóru jú fremmand fólk, ið komu til Føroyar. Systir Systir Louisa Smets úr Belgia hevur arbeitt í barnagarðinum síðan 1965, tá hon kom til Føroyar at virka sum nunna í kleystr- inum. Hon er í dag 63 ára gomul, og hon er virkandi leiðari í barnagarðinum, sum verður rikin av einum sjálvsognarstovni. – Eg fór at arbeiða í barnagarðinum dagin eftir, sum eg kom til landið, áðrenn eg dugdi nakað av føroyskum. Men tað eru børnini, ið hava lært meg føroyskt, sigur Louisa, tí hon hevur ongantíð gingið til undirvísing í føroyskum, tí tað hevur tað ikki verið tíð til. Systir Louisa var einsa- møll nunna í barnagarð- inum í fleiri ár, og tí verður hon í dag mest bara kallað »systir«. Í dag er ein onnur nunna, sum arbeiðir í barnagarðinum, og tað er systir Marisa. Meðan vit sita og práta, kemur ein smádrongur rennandi inn á skrivstovuna hjá Louisu, og rópar, »bei Louisa«, meðan hann er á veg út gjøgnum hurðina saman við mammu sínari. Systir Louisa tók við sum leiðari í 1967 eftir systir Theodulphu, vanliga nevnd Duffa, og leiðari hevur hon verið síðani. Louisa heldur, at føroysk børn eru nógv broytt, síðan hon byrjaði í hesum starv- inum. Tey vóru kanska heldur minni krevjandi tá, enn tey eru nú. Í dag tora børnini betur at traðka fram og eru kanska fríari í dag. Eitt leggur systirin tó dent á, og tað er, at børnini enn eru eins fitt, sum tey vóru fyrr. Innan pedagogikkin er eisini nógv broytt heldur Louisa. Hon greiðir frá, at fyrr var meira dentur lagdur á, at børnini skuldu fram- leiða okkurt í barnagarðin- um heldur enn at hava stutt- ligt. Foreldrini spurdu, hvat børnini høvdu gjørt í barna- garðinum og ikki, hvussu tey høvdu havt tað. Í dag royna tey í barna- garðinum at skapa menn- iskju, sum duga at vera saman við øðrum, og dent- ur verður lagdur á at børn- ini skulu hava tað gott framum alt. Fluttu í 1968 Í 1968 flutti barnagarðurin í tey hølini, har hann húsast nú. Av fyrstan tíð varð hann nýttur til skúla, og tey yngstu børnini høvdu skúlastovu í barnagarðin- um, men frá 1968 var húsið bara nýtt til barnagarð. Frá umleið 1933 hevði barnagarðurin hildið til í Sankta Frans skúla, men hetta var eingin varandi loysn, tí kirkjan var eisini í hesum bygninginum, og nunnurnar búðu uppi á loftinum á skúlanum. Tí varð farið undir at byggja nýggj høli til hetta enda- málið. Bara tvey tey fyrstu árini var barnagarðurin í Bringsnagøtu. Seinastu tjúgu árini er bygningurin broyttur nakað og bygt er uppí, so at um- støðurnar betrast við árunum. Síðan 1931 hava 2884 børn gingið í barnagarðin- um hjá nunnunum, sam- bært skrásetingini hjá barnagarðinum. Systir Louisa hevur tey seinastu árini ført øll nøvnini inn á teldu, so at skil er í skrásetingini, og tey hava nú neyv tøl á hesum økin- um. Leygardagin verður veitsla fyri starvsfólk á barnagarðinum, og øll starvsfólk, sum hava arbeitt har gjøgnum árini, eru boðin við. Talan er um til- samans 190 starvsfólk, og umleið helvtin av hesum hava meldað seg til veitsl- una. Barnagarðurin hjá nunnunum 70 ár: Hevur ansað 2884 børnum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Konráð Sverrrir Auðunsson doyði og varð jarðaður. Takk fyri alla hjálp og troyst. Familjunnar vegna Magna Auðunsson Systir Louisa hevur savnað børnini um seg, og hon minnist øll børnini, sum hava gingið har síðan 1965 Mynd: Álvur Haraldsen Systir Louisa Smets úr Belgia sigur, at stórar broytingar eru hendar við børnum, síðan hon byrjaði í 1965. Í dag eru tey meira krevjandi og eru fríari Mynd: Álvur Haraldsen 2884 børn hava verið ansað hjá nunnunum seinastu 70 árini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 13 12 www.sosialurin.fo